Hann stendur við evstu ábyrgd av ólavsøkuni. Borgarstjórin.
- Ólavsøkan er á skránni, meiri ella minni, alt árið ígjøgnum, men tað er sjálvandi vikurnar upp undir hátíðina, at fyrireikingarnar veruliga fara í gongd, sigur Heðin Mortensen.
Snarskivan ger ein stóran part av arbeiðinum, men borgarstjórin sjálvur er við í øllum fyrireikingarfundum og hevur fingurin á pulsinum alla tíðina.
- Tað byrjar jú við, at kunngerð verður lýst í bløðunum, har heitt verður á fólk um at boða frá, ynskja tey at skipa fyri nøkrum á ólavsøku. Tá so freistin er farin, verða umsóknirnar gjøgnumgingnar, og fólk og feløg fáa so boð um, antin tey fáa játtandi ella noktandi svar, sigur Heðin Mortensen.
Saman við Tórshavnar Ítróttaráð verður so skráin fyri ólavsøkuna løgd, og dentur verður lagdur á, at gera skránna so spennandi og fjøltáttaða sum gjørligt.
- Vit leggja stóran dent á tað mentanarliga. Tónleik, sjónleik og ítrótt. Framsýningar av ymsum slag, alt, sum hevur við mentan at gera, sigur borgarstjórin.
Talan er í ár um eina sera umfatandi skrá, sum so smátt byrjar longu fríggjadagin 23. juli, tá Áartún letur alment upp. Heðin Mortensen letur túnið upp og greiðir frá um økið kring Kongabgrúnna, meðan kokkarnir borðreiða við grillmati og Marner av Lofti stílar fyri live-tónleiki.
Leygarkvøldið 24. juli verður so afturvendandi bryggjudansurin hjá Tórshavnar Bátafelag, har eisini ber til at keypa ein bita at eta.
Sunnudagin og mánadagin verða eisini nøkur tiltøk á skránni, men týsdagin 27. juli fer ólavsøkan veruliga í gongd, tá ein long røð av tiltøkum fara av bakkastokki. Millum annað verður fyrsti landskappingardysturin á ólavsøku leiktur á Argjum, har nýggja graslíkið verður tikið í nýtslu. Dysturin er móti EB/Streymi, og býráðið letur steyp til vinnandi liðið.
Týsdagin lata eisini flestu matsølurnar, pylsuvognarnir og aðrar ólavsøkukendar sølubúðir upp.
Tivoli á Skálatrøð
Ólavsøkuaftan byrjar ólavsøkan so veruliga. Flestu tiltøk byrja longu klokkan 10 ella 11 fyrrapart, og fyrsta stóra hendingin á ólavsøku verður, tá gomlu træseglskipini stevna inn á Havnina um 11.30-tíðina. Tey luttaka í sonevndu Føroya Regatta 2010, sum byrjar mánadagin 26. juli og endar sum nevnt ólavsøkuaftan á Havnini, har høvi verður hjá fólki at vitja umborð á teimum fimm sluppunum, Westward Ho, Jóhonnu, Norðlýsinum, Draganum ella Fram.
Klokkan 14 verður so ólavsøkuskrúðgongan úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Tað verður í ár Njál Djurhuus, sum fer at seta ólavsøkuna.
Ólavsøkuaftan er eisini stóri dagurin, hvat tiltøkum viðvíkur. Ikki minst kappróðurin dregur nógv fólk, og róðurin byrjar klokkan 14.30 við barnaróðri, meðan vaksnamannaróðurin verður klokkan 15.
Klokkan 15 letur eisini tivoli upp á Skálatrøð. Alt, sum fyrr plagdi at vera í Kommunuskúlagarðinum, varð í fjør flutt oman á Skálatrøð, og tað vísti seg at rigga heilt væl.
- Vit gjørdust onkrar royndir klókari frá í fjør, so í ár skuldi verið enn betri við tivoli á Skálatrøð. Plássið er jú nógv størri enn í Kommunuskúlagarðinum, sigur Heðin Mortensen.
Í tivoli verður millum annað bamsutombola, 21-spæl, fiskibrunnur, ballónir, blandað tombola, skjótibásur, karusellir, bóltkast, pílakast og ymiskt til matna.
- Vit hava roynt at lagt doyin á, at ikki alt skal kosta, og tí verður ókeypis hoppiborg í tivoli, sigur Heðin Mortensen.
Eitt annað, sum eisini verður ókeypis, er sonevndi Tórspallur. Hann verður settur upp á Vaglinum, norðan fyri ráðhúsið, og klokkan 18 verður undirhald fyri børn báðar dagarnar. Annars verða kend nøvn á palli eisini, ólavsøkuaftan Kim Hansen og síðani Eyðun og Terji, og ólavsøkukvøld verður kendi íslendski tenorurin, Gissur Páll Gissurarson og Anna Guðný Guðmundsdóttir at hoyra.
Ítróttur sum vanligt
Eitt annað, sum býráðið hevur lagt stóran dent á, er ítrótturin um ólavsøkuna. Sum nevnt byrjar fótbólturin longu týsdagin, og ólavsøkuaftan spælir HB landskappingardyst móti B71 á ovara vølli í Gundadali. Eisini hesin dysturin verður skipaður sum steypadystur. Og sama er galdandi ólavsøkudag, tá B36 tekur ímóti Víkingi. Eisini til tann dystin letur býráðið steyp.
- Nú mistu vit steypafinaluna út um Havnina hesaferð, so tú kanst siga, at hetta er eitt lítið plástur á sárið, sigur Heðin Mortensen.
Ólavsøkuaftan verður eisini afturvendandi dysturin millum Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi klokkan 20, og ólavsøku kappríðingin verður í Marknagili klokkan 14 ólavsøkudag.
Árliga ólavsøkurenningin verður longu týsdagin klokkan 18. Runnið verður av Skálatrøð, undir Bakka og runt um Fabrikkina.
Ólavsøkukonsertin verður somuleiðis týsdagin. Hon verður í Tórsgøtu og byrjar klokkan 20 og heldur fram heilt til klokkan 03.30 um morgunin.
Tað hevur verið nakað av togan aftur og fram millum býráðið og FUT, sum áður hevur skipað fyri ólavsøkukonsertini.
- Orsøkin til, at vit hava valt at yvirtikið ólavsøkukonsertina er, at vit vildu hava størri ráðaræði á hesum partinum av ólavsøkutiltøkunum, og tí valdu vit so sjálvir at skipa fyri ólavsøkukonsertini, sigur Heðin Mortensen.
Fólkafundir og møtir
Eitt, sum hevur sett sín dám á ólavsøkuna, eru nógvu útimøtini, sum samkomurnar skipa fyri. Ólavsøkan í ár er einki undantak í so máta.
- Tað er eisini nakað, vit leggja stóran dent á, skal verða pláss fyri. Og so verður eisini skipað fyri fleiri fólkafundum í ár, og tað er hugaligt. Stórt tiltak verður eisini á Vaglinum ólavsøkudag á miðnátt, har skipað verður fyri midnáttarsangi og føroyskum dansi. Og í tí sambandi verður stórur dentur lagdur á trygdina, og her á ráðhúsloftinum verður bæði politi, brandmenn og samarittar. Hartil fara sjúkrabilar at standa til reiðar bæði í Mylnugøtu og uppi við Ebenezer, klárir at taka sær av fólki, skuldi óhappið verið úti, sigur Heðin Mortensen.
Tað verður rátt fólki frá at koma við heilt smáum børnum, men tó verður ikki talan um at banna hetta.
- Vit fara at sperra eitt øki av framman fyri kunningarstovuna, og har kunnu so familjur við smábørnum vera, uttan at koma í vanda fyri at verða kroyst, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at fólk longu nú kunnu fara inn á Snarskivuna at tryggja sær eitt sanghefti til midnáttarsangin ólavsøkudag. Men skótar fara eisini at deila út sangheftir framman fyri ráðhúsinum tá sangurin er.
- Tað er so, at vit hava fingið eina avtalu við MEST um at fólk, sum seta bilin úti við Skipasmiðjuna, kunnu brúka trappurnar á Sipasmiðjuni og koma heim i býin tann vegin, sigur Heðin Mortensen, sum annars vísir á vanligu parkeringsplássini í býnum.
Ólavsøkan fyllir nógv hjá Tórshavnar kommunu, og vikurnar upp undir hátíðina verður altíð fríðkað um og plantað, so tað verður so hugnaligt sum møguligt.
Við har hann kann
Tað er einki at taka seg aftur í, at ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya. Men í hvussu stóran mun er hon tjóðarhátíð og í hvussu stóran mun er hon ein býarstevna?
- Tað er einki at ivast í, at tá vit tosa um ólavsøkuna í síni heild, er talan um okkara tjóðarhátíð. Men hinvegin er tað bara Tórshavnar kommuna, sum stendur við ábyrgdini, bæði fíggjarliga og hvat fyrireiking viðvíkur, sigur Heðin Mortensen.
Sum nevnt at byrja við, so kemur ein rúgva av umsóknum inn til býráðið um loyvi til hetta og hatta á ólavsøku.
- Vit útskriva umleið hundrað loyvir út til hvørja ólavsøku. Og tá er tað væl at merkja talan um loyvir uttan um tey vanligu søluloyvini, sum longu framman undan eru í Havn, sigur Heðin Mortensen.
Tað er altíð trupult at velja og vraka millum allar umsóknirnar, men tað eru verri enn so øll, sum fáa játtandi svar.
- Vit royna at játta umsóknunum á tann hátt, at ólavsøkan gerst so fjølbroytt sum tilber. Eisini royna vit at fyriskipa soleiðis, at eitt tiltak ikki skal órógva tað næsta, sigur borgarstjórin.
Og fyri at taka saman um, so er tað Tórshavnar Ítróttaráð, ið ger av, hvør setur ólavsøkuna. Í ár verður tað Njál Djurhuus, og vanliga verða politikarar ikki bidnir til hendan heiður.
Sjálvur ætlar borgarstjórin at vera við har hann kann.
- Fyrst og fremst fari eg at taka ímóti træseglskipunum, sum koma á Havnina ólavsøkuaftan beint undan døgurða. So verður tað sjálvandi kappróðurin og fótbólturin, og so verið eg sjálvandi til staðar, meðan ráðhúsið er opið fyri almenninginum, sigur Heðin Mortensen.
Hann er við í øllum liðum av fyrireikingini, antin tað so er at taka støðu til, hvør fær søluloyvi á ólavsøku ella tað er at plasera tiltøkini.
- Eg haldi, at ólavsøkan hevur pláss at vaksa nakað enn, men meiri týdningarmikið er eisini pláss fyri, at ymsu tiltøkini hækka í dygd, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú tað av álvara stundar til ólavsøku.