og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tey nú eru komin undir land við hesum. - Vit halda, at alt er klárt til sjálvan sangin. Sangheftini eru prentað, og longu nú ber til at avheinta hesi, men mest [...] jú so skjótt, at okkurt kann henda, og tá er gott, at alt trygdarliðið er til reiðar. Vit hava gjørt tað so, at vit hava trý lið av samarittum, sum standa við Løgtingshúsið, gamla Apotek og við Ráðhúsið [...] sjúkrabilar klárir beint uttan fyri Miðbýin, soleiðis at hesir alt fyri eitt eru á staðnum, gerst hetta neyðugt. Og í Ráðhúsinum hava vit eitt slag av yvirlitsposti, har fólk støðugt heldur eyga við mannamúgvuni
er aftast, men tær skulu í hvussu er hava við sær, at tær berjast um bóltarnar. Úrslitini eru ikki altíð komin teirra veg, men tað kann fara at koma. [...] tapt hvørt um annað. Tey hava á tann hátt gjørt munin upp til Mjølnir uppaftur størri enn neyðugt, um vit kunnu siga tað so. Mjølnir er best fyri Tað er eingin loyna, at Mjølnir er tað liðið í deildini, sum [...] Tíbetru fyri tvøráfólk, hevur tað eydnast teimum, at finna aftur á beint, og so løgið tað ljóðar, eru TB á øðrum plássi nú farið verður í jólafrí. Kortini er tað heilt burturvið at væntað at tvørágentur
skaftið tey síðstu árini, men enn langt er á mál. Serliga eru tað tey kravdu viðurskiftini frá landinum, sum kommunan er komin væl frá. Hetta eru fíggjarliga tungir postar, so tað gevur kommununi størri [...] Skopunar kommuna gjørdi eina útstykking í 2007, við 21 grundstykkjum. Einans níggju hús eru bygd síðani 2007, og hettar mugu vit fáa broytt. Listi B ferð at arbeiða fyri: • Grundstykkjapolitikki • Lækkaðum sk [...] verið, um tað kundi lækkað enn meira. Ein stórur partur av bygdini bleiv asfalteraður í 2016, men enn eru nakrir vegir eftir, sum treingja til at verða asfalteraðir. Skopun fekk nýggjan barnagarð í 2005 og
Sum vit komu norðureftir, minkaðu vit um ferðina, og tá ið vit komu norður ímóti Hagaleitið, har brennistøðin hjá IRF er, var ferðin einar 8-9 míl. Brandur segði, at vanligt er, at tveir mans eru á brúnni [...] hendi so tað, sum var orsøkin til sjófrágreiðingina í morgun. - Vit sigldu norður eystanfyri Suðuroynna, og tá ið vit nærkaðust, sigldu vit millum Borðoyarnes og Mjóvanes og síðan norður í Leirvíksfjørð [...] ein mann út. - Fyri at tryggja sær, at alt er í lagi, plaga vit at royna útbúnaðin á brúnni, áðrenn vit koma alt ov nær. Soleiðis plaga vit at royna umstýringina fyri at tryggja okkum, at skúvan snarar
StÍF-H71 29-29 (18-17) Kyndil-KÍF 40-22 (16-13) Vit hava skrivað tað fyrr, og mikukvøldið hendi tað aftur. Mansliðið hjá Kyndli er so smátt farið at líkjast einum greiðum favoritti til at vinna føroya [...] ein part av vanligu áskoðarunum heima við hús, í øllum førum í Havnini) vórðu tveir av dystunum, sum eru framskundaðir vegna altjóða luttøkuna hjá U18 landsliðnum, avgreiddir, og meðan Kyndil gjørdi av við [...] hevði tað týdning at vinna, eftirsum tað kundi roknast við, at Kyndil vann í Havn, og kappingin er nú komin so langt, at hvørt mist stig kann gerast dýrt. Dysturin endaði við javnleiki, og aftan á bar til at
at øll eru til arbeiðis. Í dag eru vit bara 20, greiðir hon frá. Sjálv var Sigrun 13 ár, tá hon fyrstu ferð kom til arbeiðis á virkinum. Í dag hoyrir hon til tann eldra endan: Starvsfólkini eru í dag millum [...] leingi sum eg orki. “Alt godt fra havet” Tað hevur verið rættiliga støðugt arbeiði á virkinum. Nú vit eru komin fram ímóti endan av mai mánaði, er tað serliga eitt einstakt fiskaslag ið tey arbeiða við. Tey [...] dáma okkara vørur. Eg veit so í øllum førum, at vit selja nógv - eina forferdiliga rúgvu, slær Sigrun Sivertsen fast Í fínari klæðum Arbeiðsfólkini eru vanliga eini 30 í tali, men mikudagin í farnu viku
heldur Eyðstein Poulsen, at tað er ógvuliga trupult at spáa um framtíðina. Tað eru tríggjar vikur eftir til ársbyrjan, og tað eru nógvir brikkar, sum skulu fella upp á pláss, áðrenn hann kann siga nakað um [...] nar við kvotuni á Flemish Kap. - Her hava ymiskar røddir verið frammi, og vit hava eina hóming av, hvør ætlanin er, tó at vit ikki hava fingið tað endaliga at vita. Aftur í ár bendir mangt á, at talan [...] á landgrunninum. - Vit hava verið ógvuliga skeptiskir hesa seinastu tíðina, nú tað eisini frættist, at óbrúktir dagar møguliga skulu dragast inn. Eyðstein Poulsen vísir á, at tað eru ógvuliga nógvar óvissur
mistøk og brend skot frá mótstøðuliðinum. Nakrir av áleyparunum hjá H71 eru eisini ivasamir. Hilmar Leon Jakobsen er ikki komin heilt fyri seg eftir skaða, og hóast hann spældi væl sunnudagin, so ber ikki [...] Í Hoyvík tekur H71 ímóti VÍF, og fyrru báðir dystirnir hava havt fullkomliga hvør sína søgu. Tað vit vita fer at henda, er at bæði liðini fara at trýsta leikferðina heilt upp í loft. Skjótálopsspælið [...] fram frá fyrra dystinum. Tað fara vestmenningar at vóna, at teir finna fram aftur í kvøld. Hóast vit vænta nógv mál, so verða tað verjurnar, og serliga eisini málverjarnir, ið fara at vera avgerandi munurin
bakka. Ársins Niðanfyri prentað vit trý tey fremstu innan ymsu bólkarnar, sum av einhvørjari orsøk vórðu vald til ársins av onkrum slag. Sponsorarnir innan ymsu bólkarnar eru viðmerktir. Ársins leikari, - [...] rættan hátíðardám í høllini. Alt riggaði Tá borðhaldið fór at nærkast endanum, var tíðin sjálvandi komin til kanska mest spennandi partin av gallakvøldinum. Ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast, [...] taka ímóti steypi og klappum. Niðanfyri verður úrslitið av atkvøðugreiðslunum prentað, men áðrenn vit lata hetta tala, skal viðmerkjast, at eins og restin av veitsluni, var sjálvur dansurin eisini væl
og aftur hesa ferð varð staðfest, at teir eru væl við, og so er spurningurin, hvussu teir fara at roynast á eitt túsund metrum. Vit hava frætt, at teir longu eru farnir til Havnar at venja á eitt túsund [...] túsund metra málið, var vinnarabáturin komin upp á síðuna av fjarbúgvunum, og so gekk, sum tað altíð var væntandi. Strálumenninir vístu enn eina ferð, at teir eru væl fyri. Tá bátarnir komu á mál var munurin [...] túsund metra málinum. 10-mannaførini Eysturoyingar eru bestir, vestmenningar eru næstbestir, og nú hava nólsoyingar sent havnarmenn afturum seg í kappingini um triðja plássið. Nýggi Suðuroyingurin var aftur