- Jógvan Martin stýrir føroyska landsliðnum

Ein av hetjunum frá minniliga dystinum móti Eysturríki í Landskrona, Allan Mørkøre, heldur, at tað er alt ov nógv, sum ikki ruggar rætt í sambandi við føroyska landsliðið. Sjálvur heldur Allan, at tað í veruleikanum er Jógvan Martin Olsen, ið stýrir tí heila

Mangan hevur man hoyrt, at fólk í føroyska fótbóltsheiminum hava sett spurnartekin við føroyska a-landsliðið, og hvussu liðið verður úttikið. Klaksvíkingurin Allan Mørkøre, sum hevur spælt ikki færri enn 54 dystir á landsliðnum, loysir nú frá posabandinum.

Henrik Larsen einki siga
Allan sigur, at hann dugir ikki at skilja, at FSF kann liva við einum venjaraparið, har høvuðsvenjarin býr í Danmark og bert av og á vitjar í Føroyum, meðan hjálparvenjarin venur eitt føroyskt 1. deildarlið, og tí ikki fær ferðast runt og hugt eftir landsliðsevnum. Allan Mørkøre heldur tað verða undir alt lágmark, at tað ferð aftaná ferð kann staðfestast, at tað ikki eru teir bestu leikararnir í føroysku kappingini, ið verða úttiknir til landsliðið. Fyri mær at síggja, sær tað út til, at føroyska landsliðið er eitt lukkað land, og tað skal óvanliga nógv til, áðrenn portið til lukkaða landið verður latið upp, sigur klaksvíkingurin. Allan Mørkøre, sum var fyrsti landsliðsleikarin, ið rundaði teir hálvthundrað dystirnar, sigur seg ikki duga skilja, at menn sum Hans á Lag, Ove Nysted og Símun Eliasen. Hetta eru menn, sum nú í fleiri ár hava verið millum teir allarbestu í føroysku kappingini, uttan at teir hava fingið møguleikan á landsliðnum, sigur Allan. Hinvegin skal tað eisini ómetaliga nógv til, áðrenn nakar spælir seg av liðnum aftur, heldur Allan og leggur afturat, at eftir hansara tykki eru tað fleiri landsliðsleikarar, ið hava spælt seg av fleiri ferðir, hóast hann heldur, at stamman á liðnum er í lagi. Allan Mørkøre sigur, at eftir hansara tykki er føroyska landsliðið í dag ikki mannað við teimum bestu leikarunum, ið vit eiga. Tað tykist sum um, at teir ungu leikararnir skulu hava møguleikan heldur enn at royna royndari og sterkari kreftir.
Tá ið tað kemur til úttøkuna av landsliðnum, sigur Allan Mørkøre seg ivast í, hvør tað er í veruliga stendur fyri úttøkuni. Klaksvíkingurin sigur, at í hansara verð er tað eingin ivi um, at tað er Jógvan Martin Olsen, sum stýrir tí heila. Sjálvur heldur Allan, at Henriki Larsen bara er settur, tí at FSF vil hava eitt stórt navn sum høvuðsvenjara. Allan Mørkøre sigur seg vita frá fleiri landsliðsleikarum, at danin er stak fittur, men hann hevur millum lítið og einki at siga.

Ongar garderingar í sambandi við avboð
Tað er eisini undrunarvert, at tá ið onkur meldar avboð, so verður tað ikki garderað fyri hesi avboð. Við hesum meini eg, at tá ið t.d. ein áleypari meldar avboð, so verður kanska ein verjuleikari úttikin í staðin, og tað gevur onga meining, sigur Allan Mørkøre. Eitt gott dømi um hetta var, tá ið vit í fjør leiktu móti skotum á útivølli. Til tann dystin høvdu bæði Pól Thorsteinsson og Johannus Joensen, ið stríðast um høgra bakkpláss, meldað avboð, men eingin bakkur bleiv úttikin ístaðin. Heldur valdu venjararnir at seta ein óroyndan miðvallaleikara, sum lítlar og ongar royndir hevði við at leika sum verjuspælari, á hetta pláss, og tað kom eisini at kosta, heldur Allan Mørkøre. Eisini sóu vit herfyri, tá ið landsliðið fór á venjingarlegu í Spania, at ein málverji og ein miðvallaleikari melda avboð, og at ein verjuleikari og ein áleypari verða úttiknir ístaðin. Tað er fullkomiliga burturvið, sigur Allan Mørkøre.
Somuleiðis haldi eg, at tað er ein trupulleiki, at alt ov nógvir av okkara landsliðsleikarum ikki spæla sama pláss á landsliðnum, sum teir gera til dagligt í felagi sínum. Hetta ger, at teir ikki eru so vanir við sítt pláss á liðnum, og tað sæst sjálvsagt aftur á spælinum.

Er støðið hjá útisetum nøktandi
Viðvíkjandi teimum leikarum, ið leika uttanlands, loyvir Allan Mørkøre sær eisini at seta spurnartekin. Hann sigur seg ivast stórliga, um tað er nóg gott hjá einum føroyskum landsliðsleikara at verða eykamaður á einum botnliði í næstbestu donsku deildini. Tvørturímóti heldur Allan, at tað hevði verið nógv betur við leikarum, sum hvørja viku spæla tættar dystir í fremstu føroysku deildini. Dagsformurin er alfa og omega, og hann er nógv betur hjá heimligu spælarunum, sum spæla hvørt vikuskifti, enn hann er hjá teimum, sum sita á beinkinum í Danmark, vísir Allan Mørkøre á. Í mínari verð merkir tað, at man spælir við Fremad Amagar, ikki tað sama sum at man er tryggjaður ein landsliðssess, heldur klaksvíkingurin. Eykaliðið hjá Fremad Amager spælir á støði beint oman fyri ÍF Føroyar, so tað er nær við, at man eisini skuldi hugt har eftir landsliðsevnum, sigur Allan. Sjálvur hevur Allan Mørkøre spælt í bestu íslendsku deildini, og hann heldur støðið har verða væl hægri enn í næstbestu donsku deildini.
Eisini heldur Allan Mørkøre tað verða undrunarvert, at orka verður løgd í at leita eftir hálvum føroyingum, sum møguliga kunnu spæla á føroyska landsliðnum. Hetta er ikki serliga motiverandi fyri teir ungu spælararnar her heima, heldur hann og sigur víðari, at tað tykist sum um at lítil og eingi krøv verða sett til hesar leikarar. Spæla teir á rímuligum støði, sum t.d. donsku 2. deild, so verða teir mettir nóg góðir til landsliðið, og tað er skeivt, sigur Allan.

Skippa venjaraparið
Sambært Allan Mørkøre er Fótbóltssamband Føroya alt ov lítið kritiskt, tá ið tað kemur til venjaraspurningin. Hann heldur, at tað er eitt sjálvsagt krav, at venjarin býr í Føroyum, og at venjaraparið hvørt vikuskiftið ferðast runt og hyggur eftir dystum í bestu føroysku deildini. Sjálvsagt skulu teir eisini halda eyga við útisetunum, men nógv tann størsti parturin av landsliðsevnum er at finna her heima á klettunum, sigur Allan. Sum nú er, virkar tað næstan sum um, at venjarastarvið bert er eitt frítíðarítriv hjá Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen, sigur klaksvíkingurin.
Allan Mørkøre ivast ikki í, at peningurin fyri at hava teir báðar Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen sum venjarar røkkur langt, og hansara ráð eru tí, at farið verður undir at finna ein minni kendan venjara við góðum pappírum, sum er sinnaður at búgva her á landi og fylgja við í føroysku kappingini.
Ofta hevur man hoyrt, at FSF hevur eygleiðarar, sum fylgja við í, hvussu tað gongur úti í feløgunum, men hetta trýr Allan Mørkøre als ikki uppá. Hann sigur seg ivast í, um tað yvirhøvur er nakað samskifti millum landsliðsvenjararnar og venjararnar í feløgunum, og tað ber ikki til, tí eftir hansara tykki er tað alneyðugt, at Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen fylgja við í gongdini hjá teimum einstøku spælarunum. Allan Mørkøre viðgongur tó, at landsliðið hevur fingið nøkur heilt góð úrslit undir Henrik Larsen, men hann heldur, at tað er fyrst og fremst leikarunum fyri at takka.