Havnagenturnar, Marjun Anna Behrens og Margreta Súsannudóttir Hansen, eru farnar á Summarfestival, og hetta er ikki fyrstu ferð.
- Vit plaga so gott sum altíð at fara á Summarfestival, sigur 12 ára gamla Marjun Anna.
- Í fjør vóru vit tó ikki, tí tá vóru vit stødd uttanlands, sigur 10 ára gamla Margreta, ið er fostursystir Marjun Onnu.
Tær báðar ungu damurnar valdu at fara tíðliga oman á festivalin í dag av eini serligari orsøk.
- Vit vildu ordiliga gjarna hoyra Súsonnu, sum vann barna-prixið fyrr í ár, sigur Marjun Anna.
- Hon var ordiliga góð, og haldi eg faktist, at hon hevur verið tað besta inntil víðari, sigur Margreta.
Sum nógvar aðrar føroyroyskar 10-12 ára gamlar gentur, so hava Marjun Anna og Margreta eitt ynski um bólk næsta ár.
- Lady Gaga ella One Direction úr Onglandi høvdu verið mega kul at hoyrt, sigur Margreta.
- Ella Justin Bieber. Men eg skal til konsert hjá honum um ikki so langa tíð, so kanska One Direction høvdu verið best, sigur Marjun Anna.










