Orla óførur veðurmaður

Í næstseinasta parti­num av frá­søgnini hjá Jakku Reinert greiðir hann fram­haldandi frá um kalvaveiðu og útróður. Hann tekur til veður­mannin á flogvølli­num Orla, at tað kundi setast eftir hansara forsøgn. Síðan verður greitt frá um Müllerætt­ina á Sundi

5. partur

 

 

 

Tað er nógv minni til av kalva nú. Vit fiskaðu tey fyrstu árini eini 26-27 tons árliga. Tá var kalvin avhøvdaður og reinsaður. Veiðan var út í móti 30 tonsum tey frægastu árini. Høvdu vit farið at roynt eftir kalva nú hevði tað kanska blivið eini 3 tons. Tað hevði slett ikki borið til. Eg rokni við, at orsøkin er tann, at tað verður ov nógv fiskað á djúpum vatni av trolarum. Tað verður eisini sagt, at teir smáu trolararnir taka nógv av smáum kalva. Kalvi er ein fiskur, sum tekur so gott í húk, og hetta ger eisini sítt til, at hann er skjótur at fiska upp. Tá ið teir fóru til Grønlands av fyrstu tíð, var eisini nógvur kalvi har, men tað var skjótt at einki var eftir.

Kortini frættist nú her fyri, at ein bátur úr Klaksvík hevði fngið ein roktúr eftir kalva, og er hetta heilt óvanligt. Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur, segði einaferð, at kalvi kundi saktans fara av føroyskum grunnum á teir íslendsku. Spurningurin er so, um tað er tað mótsatta, vit síggja her.

 

Fiskur ferðast

Tað verður nógv tosað um støð­­­una hjá teimum ymisku fiska­stovnunum, men eg má bara siga tað, at tá einki æti er, so má fiskurin minka. Eg haldi eisini, at fiskurin ferðast, tá ið einki æti er. Hetta er serliga galdandi fyri tann stóra fiskin. Men er æti kemur hann aftur til vanligu grunnarnar. Eg haldi eisini, at teir fiska ov nógv inni á fjarðunum. Er einki æti, so kann tað gera tað sama. Fyrr var tað soleiðis, at tað fekst ikki prísur fyri tann smáa fiskin, og tí legði mann ikki eftir honum. Men nú er prísurin so góður fyri alt.

Um ætið var støðugt hevði tað verið so nógv nemmari, men hvørja ferð ætið minkar, so minkar fiskurin. Tað var tað sum hendi fyrst í 90-unum. Eg havi ongantíð sæð fisk so illa fyri sum tá. Tá fekst nóg illa ein fiskur, um hann fekst í heila tikið, uttan hann hevði sandmaðk. Um onkur hýsa var ella ein longukálvur, var eisini sandmaðkur í teimum. Teir høvdu tikið hvønn krabba upp av botninum.

Liturin á botninum

Botnur hevur eisini nógv at siga. Hetta siga eisini royndir við snøri undir Íslandi, sum tað eisini hevur verið greitt frá í FF-blaðnum. Jóan Magnus í Gøtu plagdi at koyra lodd niður við margarini, so hann kundi síggja tilfarið á botni.

Hetta er eisini galdandi fyri kalvaveiðu undir Føroyum. Verður sett á ljósum botni, so fær mann einki. Men vanliga veit eg, hvussu botnurin er, tá ið eg seti. Men tað sæst eisini á gogguni. Fær man hesa ljósu gogguna, so er einki at fáa. Tað skal helst vera myrk gágga, og botnurin skal vera eitt sindur myrkur.

Teir søgdu, at norðmenn fingu so óført av kalva fyrr. Teir kundu liggja fleiri dagar og lodda, til teir funnu tann rætta botnin.

Kalvi hevur tann eginleika at hann stúvar seg saman, tí er hann so lættur at taka við trolara. Um kalvaleiðirnar kann sigast, at tey síðstu árini eg royndi, var tað mest á Mykinesgrunninum, men tað var eisini nógvur kalvi at fáa við flesjarnar á Munkagrunninum, so langt fóru vit. Vit begyntu ofta har við Mykines.

Viðhvørt kundi kalvi vera á hes­um leiðum. Hann vísti seg at koma uppá grunnin haðani frá. Tað var ikki fyrr enn seinni, at man fekk hann har suðuri.

Eg setti eina ferð eina setu frá Borðoyanesi. Vit fingu ikki nógvan kalva, men so kom høg­ættar­vind­ur. Vit prøvaðu har uppundir Høgnaboða. Har var slætt. Vit fingu ongan kalva og royndu ongantíð aftur.

 

Fiskimarkið út

Fiskimarkið fór út á 12 fjórðinga í 1964. Hetta merkist eisini, men serliga merktist tað við meira av fiski á innaru leiðunum.

Tá ið eg hevði 10-mannafarið, var eg onkuntíð norðanfyri, har eg helt til í Ljósá, har eg havi svigarinnurnar Augustu og Elin. Tær eru giftar við brøðrunum Andrias og Poul Johannes, sum í nógv ár hava róð út við Reynir. Vit plagdu at kappast, og tað stóð á hjá okkum øllum at vera bestir.

Síðsta árið eg royndi har, var eingin toskur á Norðhavinum, bara smáfiskur. Men so fór eg at royna við kalvalínu. Tá var fult av toski alla staðni fram við landi á kalvalínuni. Eg veit ikki, hvar tann fiskurin kom frá, men hann hevði í hvussu er ikki tikið í snelluna. Har hevur verið nakað til álíkavæl.

Nú sigst at vera so lítið av toski og sera nógv til av upsa. Men upsin er so rak, og fær hann einki at eta, so fer hann eisini at minka. Tað hevur verið so nógvur upsi í nógv Harrans ár, og einki verður sagt um, at tað verður fiskað ov nógv. Upsi er eisini ferðandi fiskur. Hann fæst alla staðni millum londini. Bara eitt lodd verður kastað niður, so fæst upsi.

Tann stóra toskin plagdi mann at fáat á Norðhavinum. Kaj Johannesen, hjá Mortani, plagdi at siga, at tann stóri toskurin kom upp úr dýpinum at gýta. So fór hann avstað aftur, og teir vistu ikki, hvar hann bleiv av. Hann var jú ein maður, sum hevði so gott skil fyri fiski. Tað vísti seg at vera tað sama, sum hendi fyrst í 90-unum, at toskurin fyrst hvarv og síðan kom aftur, tað varð ongantíð so nógvur toskur sum tá.

Alt valdast æti, so er spurning­urin, hví tað er so ymiskt við tí. Eg havi hoyrt menn sagt, at sær man nógvan rekavið, er tað sera dámligt. Tað skuldi verið so fiskiligt. Hetta sigur nakað um, at nógv valdast eisini streymin.

Eitt annað fyribrigdi var fyrst í 1980-unum, at toskaveiðan knapp­liga vaks munandi, og var hetta í stríð við forsagnir hjá fiskifrøðingum. Tá vóru tey sjónarmið frammi, at hesin toskur kom undan Íslandi, men hetta varð avvíst av fiskifrøðingum, tí teir einki prógv høvdu fyri hes­um. Men eg haldi, at viðhvørt kemur toskur undan Íslandi. Tað kundi vera so nógv av hesum toskinum, og tað er eisini so stutt ímillum nærmastu grunnarnar hjá londunum báðum. Tað fæst eisini toskur millum londini.

Grind og fuglur kunnu eisini siga nokk so nógv. Tað hava verið nakrar grindir, men eg kikaði í morgun út á Nólsoyarfjørð, men eg sá ikki ein tann einasta hvíta fugl. Tað er ikki gott tekn.

 

Mið og plinkar

Plinkar og mið havi eg mestsum í høvdinum. Eg havi ongantíð skrivað nakað upp, men fór eg at rokna upp, hevði tað uttan iva verið 100 mið. Tá komið verður fram á ein plink, har fiskur er at fáa, so minnist ein til tað. Tað er ymiskt, sum mann kann fáa á hvørjum plinki. Tað sum bátar ofta gera, er skeivt. Teir leggja seg á miðið, tá ið tað rekur hart. Tá tað so kemur til fiskirák er miðið farið framvið. Tá tað vóru árabátar, løgdu teir ikki fyrr enn tað var fiskirák.

Teir høvdu eisini so smáar línuleypar, tí línan var fín. Vit høvdu so sera fínar greiðir, tær vóru ongatíð ov fínar. Tær fiskaðu so nógv betri.

Tað hava verið nógvir plinkar uppi við Eystnesi, Hvítanesi og Flesjarnar, sum eru oyddur av, at ov nógv er fiskað. Her var so lítið øki, og bátarnir vóru nógvir, so tað var skjótt at gera bart.

Nú verður tosað um at friða innaru leiðirnar fyri alla veiðu fyri at verja toskin. Sjálvur haldi eg, at tað er fyri línuveiðu friðast skal. Snelluveiða er rættiliga meinaleys í mun til línuna, sum er sera effektiv, tá ið lítið er av føði í sjónum.

 

Tað ber til at forvenja fisk

Viðvíkjandi agni er tað soleiðis, at eg havi ongantíð egnt gággu, men nú fáa teir einki uttan við gággu. Men tað ber eisini til at forvenja fisk.

Vit lógu einaferð við Eystnes, tað var nógvur fiskur har uppi. Vit fingu uppí eitt lítið fýramannafar. Vit brúktu bara sild, men teir úr Kaldbak høvdu gággur og øður. Men tá skuldu vit ikki bjóða til at fara aftur. Vit fingu púra einki. Fiskurin var blivin vandur til bert at taka øðu. Høvdu allir roynt við sild, hevði veiðan vist verið góð kortini.

Eitt annað fyribrigdi er, at har tað hevur verið roynt við línu, nyttar einki at koma beint aftaná við snøri ella snellu.

 

Havi ikki fiskað sunnudag

Sjálvir havi eg ongantíð fiskað sunnudag, tá eg havi havt fartøj sjálvur, men væl hevur kortini borið til. Tað var strævið at rógva út, men eg royndi altíð at vit skuldu sova seks tímar.

 

Framúr veðurmaður

Eg minnist ikki nakran serligan dramatiskan útróðrartúr. Men einaferð skuldu vit fara avstað og ætlaðu okkum norð um Mykines. Eg lurtaði eftir veðurforsøgnini, og tá var tað eftir veðurmanninum á flogvøllinum. Hetta var ein dani sum æt Orla. Hann var so framúr gløggur, og dugdi væl at boða frá veðrinum sum kom.

Hann sigur tá frá fullum stormi á midnátt. Tá skuldi vindurin koma. Tað var lítið av fiski sunnan­fyri Mykines, men tað var nógvur fiskur norðanfyri. Vit mettu, at vit fóru at fáa mótvind út, men undanvind heim aftur. So vit fóru at seta. Tað var eingin tíð at spilla, so vit seta við nógvari ferð. Vit settu í ein runding, so tað seinasta vit settu, var inni í rundinginum. Eingin annar bátur var har á leiðini. Annars er tað ikki gott at seta við nógvari ferð, tí tað styggir fisk. Vit kastaðu seinastu boyuna, fingu okkum ein drekkamunn og fóru so at draga beinanvegin. Vanliga gekk ein tími, áðrenn lagt varð á at draga aftur. Fiskurin skal hava tíð til at taka. Tað er eisini eitt sindur ymiskt við tí. Hýsa tekur skjótari enn toskur. Tað var fiskur á hvørjum húki í tí seinasta vit settu. Eg haldi, at fiskurin hevur givið seg undan bátinum inn í rundingin, tá vit settu. Á tí, vit drógu seinni, var minni á, men tað var framvegis væl av fiski. Á midnátt høvdu vit tríggjar stamp­ar eftir at draga, tá fingu vit enda. Tá mátti siglast eftir eini miðju, vit fingu tó restina av línuni kortini, og koyrdu inn ímóti Mykinesi. Vestfallið rak hart tá móti streyminum. Men undir Mykinesi fingu vit suðurrákið innanfyri og komu so á Núgvunes og fóru tætt at landi. Vit fingu okkurt brotið, men komu aftur í øllum góðum. So tað bleiv ein góður túrur hjá okkum.

Tað skal eisini sigast, at Petur Skeel roynist eisini væl sum veðurmaður. Hann kenni eg eisini væl frá Sundi. Hann er kaldbaksmaður, hann er nakað yngri enn eg. Tað var tó so mikið av sambandi millum bygdirnar, at fólk kendust. Systur hansara Poula giftist annars við systkinabarni mínum Jákup Apol.

 

Hýsa er løgið fyribrigdi

Eitt merkiligt fyribrigdi er hýsa. Andreas í Tarti greiddi frá í FF-blaðnum, hvussu teir róðu út í 20-unum, og onkran vetur ikki fingu so mikið sum eina hýsu. Men eg kann minnast sum smádrongur, hvussu bátar kundu fiska uppí í Hvíthavinum, sum vit kalla grunnarnar sunnanfyri Flesjarnar. Teir seldu hýsuna í Vágsbotni í Havn. Hetta var bert heilt smá hýsa, ongantíð stór hýsa. Toskur hevur verið burtur til tíðir. Tað kann alt hava samband við hitan í sjónum. Tað sigst, at tað nú verður lýggjari. Hetta fer kanska at merkja at onnur fiskasløg fara at koma hendan vegin.

 

Kendi væl Pól á Nesi

Eitt árið vóru vit út fyri Saksun. Vit høvdu sett kalvalínu, vit drógu eina hálva línu og høvdu næstan einki fingið, kanska onkra spraggu. Tá rópar Pól av Trøllanesi á Tindi á okkum og spyr, hvussu tað gongst. Eg svari aftur sum er, at vit hava drigið helvtina, men hava einki fingið. Men tá byrjaði at bragda, og vit fingu ein góðan dag. Hann lúrdi uppá, at um vit fingu, so hevði hann eisini sett. Hesa ferðina hevði hann helst fingið meira burtur úr við ikki at lurta eftir okkum. Hevði Pól spurt seinni hevði hann eisini fingið at vita, at vit høvdu gott fiskarí.

Eg kendi annars væl Pól. Tað lá væl fyri at fiska hjá honum, hann var ein stak fittur maður. Tá vit lógu inni plagdu vit at fara umborð hjá hvørjum øðrum.