felagskapin. Hann fer nú at mennast og koma at kenna, mammu, sum hann longu kennir í ein vissan mun, sum eg ikki eri førur at greina, hann fer at læra at kenna pápa sín, og at hann eigur ein fittan beiggja og [...] tá ið eg fekst við ymist, vóru tey hjá mær, og eg sá hvussu væl tey spældu saman, klandraðust viðhvørt, tað gera øll børn. Eg sá tey vaksa upp. Tá ið tey vóru 5 og 6 ár, kom ein beiggi aftrat. Eg minnist [...] og eina fitta systur. Hetta er so talandi haldi eg. Soleiðis skipaði Gud lívið. Gud gjørdi tað soleiðis, at tað skuldi vera ein pápi og ein mamma í hvørjari familju. Gud setti familjuna á stovn. Skapanin
Tað er einki at taka seg aftur í, at ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya. Men í hvussu stóran mun er hon tjóðarhátíð og í hvussu stóran mun er hon ein býarstevna? - Tað er einki at ivast í, at tá vit tosa um [...] fær søluloyvi á ólavsøku ella tað er at plasera tiltøkini. - Eg haldi, at ólavsøkan hevur pláss at vaksa nakað enn, men meiri týdningarmikið er eisini pláss fyri, at ymsu tiltøkini hækka í dygd, sigur Heðin [...] Bátafelag, har eisini ber til at keypa ein bita at eta. Sunnudagin og mánadagin verða eisini nøkur tiltøk á skránni, men týsdagin 27. juli fer ólavsøkan veruliga í gongd, tá ein long røð av tiltøkum fara av
harígjøgnum, at eg møtti manni mínum. Grundin til at eg kom á Háskúlan var, at eg læs í einum blað um háskúlar. Eg hevði gingið á háskúla í Danmark, í Silkeborg, og so var tað, at eg kundi hugsa mær at komi út [...] teg føroyskt? Eg royni alt, eg kann. Eg skilji jú alt føroyskt, og eg vænti, at tað kemur við tíðini. Fer tú at halda fram at syngja í kóri? Ja, tað rokni eg avgjørt við. Eg haldi tað vera ótrúliga lívsjáttandi [...] so eri eg eitt órudd, og eg kundi ikki droymt um at stroki klæðir. Á plussíðuni telur, at eg havi lætt við at umgangast fólk og eg havi lætt við at tosa við fólk í øllum aldri, og tað er nakað eg rokni
konsertinu, umframt at ein merkti, at hon ikki var bangin fyri at vísa hvør hon veruliga er og kann sum sangari. Gott at vera aftur. - Tað var deiligt at spæla aftur á Summarfestivalinum, segði ein glaður og nøgdur [...] ordiliga kul. Eg hevði ikki væntað at vunnið, so hetta er ordiliga stuttligt,” sigur Birgit. ”Eg havi altíð sungið, og elski eg at syngja. Sum 7 ára gomul luttók eg á barnaprixnum, og annars syngi eg til ymisk [...] vóru á einum máli um, at hetta var ein góð konsert og ein góð uppliving fyri tey sum tónleikarar, at framføra á Summarfestivalinum. Stilt og gott. - Eg var eitt sindur í iva um eg skuldi haft meir “up beat”
Reiðarafelag hevur gjørt um makrel undir Føroyum. - Eg haldi, mangt benda á, at tað er makrelurin, sum í veksandi nøgd er í okkara sjóøki, ið etur ein part av uppveksandi tilfeinginum, sum skuldi verið [...] FISKIFRØÐI At tað ikki er lætt at vera fiskifrøðingur og at skula meta og ráðgeva um fiskastovnar, vísir seinasta tilmæli og frágreiðingin um fiskidagar fyri 2010/ 2011, sum Havstovan læt landsstýrismanninum [...] ásannað, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES í sínum framrokningum helst hevur mett toskastovnin í føroyskum havøki 39% ov lágan hin 1. januar í 2009. - Eg skilji hesa frágreiðing soleiðis, at ICES í
mótashow. Tað gevur hon mær ofta ábyrgdina av, og eg fái fríar teymar at velja tað, sum eg haldi hóska. - Harumframt skal eg eisini at syrgja fyri, at klæðini, sum modellirnar skulu í, hanga í raðfylgju [...] er stórt. - Hetta er ein gróthørð bransja. Viss onkur er betri enn tú, so verður tú skift út. So eg havi allatíðina ein ótta um, at eg skal missa kjansin. Hon sigur, at fyri at gerast stylistur, skal [...] mótashowið í Føroyum. - Eg vildi sleppa at arbeiða hjá henni, og ein dagin ringdi hon og bað meg koma at royna meg. Tá droppaði eg skúlan, tí tað verður ikki nógv betur enn at arbeiða fyri Sassie. Ann-Rósa
arbeiði, men kostnaðarstøðið átti at verið lækkað. Alfred Olsen Eg haldi heldur, at tinglimatalið átti at verið lækkað, til dømis niður í 25. Annars haldi eg, at fólk skulu hava løn fyri tað arbeiði, sum tey [...] annars at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka tingmannalønirnar Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað [...] sum flestu tingfólk halda um at lækka lønirnar hjá tingfólki Magni Laksáfoss Eg haldi, at vit heldur skuldu givið løgtingslimum hægri løn, men aftur fyri skuldu vit so kravt, at teir ikki høvdu nakað annað
Edmund Joensen. Hví hann nevnir hesar tríggjar, er ilt at vita, men millum reglurnar haldi eg meg kenna ein farra av øvund. Øvund yvir, at hann metir, at teir í Tjóðveldinum ikki eiga politikarar av slíkum [...] hini norðurlondini? Hetta ger, at tað er ikki neyðugt hjá tjóðveldisfólki eins og nógvum øðrum at rýma úr Føroyum til Danmark av fíggjarligum orsøkum. Í greinini verður sagt, at ta tíðina, Tjóðveldi sat [...] tjóðveldisfólki um, at Sambandsflokkurin trúttar niður í fólk, at vit duga einki og kunnu einki sjálvi, er eftirhondini so útvatnað, at tað er ikki vert at gera viðmerkingar til. Tað sær út til, at hon verður brúkt
september 2010 hevur fingið so ilt av, at eg haldi uppá í bók míni. Kristian Hansen gloymir bara - her eins og aðrastaðni - at nevna, at uppáhaldið er grundað á Papias og at tað er tann kendi og nógv virdi [...] granskarar (s. 76-78). Eg kendi ikki bókina hjá Richard Bauckham frá 2006, tá eg skrivaði mína bók í 2007, men eg haldi ikki, at eg tá kundi ella nú hevði skrivað hatta øðrvísi. At sjónarmiðið hjá Richard [...] hevði átikið sær at givið handritið út – uttan mun til niðurstøður. Tað er sjálvandi ein ófrávíkilig treyt, at Kristian Hansen heldur seg frá at falsa sitatir, fyri at koma til frammanundan givnar niðurstøður
íløgurnar. Tað vil siga, at frá komandi aðalfundi verður vinningsbýti væntandi goldi út, sigur Janus Petersen. Hetta fer at merkja, at BankNordik verður ein av heilt fáu bankunum, sum fer at gjalda út vinningsbýti [...] trupult at siga. Vit hava nú ein triðing av okkara virksemi uttanlands, og tað er tann parturin, vit rokna við, fer at vaksa mest, sigur Janus Petersen. Forstjórin vónar, at virksemið uttanlands fer at vaksa [...] Íslandi, Grønlandi ella Føroyum. Skjulu vaksa At bankin soleiðis skifti navn í Føroyum líkaði ikki øllum eins væl. - Tað er eyðsæð, at tað er eitt stórt stig at taka at broyta eitt navn so grundleggjandi, men