Ann-Rósa á Rógvu elskar klæðir, móta og tilhoyr. Henni dámar so væl mótaheimin, at hon gleðiliga hevur droppað HF-skeiðið, sum hon næstan var liðug við, fyri at arbeiða hjá Sassie Baré, besta stylistinum í Danmark. Og tað ger hon uttan at fáa eina krónu í løn.
- Tað, sum hugtekur meg mest, er tað magiska í at fáa vanlig klæði at síggja eksklusiv og fantastisk út. Tað dugir Sassie ótrúliga væl, og tað er ein fragd at síggja hana arbeiða, heldur Ann-Rósa.
Men umframt at vera dugnalig, so er Sassie eisini vinarlig, og hon letur Ann-Rósu ein part av ábyrgdini.
- Mítt arbeiði snýr seg í stóran mun um at gera praktisk ting fyri hana. Til dømis at fara út og finna tilhoyr og skógvar til myndatøkur og mótashow. Tað gevur hon mær ofta ábyrgdina av, og eg fái fríar teymar at velja tað, sum eg haldi hóska.
- Harumframt skal eg eisini at syrgja fyri, at klæðini, sum modellirnar skulu í, hanga í raðfylgju, so tað kann ganga skjótt fyri seg, tá tær skifta millum ymsu klædnasettini til mótashow, greiðir Ann-Rósa frá og dregur samanum:
- Eg eri faktiskt við í allari prosessini. Líka frá, at sniðgevararnir tosa við Sassie fyrstuferð, og inntil showið ella myndatøkan er yvirstaðin. Og so er tað eisini mín uppgáva at fara út í handlarnar aftur við øllum tí, vit hava lænt til ymsu uppgávurnar, so tað er nógv at gera, greiðir Ann-Rósa frá.
Ikki á stylistskúla
Sassie Baré, sum Ann-Rósa arbeiðir hjá, hevur í trý ár verið í uppskotið til besta stylist í Danmark. Í vár vann hon heiðurin, og Ann-Rósa er ikki eina løtu í iva um, at tað er uppiborið.
- Hon er absolutt tað heitasta navnið í Danmark beint nú, og øll vilja hava hana at styla teirra show og myndatøkur. Tað er veruliga stórt at sleppa at arbeiða hjá henni.
Men tað var ikki av tilvild, at Ann-Rósa fekk starvið. Hon sendi nevniliga mailar til Sassie, og greiddi frá, at hon hevði verið assistentur hjá øðrum stylistum, umframt at hon sjálv hevði staðið fyri einum mótashowið í Føroyum.
- Eg vildi sleppa at arbeiða hjá henni, og ein dagin ringdi hon og bað meg koma at royna meg. Tá droppaði eg skúlan, tí tað verður ikki nógv betur enn at arbeiða fyri Sassie.
Ann-Rósa greiðir frá, at tað ber til at fara á skúla og fáa prógv sum stylist. Men tað hjálpir einki í tí veruliga lívinum.
- Tú fært eitt prógv uppá, at tú hevur tikið nøkur fak, og at tú hevur fingið nakrar eksamiur. Men tað sigur einki um, hvat tú dugir. Eg havi tosað við nógvar stylistar, og teir siga allir, at tað eru royndirnar, ið telja. Tá eg fari út við einum pappírið, ið sigur, at eg arbeiði hjá Sassie, so hjálpir tað mær nógvar ferðir meiri, enn um eg hevði havt prógv frá einum stylistskúla, greiðir Ann-Rósa frá.
- Teir kendastu stylistarnir mæla beinleiðis frá at fara á stylistskúla. Teir ráða ístaðin til, at man er úti í arbeiðslívinum og ger sær nakrar royndir. Tað havi eg tikið til eftirtektar, og tí fari eg heldur ikki á stylistskúla, hóast tað er tað, eg vil arbeiða við.
Ann-Rósa hevur ístaðin ætlanir um at fara at lesa til design-teknolog, soleiðis, at hon kann læra meiri um sjálva framleiðsluna av klæðum, um kvalitet og um sniðgeving. Tað kann hjálpa henni at gerast ein enn betri stylistur.
Cph Fashionweek
Tá mótavikan var í Keypmannahavn herfyri, høvdu Ann-Rósa og Sassie úr at gera.
- Mótavikan er nakað heilt serligt, tí tá fært tú av álvara høvi at vísa, hvat tú dugir. Har koma jú ótrúliga nógv fólk at hyggja at mótashowunum, so stylingin hevur sera nógv at siga.
Eins og undanfarin ár, høvdu Sassie og Ann-Rósa ábyrgdina av showinum hjá kenda danska sniðgevanum, Rützou.
- Tað hava verið sera langir dagar uppundir mótashowið, og vit hava arbeitt sera intenst. Men Sassie er tíbetur blíð, og hon hundsar ikki við mær. Eg fái fríar teymar og sleppi at arbeiða sjálvstøðugt, so tað ger tað stuttligt, sjálvt um tað er strævið.
Umframt Rützou høvdu tær eisini ábyrgdina av einum lítlum showið hjá Julie Fagerholt, sum í ár vann prísin ”Gullknappin” frá Alt for Damerne.
Ann-Rósa greiðir frá, at tá mótashow skulu gerast, hyggja Sassie og sniðgevin eftir allari kollektiónini, og síðani setur Sassie klæðini saman, sum hon heldur rigga best. Og tað fellur ofta Ann-Rósu í lut at leita eftir tilhoyri og skóm til sýningarnar.
- Tað ljóðar kanska stuttligt at ganga í handlar, meðan man er til arbeiðis, men eg havi runnið Stroyið upp og niður við upp til 15 pørum av skóm, umframt smúkkum og øðrum, og tað er altso ikki bara stuttligt. Tað er sanniliga eisini strævið, slær hon fast.
Dýrt starv
Tá tú arbeiðir sum stylist, er tað av stórum týdningi, at tú hevur fingurin á pulsinum og gongur í tí nýggjasta mótanum.
- Eg má halda meg ajour og fylgja við. Og tað merkir, at eg eisini javnan má keypa klæðir. Men tað er ikki lætt, tá man arbeiðir uttan løn. Eg brúki teir allarflestu av mínum pengum uppá móta, men eg havi ikki ráð bara at klæða meg í dýr klæði frá sniðgevum. Eg má miksa tey fáu, dýru pløggini eg havi við bíligari klæðir frá Topshop og Monki. Og so má eg bara royna at fáa tað at síggja dýrt og flott út.
Ann-Rósa viðgongur tó, at hon av og á fær nervar, tá hon skal lata seg í. Øll eru so flott og smart í hesum umhvørvinum, at tað er eitt ávíst trýst at kunna fylgja við hinum –serliga tá man ikki hevur nakrar pengar at keypa nýggj klæðir fyri.
- Eg taki nakrar lærugreinar um kvøldið, so eg fái SU. Men eg brúki størsta partin av teimum pengunum til móta. Av og á fáa vit gávukort frá sniðgevunum, vit arbeiða fyri, og tað ger stóran mun hjá mær, tí so fái eg keypt okkurt nýtt.
Ann-Rósa greiðir eisini frá, at hon allatíðina roynir at kýta seg og gera sær meiri ómak við sínum uppgávum, tí talið av gentum, sum vilja hava hennara ólønta starv, er stórt.
- Hetta er ein gróthørð bransja. Viss onkur er betri enn tú, so verður tú skift út. So eg havi allatíðina ein ótta um, at eg skal missa kjansin.
Hon sigur, at fyri at gerast stylistur, skal man hava áhuga fyri móta og vera kreativur. Og man skal veruliga vilja tað, tí tað er hart og krevur nógv.
- Dreymurin er at skapa mítt egna navn. At sleppa út í heima at starvast í til dømis Milano ella París. Tað eru pengar í hesum yrkinum, men ikki fyrr enn man arbeiðir fyri seg sjálvan. Og tað verður ikki reiðiliga enn, at eg fari at merkja nakað til tað, sigur Ann-Rósa á Rógvu.
Hóast tað ikki eru nakrir munagóðir lønarseðlar í eygsjón í nærmastu framtíð, so livir Ann-Rósa dreymin. Og tað er fyri hana tað týdningarmesta.
------
Faktaboks:
• Ann-Rósa á Rógvu
• Úr Havn
• 22 ára gomul
• Starvast sum fyrsti assistentur hjá besta stylistunum í Danmark, Sassie Baré
• Byrjaði á HF, men gavst fyri at arbeiða sum stylist-assistentur
• Hjálpti til við at styla sýningina hjá Rützou á Copenhagen Fashion week
• Arbeiðir fyri einki, tí royndirnar telja ótrúliga nógv, og tað, at kunna skriva ”fyrsti assistentur hjá Sassie Baré” á CV’ið, er óbetaliligt.
• Droymir um at skapa sítt egna navn og sleppa til stóru mótabýirnar úti í heimi at starvast sum stylistur.