Hesin verður lagdur undir at hava »slept øllum búskaparligum- og fíggjarligum amboðum fyri borð. Eingin fíggjarstýring og ein ovurnýtsla fyri læntan pening, sum sjáldan áður er sædd her á landi«.
Jákup Símun Simonsen nevnir av góðum grundum ikki ovurnýtsluna fyri læntan pening, sum ongantíð er sædd her á landi, tá Tjóðveldisflokkurin umsat fíggjarmál frá 1985 til 1989.
Í greinini nevnir hann tríggjar politikarar hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl og Edmund Joensen.
Hví hann nevnir hesar tríggjar, er ilt at vita, men millum reglurnar haldi eg meg kenna ein farra av øvund. Øvund yvir, at hann metir, at teir í Tjóðveldinum ikki eiga politikarar av slíkum formati, sum hesar tríggjar frammanfyri nevndu.
Hví hann bara nevnir Sambandsflokkin, tá hesin er í samgongu við tveir aðrar flokkar, kann ein bara gita um.
Er tað tí, at Sambandsflokkurin, sum tann einasti av teimum politisku flokkunum heldur fast um ríkisfelagsskapin, sum ger, at vit í Føroyum kunnu hava sama livistøði sum hini norðurlondini? Hetta ger, at tað er ikki neyðugt hjá tjóðveldisfólki eins og nógvum øðrum at rýma úr Føroyum til Danmark av fíggjarligum orsøkum.
Í greinini verður sagt, at ta tíðina, Tjóðveldi sat í landsstýrinum og umsat fíggjarmál, vóru uppspardar milliardir á bók.
Rætt er tað, at teir spardu upp. Men teir eisini viðurkenna, at tað var danskur blokkur, teir spardu upp. Tá blokkurin var skorin, var eingin uppsparing meir.
Tjóðveldi eigur eisini at viðurkenna, at teir í sínari tíð tóku við eftir eitt landsstýri undir sambandsleiðslu, sum hevði ført føroyska samfelagið burturúr einari álvarsligari kreppu, orsaka av húsaganginum, sum táverandi Tjóðveldisflokkurin átti sín stóra leiklut í. Teir komu til eitt vælkoyrandi samfelag.
Tá teir 6 ár seinni løgdu frá sær, høvdu teir minkað um inntøkurnar við útvið 400 mió. kr. og økt um landskassans útreiðslur við 1 mia. kr.
Um Jákup Símun Simonsen metir hetta sum góða fíggjarstýring, so fái eg tað ikki at passa saman við ta meting, eg sum vanligur húshaldari havi av hesum orði.
Tí eitt og hvørt húsarhald, við virðing fyri sær sjálvum, vil altíð royna at økja um sínar inntøkur og minka um sínar útreiðslur í mun til tað, tey halda vera neyðugt.
Til greinina verður Jákup Símun Simonsen nevndur sum býráðslimur. Hann veit og átti at viðurkent, at ein fittur partur av tí peningi, ið hann umsitur í Tórshavnar kommunu, stavar frá blokkstuðlinum og donskum lønum, sum fella niður í hesi kommunu, og sum verður brúktur til at gera gott við millum borgararnar.
Uttan henda pening vildi eg mett, at Tórshavnar kommuna hevði verið ikki so fáar túsund borgarar fátækari, enn hon er nú.
Henda afturvendandi frasan frá tjóðveldisfólki um, at Sambandsflokkurin trúttar niður í fólk, at vit duga einki og kunnu einki sjálvi, er eftirhondini so útvatnað, at tað er ikki vert at gera viðmerkingar til.
Tað sær út til, at hon verður brúkt av berari ómegd.