Joensen. Tað fer at ganga long tíð áðrenn Pál fer at koma yvir tað, sum hendi í London, men hann er ikki sinnaður at fella í fátt. «Eg havi verið harður við meg sjálvan síðani tað hendi. At tað kiksar so [...] havi ikki verið nógv á netinum meðan leikirnir hava verið, men sum eg havi skilt tað á lagnum, so hava stuðlað mær nógv. Líka mikið hvussu tað gongur, so fái eg altíð stuðul úr Føroyum og tað veit eg av [...] tóma heim. Tað er ongin ivi um at hetta er ein maður, sum hevur nógvar tankar í høvdinum. «Hatta er ikki tað, sum burdi hend í mun til fyrireikingarnar. Tað er ein torførur biti at svølgja. Tað hevur gingið
Hansen, Eyðun Mørkøre og Súna Schwartz Jacobsen, red). Tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum uttan at svara aftur, og har haldi eg, at tað hevði verið hóskandi, at ein uttanfyristandandi instansur sigur [...] uppgáva verður at tryggja trúvirðið hjá stovninum. Tað kann tó hugsast, at tá ið Johnny í Grótinum vendir sær til fjølmiðakærunevndina, at hann ger júst tað øvugta. - Eg skilji, at onkur heldur hetta undirgravar [...] undirgravar trúvirðið hjá Kringvarpið, men tað er júst tað øvugta eg vil við hesum, sigur kringvarpsstjórin. Spurningurin er, um fjølmiðlakærunevndin yvirhøvur kann viðgerða ein slíkan fyrispurning, tí kærunevndin
journalistur, hevur kent seg illa viðfarnan ella at hava verið fyri ágangi í sambandi við starvið sum journalistur. Gott og væl fimti hvør hevur beinleiðis verið fyri hóttanum. Hóttanirnar eru m.a. um harðskap [...] heima. Trýstur á ymsan hátt." og aftur ein annar skrivar: "Eg havi verið úthongdur á sosialum miðlum, har fólk hava sagt líkt og ólíkt. Tað veri seg bæði um journalistiskt avrik og útsjónd. Verbal álop frá [...] hava verið alt annað enn hugalig at hoyra og lesa." Felagið hevur býtt spurningarnar innan hetta upp í "ágang" og "hóttanir". - Spurd um beinleiðis hóttanir svara 21,9 prosent, at tey hava verið fyri
barna-prixið fyrr í ár, sigur Marjun Anna. - Hon var ordiliga góð, og haldi eg faktist, at hon hevur verið tað besta inntil víðari, sigur Margreta. Sum nógvar aðrar føroyroyskar 10-12 ára gamlar gentur, so hava [...] Direction úr Onglandi høvdu verið mega kul at hoyrt, sigur Margreta. - Ella Justin Bieber. Men eg skal til konsert hjá honum um ikki so langa tíð, so kanska One Direction høvdu verið best, sigur Marjun Anna
heldur tað verða undir alt lágmark, at tað ferð aftaná ferð kann staðfestast, at tað ikki eru teir bestu leikararnir í føroysku kappingini, ið verða úttiknir til landsliðið. Fyri mær at síggja, sær tað út [...] sigur Allan Mørkøre seg ivast í, hvør tað er í veruliga stendur fyri úttøkuni. Klaksvíkingurin sigur, at í hansara verð er tað eingin ivi um, at tað er Jógvan Martin Olsen, sum stýrir tí heila. Sjálvur heldur [...] ivast stórliga, um tað er nóg gott hjá einum føroyskum landsliðsleikara at verða eykamaður á einum botnliði í næstbestu donsku deildini. Tvørturímóti heldur Allan, at tað hevði verið nógv betur við leikarum
-Tí hevði eg ikki hildið tað verið órímiligt, um mentamálaráðharri okkara, Jógvan á Lakjuni var til staðar í finaluni og fekk sær pláss á fremsta beinki. -Hetta hevði verið til sera stóra uppmuntring [...] er einki minni enn ótrúligt, tá ein hugsar reint tónlistarliga. Men hetta er meiri enn tað: Hon hevur eisini verið við til at gera eitt fantastiskt PR fyri okkum sum ferðavinnuland. -Spurningurin er bert [...] fyri stovnar og fyritøkur í Føroyum vóru við. Sambært Johan hevði hetta ikki kostað tað nógva, tí ein hevði fingið tað innaftur mangar ferðir í goodwill og handilssambondum. -Eg haldi, at vit hava dugað
vent í holuni. Ungarn rann undan í fyrra hálvleiki og var á odda heili 16-8 í hálvleikssteðginum. Tað endaði við, at Ungarn vann dystin 28-25. Ein, sum var við til at minka um munin í seinna hálvleiki [...] tó fyri, at Jóhan á Plógv Hansen hóast alt ikki sleppur við til HM. Í venjingardystunum hevur hann verið avloysari fyri Hans Lindberg, sum nú er í bata og, sambært TV2, fer at venja róliga aftur í morgin
Starvsstovuni. - Eg ætli mær at koma heim, tá eg eri liðug at lesa. Eingin ivi um tað. Spurningurin er bara um nakað arbeiði er. - Tað er nevniliga ikki so lætt at fáa arbeiði innan hetta økið í Føroyum, sigur [...] - Jú, eg var øgiliga glað, tá eg fekk tað at vita, sigur Maiken. Seinnapartin í gjár var hon eisini ein teirra, sum leitað sær niðan á Posthúsið á Óðinshædd eftir týdningarmikla brævbjálvanum við svarinum [...] fingið at vita um upptøkuna fyri trimum vikum síðani. Nú fyrilá so endaliga svarið. - Hetta er akkurát tað, sum eg havi ætlað mær, sigur hon. Nú er so tíð at rigga seg til flytingina til danska høvuðsstaðin
Víðari segði løgmaður, at í Føroyum er tað almenna ein stórur brúkari av KT, og at tað almenna tí eisini er ein høvuðseftirspyrjari eftir nýggjum KT loysnum: - Tað almenna skal verða ein dugnaligari kundi [...] útlendskar fyritøkur. Tað almenna hevur í fleiri førum roynt nýggjar KT-skipanir, og soleiðis verið við til at ment skipanir, sum føroyskar fyritøkur eru farnar út í heim við. Tað almenna vil ganga á odda [...] KT-nýtslu og búskaparvøkstur. Og at tað í 2006 er torført at síggja stóran búskaparvøkstur, uttan at vit eru við í fremstu røð innan KT: - Vit eru væl við á fleiri økjum. Men tað er alneyðugt at hava útbúgvingar
44 prosentum, og hann heldur eisini, at tað ikki kann góðtakast. Kannar hvat kann gerast Landsstýrismaðurin bað um eina frágreiðing í málinum, og nú verður tað tikið upp í Almanna- og Heilsumálastýrinum [...] til at verða ein rakstrarbundin játtan. Um hetta ikki var gjørt, hevði eingin trupulleiki verið, tí so hevði tað var eitt lógarkrav, at fullur stuðul var veittur til umsorganararbeiði, sjálvt um farið var [...] Hans Pauli Strøm viðgongur, at tað er ógvuliga seint í árinum, at teir ymisku stovnarnir, ið bjóða ymisk dagtilboð til pensionistarnar, hava fingið boð um, at teirra rakstrarstuðul frá Almannastovuni er