Nú allir borgarar í landinum fara at verða merktir av álvarsligum sparitiltøkum, eiga politikarar fyrst at lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir.
Tað førdi Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fram í Sosialinum herfyri.
Hann vil sostatt sostatt fegin ganga í fótasporunum á politikarum í Onglandi og ráðharrum í Danmark, sum hava lækkað sínar egnu lønir fyri at vísa samhuga við fólkinum, nú álvarslig inntriv skulu gerast fyri at fáa búskapin aftur á beint.
- Eg eri fullgreiðir yvir, at hetta eru bara piparnøtur, men tað hevur eitt signalvirði sum vísir, at politikarar eru sinnaðir at ganga á odda í teimum inntrivum, sum skulu gerast, segði Kári P. Højgaard.
Tinglimir siga nei
Men eitt spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt í Løgtinginum, vísir, at Kári P. Højgaard hevur ongan møguleika at fáa undirtøku fyri sínum sjónarmiði.
Tað eru bara 12 tinglimir, sum taka undir við at lækka lønirnar hjá politikarum eini 5% - 10%.
Hinvegin siga 16 tinglimir nei, til at lækka lønirnar hjá politikarunum, samstundis sum onkur einstakir ikki vilja svara.
Trimum tinglimum fingu vit ikki fatur.
Sum tað sæst í greinini yvirav, hava tinglimir ymsar grundgevingar fyri at vera fyri ella ímóti einum slíkum uppskoti.
Summir halda, at hetta er bara upp á kvamsvís, men aðrir siga, at verða allar almennar lønir lækkaðar skulu tingmannalønirnar sjálvandi fylgja við.
Skapar álit
Kári P. Højgaard umhugsaði annars at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka tingmannalønirnar
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyðugt við inntrivum.
- Men sum støðan er nú, hevur vanliga fólkið onki forstáilsi fyri teimum inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann.
Hann vísir á, at ein týðandi partur av røðuni, sum Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag helt á altjóða arbeiðaradegnum, snúði seg júst um hvussu óvilligir politikarar eru at ganga undan at vísa ein góðan vilja til sparing, samstundis sum teir leggja stórar byrðar á onnur, eisini tey, sum hava minst frammanundan.
Hann sigur, at hetta er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at politikararnir ganga á odda, hóast talan er um piparnøtir.
MYNDATEKSTUR
Tinglimir halda ikki, at tað er nakað endamál, at teir lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góð fyridømi, sum álvarsligar sparingar skulu gerast
Fyri og ímóti lønarlækking
Niðan fyri nevna vit í stuttum tað, sum flestu tingfólk halda um at lækka lønirnar hjá tingfólki
Magni Laksáfoss
Eg haldi, at vit heldur skuldu givið løgtingslimum hægri løn, men aftur fyri skuldu vit so kravt, at teir ikki høvdu nakað annað arbeiði við síðuna av. Og so er mín áskoðan hon, at tinglimir hava alt ov vánaligar arbeiðsumstøður, so vit áttu heldur at minka tinglimatalið og givið teimum eftirverandi tinglimunum rímiligar arbeiðsumstøður við eitt nú einum skrivara, um tað so var til at deila.
Bjarni Djurholm
Eg haldi, at tað kundi loyst nógvar trupulleikar, um lønarlagið generelt varð lækkað, so vit millum annað fingu betri kappingarføri. Hendi tað, hevði tað verið upp á sítt pláss, at tinglimir gingu á odda, men at bara tinglimir fara 10% niður í løn ger ongan mun og gevur heldur onga meining.
Kári P. Højgaard
Vit sum eru í politikki eiga at ganga á odda sum góðar fyrimyndir. Tí havi eg als einki ímóti at lønirnar hjá okkum verða lækkaðar, áðren vit áleggja øðrum størri byrðar. Nøkur av grannalondunum hava gjørt tað sama.
Edva Jacobsen
Tá ein persónur verður valdur á ting og raðfestir tað arbeiðið, so er tað í lagi, at verða løntur hareftir. Er talan um generella lønarlækking, má Tingið eisini fylgja við, men eg haldi, at lønin heldur skuldi verið regulerað eftir innsatsi.
Helgi Abrahamsen
Var talan um eitt uppskot frá formansskapinum, so hevði eg atkvøtt ja. Hevði uppskotið hinvegin komið frá einum einstøkum tinglimi, so hevði eg mett tað sum populistiskt og atkvøtt nei. Hinvegin er spurningurin, um tinglimatalið ikki átti at verið skert.
Marjus Dam
Eg var ímóti at hækka tinglimalønirnar á sinni, og eg havði ikki hat trupulleikar við at fari niður í løn. Trupulleikin, sum vit eru í í dag er kortini, at vit lækkaðu ríkisveitingina, og tí eiga vit heldur at rætta tann feilin og prísregulera ríkisveitingina. Men fer alt tað almena niður í løn, taki eg undir við at Tingið eisini fer niður í løn.
Edmund Joensen
Eg vil gjarna verða við til at hjálpa um, har tað ber til. Men tá tað er sagt, er strangt neyðugt at lækka ting- og landsstýrismannatalið, og serliga átti landsstýrið at verið minkað niður í fimm aðaláð umframt løgmann.
Bjørn Kalsø
Heldur enn at tinglimir skulu fara niður í løn, átti tinglimatalið at verið minkað niður í 25. Lønin eigur at vera so mikið høg, at tað er tiltalandi hjá fólki at stilla upp til Løgtingið. Tað má verða eitt ávíst lutfall til í løn og arbeiði, men kostnaðarstøðið átti at verið lækkað.
Alfred Olsen
Eg haldi heldur, at tinglimatalið átti at verið lækkað, til dømis niður í 25. Annars haldi eg, at fólk skulu hava løn fyri tað arbeiði, sum tey gera.
Sjúrður Skaale
Vit skulu heldur lækka tingmannatalið. Í einum sangi spyr skaldið, Kári P um flest merkir besta ella barasta flest. Tað eru 42 landspolitikarar í Føroyum og tað er alt ov nógv.
Hergeir Nielsen
Fara allar almennar lønir niður, er tað ílagi at tinglimir eisini gera tað
Karsten Hansen
Vit skulu heldur lækka talið á aðalráðum. Tinganes fult av avlops-aðalstorum og akurát nú er ein settur afturat, hóast vit vita, at teir eru settir fyri lívið
Bill Justinussen
Skal tingmannalønin lækka sum ein undanførsla fyri at kunna fremja øll møgulig onnur inntriv á veikar bólkar í samfelagnum, er svarið nei. Týðandi politiskar avgerðir skulu ikki setast í sambandi við tingmannalønirnar. Men fara allar lønir niður, skulu tingmannalønir fylgja við.
Bjørt Samuelsen
Skulu almennar lønir skerjast, skulu tinglimir sjálvandi ganga á odda, men ikki einsamallir. Spurningurin um tingmannalønir má ikki fáa fólk at gloyma veruligu trupulleikarnar, sum eisini mugu loysast.
Heðin Zachariasen
Eg havi einki ímóti tí, sum ein part av at lækka allar almennar lønir.
Poul Michelsen
Hatta er eitt rímiligt krav, tað eigur at kunna gerast.
Jákup Mikkelsen
Tað hevði verið eitt gott signal at sent úr, sjalvt um tað gevur lítið bara at lækka lønirnar hjá løgtings- og landsstýrisfólkum. Allar almennar lønir áttu at verið lækkaðar.
Anfinn Kallsberg
Tað hevði verið eitt gott signal at sent út, men vit mugu hava alt fólkið við uppá lønarlækking, um tað skal muna. Hinvegin má lønin hjá løgtingsfólki ikki vera so lítið, at løgtingssessur verður valdur frá.
Katrin Dahl-Jakobsen
Hatta er eitt populististiskt uppskot, sum eg ikki havi hug at gera viðmerkingar til.
Hans Pauli Strøm
Vit mugu tosa um alt, sum má henda í heyst, og eg havi einki imóti at skifta orð um lønarlagið, figgjarkarmar og at fastfrysta pensjónir, lønir og veitingar.
Gerhard Lognberg
Tá ið alt annað má lækka, mugu løønirnar hjá politikarunum eisini lækka. Tá ið onnur kunnu liva við minni løn, kunnu vit tað eisini.
Andreas S. Petersen:
Skulu allar lønir niður, skulu løgtingsfólkalønirnar eisini niður. Annars er hatta eitt populistiskt uppskot.
Mikkjal Sørensen
Tiltøk mugu gerast, og fara løninrar niður, skulu tingfólk eisini niður í løn.
Eyðgunn Samuelsen
Eg havi einki ímóti, at vit ganga á odda, men tað hevði bara verið symbolskt. Hinvegin má ansast eftir ikki at tileinkisgera hetta arbeiði, sum er fulltíðarstarv og meira enn tað.