Listi B ætlar at arbeiða fyri, at góða gongdin heldur fram í Skopun. Tað er nógv komið av skaftið tey síðstu árini, men enn langt er á mál. Serliga eru tað tey kravdu viðurskiftini frá landinum, sum kommunan er komin væl frá. Hetta eru fíggjarliga tungir postar, so tað gevur kommununi størri rásarúm til annað virksemi.
Skattaprosenti er lækkað úr 23,25% niður í 21%. Hetta er at gleðast um, og gleðiligt hevði verið, um tað kundi lækkað enn meira. Ein stórur partur av bygdini bleiv asfalteraður í 2016, men enn eru nakrir vegir eftir, sum treingja til at verða asfalteraðir.
Skopun fekk nýggjan barnagarð í 2005 og nýtt spælipláss er gjørt nú í 2020. Barnaskúlin bleiv útbygdur í 2016 og er sera væl útgjørdur.
Tað er nógv gott arbeiði gjørt í Skopun, men enn er langt á mál. Listi B hevur sett sær nøkur mál fyri at arbeiða fram móti at loysa.
Skopunar kommuna gjørdi eina útstykking í 2007, við 21 grundstykkjum. Einans níggju hús eru bygd síðani 2007, og hettar mugu vit fáa broytt.
Listi B ferð at arbeiða fyri:
• Grundstykkjapolitikki
• Lækkaðum skattaprosenti
• Ungdóminum
• Teimum eldru
• Grønari framtíð
• Betra um umhvørið runt skúlan
• Parkeringsviðurskiftum
• Bussskýlum
Listi B
Alt fyri Skopun - ung sum gomul