Sjórættur
Skipari á Atlantic Navigator hendan túrin var Brandur Nólsoy, og tað var hann, sum var fyrstur í stólinum í sjórættinum í morgun.
Sakførari hansara, Óla Jákup Christoffersen, var maðurin, ið setti flestu spurningarnar undir sjófrágreiðingini.
Birgit Bjerring Andersen setti nakrar spurningar, og tað gjørdu sjórættarlimirnir eisini. Hesir spurningar vórðu settir meira fyri at lýsa hendingina út í æsir.
Tað var ein róligur Brandur Nólsoy, sum sat í stólinum í morgun. Á øllum brøgdum skiltist, at hann og manning hansara høvdu gjørt sítt besta fyri at umgangast tað, sum kortini hendi, tá ið tey 120 fólkini mánakvøldið vóru á veg til lands við fullum skipi eftir roynd í minni enn 20 dagar.
Brandur greiddi frá, at hann hevur siglt fyri JFK síðan ár 2000, og síðan 2003 hevur hann verið fastur skipari, fyrst umborð á Nærabergi og síðan í desember 2005 umborð á Atlantic Navigator.
Hann tók skipsføraraprógv í 1993 og hevur øll árini síðan verið sjómaður.
Við fullum skipi
- Vit loystu í Ánunum um kvøldið, 31. januar og løgdu leiðina suður á leiðirnar vestanfyri Írland. Tað tekur eini tvey samdøgur at sigla. Vit høvdu góðan fiskiskap og eftir minni enn 20 døgum var skipið fullfermt.
Birgit Bjerring Andersen spurdi, um hann legði til merkis, at alt ikki virkaði, sum tað skuldi, meðan tey vóru til fiskiskap.
Hon spurdi, um tað var nøkur “unormal manøvre”, sum hon tók til.
- Tað eru altíð onkrir smávegis trupulleikar og okkurt, sum skal gerast á einum slíkum túri. Maskinaríið er stórt, og tað er verksmiðjan eisini. Men vit høvdu ongar trupulleikar, sum mintu um teir, vit rendu okkum í, tá ið vit komu í Leirvíksfjørð.
Skiparin segði, at 17. februar var seinasti dagur, tey fiskaðu á hesum túrinum, og síðan bar leiðin heimaftur.
Um kvøldið 19. februar hendi so tað, sum var orsøkin til sjófrágreiðingina í morgun.
- Vit sigldu norður eystanfyri Suðuroynna, og tá ið vit nærkaðust, sigldu vit millum Borðoyarnes og Mjóvanes og síðan norður í Leirvíksfjørð. Veðrið var hampiligt, umleið 10-12 m/ sek. Ættin var eystaneftir, og hann segði meira vind.
Brandur segði, at hann sigldi við nógvari ferð norðureftir, og tað rak hart í Leirvíksfirði. Ferðin lá um 17 míl um tíman.
- Vit vóru heldur seinir á tí, og hann segði veksandi vind. Vit høvdu eisini lovað at verið inni í 22-tíðina.
Skiparin legði tó aftrat, at tað er vanligt at sigla við síkari ferð, og hann hugsaði eisini um, at skipið kundi sleppa avstað aftur sum skjótast, nú fiskiskapurin hevði verið so góður.
Varnaðust óráð
- Sum vit komu norðureftir, minkaðu vit um ferðina, og tá ið vit komu norður ímóti Hagaleitið, har brennistøðin hjá IRF er, var ferðin einar 8-9 míl.
Brandur segði, at vanligt er, at tveir mans eru á brúnni, tá ið skipið nærkast landi, og tí purraði hann ein mann út.
- Fyri at tryggja sær, at alt er í lagi, plaga vit at royna útbúnaðin á brúnni, áðrenn vit koma alt ov nær. Soleiðis plaga vit at royna umstýringina fyri at tryggja okkum, at skúvan snarar og skipið kann bakka.
Men longu tá varnaðist skiparin á Atlantic Navigator, at alt ikki var, sum tað átti.
Hann fekk ikki handtakið til speedaran og umstýringina heilt niður á null, sum hann tók til.
- Handtakið mátar í prosentum, men vildi illa heilt niður. Spakuliga kom tað tó heilt niður á null.
Hesa løtu hevði skipið onga ferð.
- Eg rópti niður í maskinrúmið og segði, at vit høvdu trupulleikar, men har dugdu teir ikki at síggja, at nakað var galið. Vit hava tvær slíkar skipanir umborð, men heldur ikki hin skipanin virkaði. Í maskinrúminum bóðu teir nú um at fáa “kommandoina” niður, men tað loysti heldur ikki trupulleikarnar.
Atlantic Navigator lá nú bara og dreiv móti landi við ongari skrúvu.
- Eg sá, at hetta fór ikki at ganga og gav boð um at koyra ankarið út, men tað gekk ikki í fyrstu syfti.
Knappliga fór alt el umborð á skipinum, sum lá í myrkri eitt bil.
- Vit høvdu nú black-out. Høvuðsróðrið virkaði ikki, ei heldur neyðróðrið, og vit fingu ikki ankarið út, legði Brandur aftrat.
Streymurin var bara burtur eitt lítið bil.
Einki virkaði
- Eg leyp fram enn einaferð fyri at royna at fáa ankarið út, og hesaferð eydnaðist tað, men nú byrjaði skipið eisini knappliga at sigla aftur.
Brandur helt, at hann kanska var burtur av brúnni í umleið ein minutt.
- Skipið fekk nú fulla ferð og stevndi beint ímóti Kunoyarnesi. Eg royndi at taka ferðina av, men einki virkaði, hvørki róður ella eykaróður. Tí bað eg um, at motorarnir vórðu sløktir.
Men tá var einki at gera, tí stoyturin kundi ikki umgangast.
Skiparin segði, at síðuskrúvurnar gera lítlan og ongan mun, tá ið skipið siglir við fullari ferð og í hesi løtu, nú alt bendi á, at skipið kortini fór at stoyta, helt hann, at best mundi vera, um skipið stoytti við gronini fyri.
- Tá ið ikki bar til at umgangast stoytin, royndi eg at gera tað, eg kundi fyri at minka um skaðan, sum skipið fór at fáa.
Brandur helt, at ankarið, sum var úti, gjørdi størri skaða enn gagn.
- Tað var kanska gott, at ankarið ikki bleiv fast, tá ið vit vóru komin heilt inn móti landi, tí tá kundi skipið komið at ligið tvørt fyri landi, og so hevði skaðin ivaleyst verið uppaftur størri.
Longu, tá ið skiparin varnaðist, at alt ikki ruggaði rætt, sendi hann boð eftir sleipibátinum Ziska, sum longu var komin út til skipið, tá ið tað fór á land.
Av skipum
- Veðrið var gott, og tað gekk væl at fáa fólkið av skipinum. Øll vóru komin í yvirlivilsisdraktirnar og vóru farin niður á dekkið, har neyðútgongd er.
Brandur segði, at í fyrsta umfari fóru tilsamans 89 fólk av skipinum.
- Nú vóru onnur skip og bátar komin til hjálpar, og Ziska kundi tí flyta fólkini umborð á onnur skip, eitt nú línubátin, Ågot.
Brandur Nólsoy segði, at tað gekk ógvuliga væl at fáa manningina av Atlantic Navigator.
Í sjórættinum í morgun vórðu eisini aðrar avhoyringar í sambandi við hendingina, men tá ið Sosialurin hevði evstamark fyri blaðgerðini stutt fyri middag, eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa allar frágreiðingarnar við í blaðið.