Tað hevur stórt sæð verið líka lítil spenningur í kappingini hjá kvinnunum, sum hjá monnunum.
Mjølnir hevur vunnið allar dystirnar uttan tann fyrsta móti TB, meðan hini liðini hava vunnið og tapt hvørt um annað.
Tey hava á tann hátt gjørt munin upp til Mjølnir uppaftur størri enn neyðugt, um vit kunnu siga tað so.
Mjølnir er best fyri
Tað er eingin loyna, at Mjølnir er tað liðið í deildini, sum er best fyri. Tær hava varðveitt meginpartin av fólkinum, sum spældi við í fjør, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til støðuga spæli.
Harafturat tykist eisini sum Mjølnir er einasta liðið, sum hevur neyðuga dirvi, tá tað kemur til at satsa í spælinum.
Einki er at ivast í, at frágreiðingin er, at tað júst er tí, at spælararnir hava spælt leingi saman.
TB hongur í
Tá kappingarárið byrjaði var tað TB, sum skuldi taka tyngsta takið.
TB hevði í fjør trý lið í teimum báðum ovastu deildunum, men nú er bert tað eina.
Tíbetru fyri tvøráfólk, hevur tað eydnast teimum, at finna aftur á beint, og so løgið tað ljóðar, eru TB á øðrum plássi nú farið verður í jólafrí.
Kortini er tað heilt burturvið at væntað at tvørágentur fara at gera nakað sum helst við Mjølnir, sum tískil stevnir trygt og beint ímóti meistaraheitinum.
Dráttur
skinklar minni
Tað hevur ongantíð eydnast vágakvinnum at vinna nakað stórvegis.
Spælið hevur verið ov svingandi til at kunna hála meistaraheitið til Vágoynna, men onkuntíð hevur eydnast at gera okkurt gott úrslit.
Spælið er ikki stórt øðrvísi enn tað var í fjør, og tað merkir, at tað er ov óvist við úrslitunum til at fáa tað stóra burturúr.
Hinvegin kann liðið, um tað tekur seg saman fáa nógv av skafti, men tað krevur eisini dirvið, sum vit enn ikki hava sæð frá Vágaliðnum.
Fleyr fánaði burtur
Hjá Fleyr fánaði spælið heilt burtur sammett við tað, sum ætlanin fyri árið segði.
Illa hevur hilnast og tað er keðiligt, men serliga keðiligt er tað, tá spælararnir ikki vísa neyðuga andan.
Hetta kann rættast upp á og tað er at vóna fyri tær at so verður.
ÍF er aftast, men tær skulu í hvussu er hava við sær, at tær berjast um bóltarnar. Úrslitini eru ikki altíð komin teirra veg, men tað kann fara at koma.










