BankNordik hevur fingið somu rating frá greiningarfyritøkuni, Moody’s, og tað er forstjórin, Janus Petersen, fegin um.
- Sjálvandi fegnast vit um góðu ratingina. Serliga í hesum døgum, tá bankar yvirhøvur hava tað trupult orsakað av heimskreppuni. Flestu bankar uppliva lækkandi rating, og taka vit Danmark, eru tíggju bankar rataðir, og níggju teirra hava upplivað minkandi rating, sigur Janus Petersen.
Lækkandi rating merkir, at álitið hjá greiningarfyritøkuni er heldur lægri, enn tað hevur verið.
- Tí er tað ógvuliga hugaligt, at vit hava megnað at varðveitt somu rating, sum framman undan, og tað er tekin um, at tey, ið hyggja eftir okkum uttanífrá meta, at tað gongur væl hjá okkum, sigur Janus Petersen.
Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið væl hjá BankNordik í fleiri ár, men kortini hevði forstjórin ikki sett nøsina upp eftir einari hækkandi rating.
- Nei, tað havi eg ikki. Tað, at fáa ina rating, er jú eitt góðskustempul. Flestu bankar, ið eru rataðir, eru stórir bankar, og ógvuliga fáir bankar á okkara stødd eru rataðir. Eg hugsi, at í norðurlendskum høpi eru vit minsti bankin, ið er rataður, so bara tað at fáa eina rating, er ógvuliga positivt, sigur Janus Petersen.
Hann heldur tí, at rættast er ikki at stíla alt ov høgt.
- Ein størri banki hevur størri breidd, sæð út frá einum kredittmetingar sjónarmiði, og hevur eisini fleri bein at standa á. Ein minni banki er ofta meira spesialiseraður, og ikki so nógv bein at standa á, sigur Janus Petersen.
So bara tað, at BankNordik hevur eina ratin á jøvnum føti við stórar bankar er ógvuliga gott, og meira er ikki væntandi.
Vinningsbýti
At BankNordik hevur eina so góða rating, hevur stóran týdning fyri bankan.
- Tað merkir, at vit kunnu sammetast við stórar bankar í dygd og trygd. Í dag verður nógv fokuserað á, um bankarnir eru nóg tryggir, og her hevur Moody’s so mett um okkara banka og mett hann eins tryggan og teir stóru bankarnir uttan um okkum. Og tað hevur eina góða effekt, bæði tá tað umrøður okkara umdømi og okkara møguleika at útvega fígging, sigur Janus Petersen.
Ein slík rating vil eisini í longra enda betra um møguleikarnar at útvega lán uttanífrá.
Alt annað líka styrkir hetta um okkara banka og ger hann en tryggari, sigur Janus Petersen.
- Eitt annað, sum eisini ger bankan meiri áhugaverdan hjá íleggjarum, er vinningsbýti.
Tað hevur ikki borið til at útgoldi vinningsbýti, orsakað av bankapakka I. Hesin forðaði nevniliga fyri, at vinningsbýti kundi útgjaldast, tí danska stjórnin vildi, at so nógvur peningur sum gjørligt skuldi vera í bankunum, sigur Janus Petersen.
1. oktober gongur so bankapakki eitt út.
- Vit vilja fegnir gjalda vinningsbýti, tí tað var lagt upp til, tá partaeigararnir gjørdu íløgurnar. Tað vil siga, at frá komandi aðalfundi verður vinningsbýti væntandi goldi út, sigur Janus Petersen.
Hetta fer at merkja, at BankNordik verður ein av heilt fáu bankunum, sum fer at gjalda út vinningsbýti, og tað verður eitt aktiv fyri íleggjararnar, tí tað eru yvirhøvur fáar fyritøkur, ið gjalda út vinningsbýti til partaeigararnar.
- Hetta ger vónandi partabrøvini í BankNordik meira áhugaverd og fær lokkað fleiri íleggjarar til, sigur Janus Petersen.
Trupult við tveimum nøvnum
Fyri stuttum broytti bankin navn frá Føroya Banka til BankNordik. Tað er longu nakað síðani, at deildirnar uttanlands fingu nýggja navnið, men bankin í Føroyum hevur sum nevnt bert fyri stuttum skift navn.
- At vit skiftu navn uttanlands kemst av, at tað er stak trupult at nýta navnið Føroya Banki í hinum londunum. Tað royndu vit við deildini í Keypmannahavn síðani 2008, men tað er ikki lætt við einum navni, ið er so sermerkt, og tað er trupult at siga. Vit hava nú ein triðing av okkara virksemi uttanlands, og tað er tann parturin, vit rokna við, fer at vaksa mest, sigur Janus Petersen.
Forstjórin vónar, at virksemið uttanlands fer at vaksa so mikið nógv, at meiri enn helmingurin av inntøkum bankans fara at koma frá hesum virkseminum.
- Tað er umráðandi fyri virkið hjá okkum, at vit framhaldandi kunnu vaksa, so vit eisini kunnu geva okkara partaeigarum eitt útlit til størri vinning í partabrævinum, sigur Janus Petersen.
Eisini fyri bankan í Føroyum er tað gott at virksemið uttanlands veksur, tí tað merkir nýggjar royndir, sum aftur ger bankan dugnaligari.
- Tað hevur stóran týdning at hava góðar fyritreytir, og vit hava so valt at fingið eitt navn, ið er lættari at siga hjá útlendskum kundum. Í Føroyum hevur tað ikki verið so umráðandi, og vit hava eisini havt tað besta navnið, tú kanst hava í Føroyum, so tað hevur verið ein stórur ivaspurningur, um vit yvirhøvur skuldu skifta navn í Føroyum. Hinvegin er sera trupult at hava tvey nøvn, tí tað ger, at alt virkið ikki hevur sama samleika, og tá verður tað trupult at reka, sigur Janus Petersen.
Tí eitur bankin BankNordik, antin tú ert í Danmark, Íslandi, Grønlandi ella Føroyum.
Skjulu vaksa
At bankin soleiðis skifti navn í Føroyum líkaði ikki øllum eins væl.
- Tað er eyðsæð, at tað er eitt stórt stig at taka at broyta eitt navn so grundleggjandi, men vit hava ikki merkt tað stóra til broytinggina frá kundum okkara. Tað er kanska meira tað eldra ættarlitið sum hevur hildið tað vera skeivt at skifta navn, sigur Janus Petersen.
Forstjórin hevur stóra virðing fyri teimum, ið vilja halda fast við Føroya Banka navnið, men tað er kortini ikki navnið, ið myndar fyritøkuna.
- Tað vil altíð verða soleiðis, at tað er tað, ið vit sum virki útinna, ið skapar okkara umdømi millum okkara kundar og í samfelagnum, sigur Janus Petersen.
Bankin hevur staðið seg væl, eisini gjøgnum kreppuna, og forstjórin heldur, at framtíðin sýnist ljós.
- Tað er ikki soleiðis at vit kunnu siga, vit eru komin á mál, tí tað er nógv eftir at gera. Vit skulu gera okkum galdandi uttanlands í størri mun, enn vit gera í dag, og tað er ein bæði stór og trupul uppgáva at virka í fýra londum her heimanífrá. Tað eru helst ikki mong, ið hava roynt tað áður, sigur Janus Petersen.
Hann heldur, at tað sær gott út, og at bankin hevur góðar fortreytir at standa seg væl í teimum londum og branchum, sum teir eru í.
- Eg haldi eisini, at vit hava fingið eina góða afturmelding frá teimum kundum og frá teimum samfeløgum, har vit eru til staðar, sigur Janus Petersen.
Tað er kortini ikki ætlahnin at vaksa um virksemið við at keypa fleiri deildir upp.
- Vit skulu vaksa á tann hátt, at vit skulu gerast ein størri forrætning, uttan at keypa nakað upp aftrat.Vit skulu vaksa við teimum starvsfólkum, vit hava og økja um kundatalið fyrst og fremst, so fáa vit at síggja, um vit so fara at vaksa enn meira seinni, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.










