ICES ásannar blóðskeivar metingar

Altjóða havgranskingarstovnurin ICES hevur mett toskastovnin undir Føroyum 39% ov lítlan – og veiðitrýstið heili 54% ov høgt. – Hetta sigur mær, at støðan ikki er so vánalig, sum fiskifrøðin áður hevur hildið, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard

FISKIFRØÐI

At tað ikki er lætt at vera fiskifrøðingur og at skula meta og ráðgeva um fiskastovnar, vísir seinasta tilmæli og frágreiðingin um fiskidagar fyri 2010/ 2011, sum Havstovan læt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í juni í ár.
Í hesi frágreiðing verður ásannað, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES í sínum framrokningum helst hevur mett toskastovnin í føroyskum havøki 39% ov lágan hin 1. januar í 2009.
- Eg skilji hesa frágreiðing soleiðis, at ICES í mai/ juni í ár heldur, at toskastovnurin er 39% størri hin 1. januar 2009 enn tær metingar, sum felagsskapurin áður hevur gjørt.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnuálum, sigur, at tað er ikki bara henda metingin hjá ICES, sum eftir øllum at døma er skeiv og misvísandi.
- Í somu frágreiðing framgongur eisini, at ICES metir veiðitrýstið hin 1. januar 2009 heili 54% ov høgt, leggur hann aftrat.

Ymisk viðurskifti
Spurdur, hvussu hesar metingar av toskastovninum og veiðitrýstinum kunnu hava verið so misvísandi, heldur landsstýrismaðurin, at tað er ein góður spurningur.
- Hetta eru tvey heilt ymisk viðurskifti, sum einki hava við hvørt annað at gera – ávikavist metingar av toskastovni og veiðitrýsti, leggur hann dent á.
Landsstýrismaðurin vísir á, at ICES byggir sínar stovnsmetingar undir Føroyum á yvirlitstrolingar og aðrar regluligar kanningar og mátingar, sum Havstovan ger.
- Hinvegin byggja útrokningar av veiðitrýstinum undir Føroyum á verandi fiskiskipaflota, eins og á veiðihagtøl, brúktar fiskidagar og framrokningar, sum eitt nú Fiskiveiðieftirlitið ger.
Jacob Vestergaard ásannar, at tá bæði metingarnar av toskastovninum og veiðitrýstinum hava verið so langt við síðuna av tí, sum áður hevur verið sagt, merkir tað sjálvsagt, at støðan er munandi betri, enn áður hevur verið mett.
- Eg havi onga ítøkiliga frágreiðing fingið um, hví nýggju metingarnar hjá ICES av toskastovninum eru so nógv øðrvísi og betri enn tær, sum felagsskapurin gjørdi sær fyri einum ári síðan. Í frágreiðingini verður bara staðfest, at felagsskapurin hevur mett skeivt. Um skeivu metingarnar av veiðitrýstinum verður okkurt sagt um, at framrokningar hjá Fiskiveiðieftirlitinum ikki hava hildið, sigur landsstýrismaðurin.
Hann fegnast annars um, at ICES viðgongur hesar skeivleikar, tá tær eru staðfestar í felagsskapinum, eins og hann fegnast um, at støðan hjá toskastovninum - alt annað líka - er betri enn áður mett.

Stórar óvissur
Jacob Vestergaard heldur, at eftirmetingarnar hjá ICES vísa, at rættiliga stórar óvissur eru við metingum av fiskastovnum – og ikki minst í tíðarskeiðum, tá hesir eru upp-ella niðurgangandi.
- Tað vísir seg nevniliga, at broytingar henda skjótari enn áður hildið við upp-og niðurgongd.
Landsstýrismaðurin vísir annars til tær yngulkanningar og kanningar av náttúruviðurskiftum, sum gjørdar eru undir Føroyum seinnu árini.
- Kanningarnar vísa, at náttúruviðurskiftini hava verið góð seinnu árini, og hetta skuldi havt við sær, at fiskastovnar komu skjótari fyri seg aftur. Men sum skilst á fiskifrøðini, er alt ov lítið av yngli í mun til, hvat væntast kundi við verandi náttúru. Spurningurin er so, hvat tað er, sum hendir undir Føroyum í løtuni.
Jacob Vestergaard vísir til eina sera áhugaverda frágreiðing, sum Føroya Reiðarafelag hevur gjørt um makrel undir Føroyum.
- Eg haldi, mangt benda á, at tað er makrelurin, sum í veksandi nøgd er í okkara sjóøki, ið etur ein part av uppveksandi tilfeinginum, sum skuldi verið grundarlagið undir okkara fiskastovnum. Sjónarmiðini, sum Føroya Reiðarafelagið tekur fram í hesi frágreiðing, eru eftir mínum tykki sera áhugaverd og viðkomandi fyri ta gongd, vit síggja í dag, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.