- Journalistar í Føroyum fyri hóttanum og ágangi

Ein nýggj kanning avdúkar, at 25,7 prosent av journalistum í Føroyum kenna seg fyri ágangi.

Felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt eina støðulýsing av føroyska miðlaheiminum, sum hann sær út ídag. 187 fólk, sum antin hava eina journalistiska útbúgving ella javnan framleiða journalistiskt tilfar til føroysku miðlarnar, hava fingið umfatandi spurnarblað, og svarini eru síðani viðgjørd og sett í ein størri samanhang.

 

– Og nógv er at fegnast um. Útbúgvingarstøðið millum journalistarnar í Føroyum er høgt, arbeiðsloysið er lágt og teimum flestu dáma sítt starv. Men støðulýsingin vísir eisini á stórar avbjóðingar fyri journalistiska yrkið. Talan er um avbjóðingar, sum tilsamans gera uppgávuna hjá miðlunum at hava vakið eyga við valdinum óneyðuga trupla, skrivar felagið í kanningini, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í. 

 

– Meiri enn triði hvør, sum starvast sum journalistur, hevur kent seg illa viðfarnan ella at hava verið fyri ágangi í sambandi við starvið sum journalistur. Gott og væl fimti hvør hevur beinleiðis verið fyri hóttanum. Hóttanirnar eru m.a. um harðskap og forfylging. Eisini valdsmiklir persónar og sterkir myndugleikar kunnu hava ein hóttandi atburð, siga journalistarnir, skrivar felagið í kanningini. 

 

Í kanningini stendur at lesa: 

 

"Meiri enn ein triðingur kennir seg at vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sambandi við starvið sum journalistur. Spurd, um tey beinleiðis eru fyri ágangi, svara 25,7 prosent "Ja" - tað er 46 av 129 persónum. 30,2 prosent siga "Ikki beinleiðis", og 34,1 prosent siga "Nei".

 

Her eru nakrar av teimum 45 lýsingum av, hvussu fólk kenna seg fyri ágangi: Ein skrivar:

 

"Lagdur undir at renna ørindir fyri ávís fólk - tó at eg kann siga við vissu, at tað havi eg ongantíð gjørt.”

 

 

Ein skrivar soleiðis:

 

"Havi upplivað telefonchikanu og hóttanir eftir kritiskan journalistikk, sum fekk avleiðingar fyri ein valdspersón."

 

 

Ein annar, at:

 

"Uppringdur heima. Trýstur á ymsan hátt."

 

 

og aftur ein annar skrivar:

 

"Eg havi verið úthongdur á sosialum miðlum, har fólk hava sagt líkt og ólíkt. Tað veri seg bæði um journalistiskt avrik og útsjónd. Verbal álop frá fullum fólki í býnum kemur meira enn so fyri, og politikarar smæðast heldur ikki við óhøviskum atburði og útspilling á alljósum degi. Onkra dulda telefonuppringin, sms og teldupost havi eg eisini fingið, sum hava verið alt annað enn hugalig at hoyra og lesa."

 

Felagið hevur býtt spurningarnar innan hetta upp í "ágang" og "hóttanir". - Spurd um beinleiðis hóttanir svara 21,9 prosent, at tey hava verið fyri beinleiðis hóttanum. 23,4 prosent svara: "Ikki beinleiðis", og 54,7 prosent svara: "Nei", skrivar felagið.

 

28 persónar hava skrivað dømir um hóttanir í sínum svari: "Millum annað eftir ein rættarfund, tá ein maður, sum var dømdur fyri grovt lógarbrot, hótti við, at hann visti, hvar eg og mín familja búgva."

 

Ein annar skrivar:

 

"Arbeiddi á sinni við einum nógv umrøddum sosialmáli. Tá kendi eg meg hóttan av myndugeikunum."

 

Aftur ein annar skrivar soleiðis:

 

"Náttarshikana og hóttanir umvegis telefon eftir kritiskan journalistikk, sum kostaði viðkomandi starvið."

 

Onkur er hóttur við harðskapi:

 

"Hóttan um harðskap orsakað av eini kritiskari søgu/avdúking." "Hóttur við forfylging."
"Hóttur eftir lívinum og við rópum í m. a. bussinum ella á gøtuni." "Hóttan um avsmurning.” 

 

Í kanningini skrivar felagið Føroysk Miðlafólk, at sum heild halda fólk, at lønin er ov lág sammett við ta ábyrgd og tær arbeiðsumstøður, sum fylgja við starvinum sum journalistur. Men hóast starvið sum journalistur fyri tey flestu hevur sosialar avleiðingar, og onkur kennir seg og familjuna vera fyri órætti og hóttanum, hugsa lutfalsliga fá av álvara um at skifta starv. Ein lítil helvt umhugsar tað "av og á". Meira enn helvtin hugsar als ikki um at skifta starv, og ein lítil fjórðingur sigur seg elska starvið sum journalistur.