Ongantíð áður hevur spenningurin um sigrarnar verið so lítil í øllum kappingunum, sum hann hevur verið higartil í ár. Teir seks vinnararnir á norðoyastevnu vunnu aftur í Hósvík, á jónasøku svipsaði tað hjá gentunum umborð á Havfrúnni og teimum umborð á 8-mannafarinum Ørvi, men í Fuglafirði varð alt sett uppá pláss aftur.
5-mannafør dreingir
Hetta er tann kappingin, sum ofta hevur víst seg at vera kappast. Bátarnir plaga at koma bóltandi á mál í einum stórum trunka, men soleiðis er ikki í ár. Nýggi vestmannabáturin hevur vunnið allar kappingarnar, og í Fuglafirði vann hann so sannførandi, sum hann ikki hevur gjørt áður.
Havfrúgvin var fremst allan vegin, og tíðarmunurin boðar frá, at tað var leyst og gott og væl tað aftur til vágsdreingir, sum rættuliga tykjast vera komnir fyri seg, og aftur vunnið í einastu kappingini, sum var, nevniliga um næstfremsta plássið.
6-mannafør kvinnur
Her var lítil kapping. Jarnbardur skræddi seg framum beinanvegin, og so vóru tað tær, ið stýrdu kappingini. Stríðið um nsætfremsta plássið var væl størri, og tað vunnu tær umborð á argjabátinum Lómi. Tað var kortini ikki leyst aftur til grannarnar í Havnar Róðrarfelag umborð á Gongurólvi.
Frá Gongurólvi og aftur til Snopprikkin var leyst, meðan tað var lítil munur aftur til Riddaran. Í hesari kappingini gekk ikki so væl hjá Sølmundi, sum var væl aftast.
5-mannafør gentur
Setningurin hjá vágagentum umborð á Ørnini var, at tær skulu endurtaka sigurin frá jóansøkuni og harvið sjálvar avgera, um tær skuldu endurvinna FM heitið, ið tær hava átt tey bæði undanfarnu árini.
Vágagenturnar hildu seg á jóansøku hava bast trupulleikanum, sum tær søgdu seg hava havt í undanfarnu kappingunum, og ta einu løtuna tóktist tað, sum um tær aftur skuldu vinna. Havfrúgvin var væl við beinanvegin, meðan tær umborð á Ørnini vóru eitt sindur tøvandi, men tá hálvt málið var rógvið, tóku tær umborð á Ørnini seg saman og fóru framum. So togaðust bátarnir um fyrsta plássið í eina góða løtu, men á málinum vóru vestmannagentur drúgvari. Tað var ikki leyst millum bátarnar, men Havfrúgvin fekk sjey stig, og nú skal vilja illa til, um tær ikki fara at vinna FM.
Vert er at leggja til merkis, at gentukappróðurin hevur tað gott í Vágum. Súlan úr Sørvági hevði undan leygardegnum ikki gjørt nakrar serligar skreytir, men hesa ferð endaðu tær á triðja plássinum. Klaksvíksgentur umborð á Fípuni Føgru vóru aftur væl við í kappingini. Eina løtu vóru tær næstfremstar, tær endaðu á fjórða plássinum, og tað tykjast vera knotir í teimum.
6-mannafør menn
Sølmundur hevði ein góðan start, og eftir fyrsta spruttið var hann ein lítlan skut frammanfyri hinar bátarnar. Men so fór myndin at líkjast sær sjálvari. Hvessingur blandaði sg uppí, og tá bátarnir komu á eitt túsund metra málið, var vinnarabáturin komin upp á síðuna av fjarbúgvunum, og so gekk, sum tað altíð var væntandi.
Strálumenninir vístu enn eina ferð, at teir eru væl fyri. Tá bátarnir komu á mál var munurin fram til Hvessingin ikki meiri enn ein hálv bátslongd, og tað var stutt aftur til Sølmund og Kollfirðing. Hetta kundi boða frá, at tað verður spenningur í, tá tað verður róð á eitt túsund metrum, men nú fáa vit at síggja, hvat teir í Hvalvík Streymesi ætla í Sandavági og á ólavsøku.
8-mannaførini
Spenningurin var stórur, og tað sást aftur í, at bátarnir tóku á, tá startdómarin hevði rópt klárir. Allir uttan Fríggjarin fingu gula kortið.
Í kappingini sprakk Sjóriddarin avstað, og tað gekk ein løta, áðrenn teir báðir bátarnir, sum tað varð roknað við skuldu kappast um fremsta plássið, komu upp í kappingina. Men so settu teir á Ørvi ferð á, og teir drógu frá bæði Miðvingi og Argjabátinum, sum høvdu stóra kapping um næstfremsta plássið.
Á síðstu metrunum royndu teir umborð á Miðvingi at eta seg inn á Ørvin, men tað eydnaðist ikki. Ørvur var meiri enn eina hálva bátslongd fremstur á mál í mest spennandi róðrinum, og argjamenn og miðvingar vóru mest sum javnir, men argjamenn vóru drúgvari.
Víkarbáturin hevur verið stúttur aftanfyri teir fremstu higartil í ár, og aftur hesa ferð varð staðfest, at teir eru væl við, og so er spurningurin, hvussu teir fara at roynast á eitt túsund metrum. Vit hava frætt, at teir longu eru farnir til Havnar at venja á eitt túsund metra málinum.
10-mannaførini
Eysturoyingar eru bestir, vestmenningar eru næstbestir, og nú hava nólsoyingar sent havnarmenn afturum seg í kappingini um triðja plássið. Nýggi Suðuroyingurin var aftur aftast hesa ferð (Kjølur var ikki við), men síðsti teinurin boðaði frá, at tað skal ikki so nógv afturat til, áðrenn suðuroyingarnir fara at taka Havnarbátin.
Teir í Havnar Róðrarfelag høvdu vónað og eisini roknað eitt sindur við, at tað í ár fór at eydnast hjá teimum at geva Eysutroyinginum kapping, men tað hevur ikki eydnast, og nú tykist sum um teir við drekastevninum mest sum hava givið skarvin yvir.
Vit hava nevnt, at tað ivaleyst verður met, um Eysturoyingur fer at vinna allar róðrarnar í tvey ár upp í slag, og eftir sum vit hava hoyrt, so er talan um met, síðani skipanin við at geva stig kom í gildi í 1973. Men nú er tað okkum kunnugt, at tað áður er komið fyri, at ein bátur hevur vunnið fleiri ár á rað, og skulu teir umborð á Eysturoyingi gera nakað við ta metið, so skulu teir halda fram nakað afturat. Áttamannafarið Miðvingur vann seinnapartin í fimti árunum allar róðrarnar á øllum stevnunum trý ár upp í slag, men so skal leggjast afturat, at stevnurnar vóru ikki so nógvar tá, sum tær hava verið tey nógvu seinnu árini.