Týdningarleysur sigur

Hondbóltur, menn: Dysturin millum StÍF og Kyndil var merktur av, at hvørki av liðunum hevði nakað at spæla fyri

StÍF-Kyndil 28-24 (14-12)


Dysturin, sum í fjør var avgerandi fyri, hvar FM-heitið skuldi enda, var í ár fullkomuliga uttan týdning, og tískil bar til at framskunda dystin til mikukvøldið.

StÍF var undan dystinum fýra stig framman fyir Kyndil og fýra stig aftan fyri VÍF, og tí var longu avgjørt, at bronusmerkini undir øllum umstøðum skuldu inn á Skála.

Hóast hetta var seinasti dysturin hjá báðum liðunum, so vórðu eingi bronsumerki at síggja inni á Skála mikukvøldið, men verða hesi ístaðin handa í Vestmanna leygardagin, saman við gull- og silvurmerkjunum.


Um dystin sjálvan er annars ikki tað stóra at skriva.

Frá byrjan av var sjónligt, at liðini lítið og einki høvdu at spæla fyri, og serliga tóktust havnarmenninir at hava striltið við at taka dystin í nóg stórum álvara.

Eftir eitt time-out tíðliga í hálvleikinum, kom tó meira glið á spælið, og Kyndil vann seg fram um strandingar, áðrenn hesir svaraðu aftur.

Nakað av lívi kom nú í fáu áskoðararnar, sum vóru møttir til dystin, men hóast hesi royndu at gera sítt, so varð talan ongantíð um nakran dyst, sum veruliga fekk sinni á leikarum ella áskoðarum upp á kók. Týdningurin av dystinum var snøgt sagt ov lítil.

Seinni hálvleikur gekk við sama lag. Ferðin kom ongantíð longur enn upp í triðja gear, og eftir at Kyndil fekk tað betru byrjanina, so kom meira glið á spælið hjá strandinum sum hálvleikurin leið.

Tað skal tó eisini sigast, at nógvu strandamálini seinnu hálvu av hesum hálvleikum, líka so nógv skyldaðust, at Kyndilsleikararnir spældu sera ókonsentrera hesa løtuna, og at strandingar tískil kundu seta fleiri kontraálop í gongd.

Móti endanum av dystinum kom leikandi venjarin, Jónleif Sólsker, á vøllin, og hann mundi fáa flestu klappini henda dagin, tá hann skeyt trý mál rað.

Hann kundi eisini skotið seinasta málið í dystinum, men hann var ov seinur at renna eftir bóltinum, tá strandingar fingu brotskast, og tískil varð tað ístaðin Bent Djurhuus, sum slapp at skjóta seinasta fyrstudeildarmálið á Skála á hesum sinni.


Spenningurin verður í Vestmanna

Sostatt endaðu strandingar árið við einum sigri, og hóast alt, so mundi kenslan ikki vera so galin koritni. Kanska serliga hjá Sveinbirni, sum eftir dystin boðaði frá, at hetta so avgjørt var seinasti dystur hansara í fyrstu deild. Hetta hevur hann tó sagt fyrr, so?

Kanska var eisini talan um seinasta dystin hjá Jónleifi í hvíta búnanum, men eftir dystin segði hesin tó, at hann enn ikki hevði tikið avgerð um nakað sum helst.

Mótstøðumaður hansara á beinkinum, Sophus Dahl Christiansen, verður so, um einki óvæntað hendir, eisin í venjarasessinum hjá Kyndli komandi kappingarárið, og ivaleyst hevur hann vónir um, at Kyndil kann gerast drúgvari komandi vetur.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

StÍF: Leivur Justinussen 7 (1), Artur Johansen 5 (2), Pauli Hansen 4, Jónleif Sólsker 3 (1), Sveinbjørn Poulsen 3, Marius Joensen 2, Karsten Danielsen 2, Bent Djurhuus 1 (1), Poli Hansen 1

Kyndil: Hans Áki Dahl Christiansen 8 (1), Jacob Jónsson 7 (2), Rúni Poulsen 3 (1), Regin Petersen 3, Uni Wardum 2 (2), Bjarni Wardum 2 (1)

Brotskøst:

StÍF 6, Kyndil 8

Útvísingar:

StÍF 5, Kyndil 5

Dómarar úr Neistanum/H71:

Kristian Johansen og Kristian Martin Skála