- Tað hongur ein ákæra í leysum lofti, nú ein grannskoðari ákærir okkum fyri lógarbrot, sigur Johnny í Grótinum.
Heldur óvæntað hevur Johnny í Grótinum vent sær til fjølmiðlakærunevndina í sambandi við dekningin hjá stovninum av skattamálinum.
Orsøkin er, at Símun Absalonsen, grannskoðari, í farnu viku skrivaði tíðargrein í Sosialinum, har hann er sera atfinningarsamur móti Kringvarpinum.
Les eisini: Tíðargrein: Karaktermorð fyri almennar liscenspengar
- Hann ákærir okkum fyri lógarbrot í sambandi við, hvussu vit hava viðgjørt teir tríggir høvuðspersónarnir í skattamálinum (Jørn Astrup Hansen, Eyðun Mørkøre og Súna Schwartz Jacobsen, red). Tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum uttan at svara aftur, og har haldi eg, at tað hevði verið hóskandi, at ein uttanfyristandandi instansur sigur sína hugsan um málið, sigur Johnny í Grótinum.
Kringvarpsstjórin ger tó greitt, at hann er ósamdur í atfinningunum hjá Símuni Absalonsen, og at hann hevur álit á tí, sum stovnurin hevur gjørt í sambandi við skattamálið.
- Eg havi boðað starvsfólkunum frá, at vit fara at eftirmeta skattamálið og somuleiðis gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu vit eftirmeta og hvussu vit dekka so tung mál sum hetta, sigur Johnny í Grótinum.
Nýggi kringvarpsstjórin hevur mangan ført fram, at hansara fyrsta uppgáva verður at tryggja trúvirðið hjá stovninum. Tað kann tó hugsast, at tá ið Johnny í Grótinum vendir sær til fjølmiðakærunevndina, at hann ger júst tað øvugta.
- Eg skilji, at onkur heldur hetta undirgravar trúvirðið hjá Kringvarpið, men tað er júst tað øvugta eg vil við hesum, sigur kringvarpsstjórin.
Spurningurin er, um fjølmiðlakærunevndin yvirhøvur kann viðgerða ein slíkan fyrispurning, tí kærunevndin hevur ikki til uppgávu at eftirmeta miðlar, men er heldur ein instansur hjá Føroya fólki at nýta, um tey uppliva seg illa viðfarin av miðlunum.
- Eg veit ikki enn, um fjølmiðlakærunevndin kann viðgerða málið, sigur Johnny í Grótinum.
Hann ger tó greitt, at hann hevur álit á tí, sum Kringvarpið hevur gjørt í sambandi við skattamálið. Samstundis sigur hann, at hetta er ein liður í at eftirmeta dekningin av skattamálinum. Tað er tó ákæran frá Símuni Absalonsen, sum er orsøkin til fyrispurningin hjá kringvarpsstjóranum til fjølmiðlakærunevndina. Ein ákæra, sum kringvarpsstjórin ætlar at svara fyrsta dagin.










