Nærmasti granni í Oslo: - Eg hoyrdi skotini væl

Tá kendi norski advokaturin, Tor Kjærvik, varð skotin, var grannin fyrstur á gátt - uttan at vita, um skuldsetti var rýmdur úr húsunum.

 

Tað var um kvøldið, hin 12. apríl í ár, at kendi norski advokaturin, Tor Kjærvik, varð skotin og dripin av soni sínum í egnum heimi í Oslo.

Sonurin, sum er í 30-árunum, situr nú varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava beint fyri pápa sínum, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava roynt at gjørt av við sambúgvan hjá pápanum, sum flýddi úr íbúðini og leyp yvir til grannan, tá sonurin byrjaði at skjóta. 

Talan er um sambygd raðhús.

Nærmasti granni var Kristian Nicolaisen, sum í fleiri ár var ríkisadvokatur, men sum nú er pensjóneraður. Hann sigur við Tv2.no, at grannakonan og sambúgvin hjá Tor Kjærvik kom leypandi inn til hansara og royndi at greiða frá tí, sum var hent. Lítla løtu eftir, at konan var komin á gátt, fóru Kristian Nicolaisen og sambúgvin inn í húsini, har skjótingin var farin fram. 

Tá fyrrverandi ríkisadvokaturin sá, hvussu vorðið var við grannanum, Tor Kjærvik, hugsaði hann, at hetta fer ikki at spæla væl av. Stutt eftir komu løgreglan og sjúkrabilur á staðið, og tey tóku sær av advokatinum, sum hevði fylt sjeyti ein mánaða fyri syrgiliga tilburðin. Men, lívið hjá advokatinum stóð ikki til at bjarga, og Tor Kjærvik varð staðfestur deyður.

Stutt eftir varð sonur hansara handtikin í einari høll, sum liggur umleið hálvan triðja kilometur burturi frá bústaðnum hjá pápanum. Tað var sonurin sjálvur, sum hevði ringt til løgregluna.

Men, visti fyrrverandi ríkisadvokaturin, Kristian Nicolaisen, hvar drápsskuldsetti var hesa løtu, tá tey fóru inn í íbúðina?

- Nei.

Hvussu upplivdi tú hetta?

- Eg havi upplivað ymiskt, so hetta gekk væl, sigur Kristian Nicolaisen.

Fyrrverandi ríkisadvokaturin sigur, at hann sat í raðhúsi sínum við veggin, sum er longst burtur burtur frá húsunum hjá Tor Kjærvik, tá skotini vórðu latin av. - Eg hoyrdi skotini væl, og so hendi alt ógvuliga skjótt, og sambúgvin kom inn til mín, sigur Kristian Nicolaisen, ið lýsir advokatin, sum ein góðan granna. 

Sambært upplýsingum hjá tv2.no hevði skuldsetti skotvápn við sær inni til pápan, og hann hevði eisini ringt og sagt, at hann kom, áðrenn hann framdi brotsgerðina.

Sambært verjanum hjá unga manninum, sum gjørdi av við pápa sín, John Christian Elden, vil verjin einki siga um sjálvt kanningararbeiðið. Men, sambært løgregluni hevur maðurin fortalt um sítt tilknýti til drápið, men formelt hevur hann enn ikki tikið støðu til skuldarspurningin. 

Ungi maðurin situr varðhaldsfongslaður, og tveir sálarsjúkulæknar skulu meta um, hvørt maðurin var við sítt fulla skil ella ei, tá brotsverkið varð framt. Hetta arbeiði fer sambært verjanum helst at vara fram til summarið.

- Maðurin kann ikki taka støðu til skuldarspurningin, fyrr enn kanningarnar eru lidnar og mett er um hansara sinnisstøðu, tá hendingin fór fram, sigur verjuadvokaturin, John Christian Elden.

Stuðulsadvokaturin, Ellen Holager Andenæs, umboðar sambúgvan hjá Tor Kjærvik, og hon sigur, at sambúgvin hevur tað ikki gott. - Ein slík hending er ikki nakað, sum bara gongur yvir. Hetta er ein skelkur, sum fer at vara leingi, og kvinnan hevur tað trupult, sigur stuðulsadvokaturin, Ellen Holager Andenæs, við tv2.no.