Alt hendir í tólvta tíma

- Soleiðis, sum politiska støðan er í løtuni, veitst tú sum fiskimaður ongantíð, hvat liggur fyri framman, sigur línuskipareiðari.

- Fiskiskipavinnan veit ikki, um hon er keypt ella seld, og tað órógvar ómetaligt, tá so stórar og týðandi avgerðir verða tiknar í tólvta tíma. Tað sigur Eyðstein Poulsen í Klaksvík, sum er reiðari á frystilínuskipinum Ågot, ið júst hevur gjørt ein góðan túr undir Føroyum.

 

Men, hvussu er reiðarin nøgdur við árið hjá Ågot? Hann sigur, at teir byrjaðu á Flemish Kap fyrst í hesum árinum, har fiskiskapurin var góður, og teir gjørdu tveir góðar túrar.

 

- Umframt at hava fiskað á ytru leiðunum í ár, var Ågot eins og undanfarnu árini eisini í Grønlandi og innhandlaði fisk. Men, í ár royndist hetta samstarv ikki so væl, tí avtalan helt ikki ætlaðu tíðina út.

 

Hann sigur, at eftir innhandling í Grønlandi, komu skip og manning heim, og síðan hevur Ågot fiskað undir Føroyum. Reiðarin heldur ikki, at teir kunnu kæra seg um árið, soleiðis sum tað nú lagaði seg.

 

Hinvegin heldur Eyðstein Poulsen, at tað er ógvuliga trupult at spáa um framtíðina. Tað eru tríggjar vikur eftir til ársbyrjan, og tað eru nógvir brikkar, sum skulu fella upp á pláss, áðrenn hann kann siga nakað um útlitini frameftir.

 

Reiðarin vísir á, at teir, sum standa aftan fyri Ågot, í løtuni ikki vita, hvar teir flóta, tí teir kenna ikki fyritreytirnar, og teir kenna heldur ikki neyvt fyritreytirnar við kvotuni á Flemish Kap.

 

- Her hava ymiskar røddir verið frammi, og vit hava eina hóming av, hvør ætlanin er, tó at vit ikki hava fingið tað endaliga at vita. Aftur í ár bendir mangt á, at talan enn einaferð verður um olympiskan fiskiskap.

 

Seinastu trý árini hevur Ågot loyst í Klaksvík 2. jólakvøld fyri at verða klárir á Flemish Kap, tá veiðan byrjar, tí tað er umráðandi at verða komin longu leiðina yvir, áðrenn olympiski fiskiskapurin byrjar.

 

Spurdur, hvussu hann metir støðuna á føroyska landgrunninum, vísir reiðarin á, at seinasta politiska útspælið er, at 10 prosent skulu takast av fiskidøgunum á landgrunninum.

 

- Vit hava verið ógvuliga skeptiskir hesa seinastu tíðina, nú tað eisini frættist, at óbrúktir dagar møguliga skulu dragast inn.

 

Eyðstein Poulsen vísir á, at tað eru ógvuliga nógvar óvissur í luftini hjá fiskiflotanum í løtuni, og hann heldur, at tað er eitt óneyðugt irriterings-moment, at alt hendir í tólvta tíma, og at tú sum fiskimaður ongantíð veitst, hvat liggur fyri framman.