ár. At fáa húgvuna á høvdið saman við teimum. At skula taka eina felagsmynd av flokkinum, sum skuldi hanga á vegginum, og síðani at gera okkara egnu t-skjúrtur við øllum nøvnunum á. Men gakk! -Nú skal [...] ein ávísur møguleiki, hóast alt. Hóast tey í 2. A vóru tikin fullkomuliga á bóli mánadagin, so ætla sær kortini ikki at gevast á hondum. Tey ætla sær somuleiðis at berjast fyri síni søk. Timingin Hetta [...] hava lítlan hug at siga tað, sum hann nú skal siga. Næmingarnir hava ikki minstu fatan av, hvat er á vási. Onkur hugsar kanska, at nú skal onkur næmingur sáldast frá, áðrenn royndirnar byrja. Men nei
listagreinar fram á føroyska pallin, fyri at viðka um listarliga sjónarringin hjá føroyingum, sigur Oddvá Nattestad. Spældi sum barn á Gøtusandi Hon er úr Syðrugøtu og spældi sum barn á sandinum í heimbygdini [...] til fjarritara, fyri á tann hátt at sleppa út í verðina, sigur Oddvá Nattestad. Noyddist at gevast á Læraraskúlanum Hon var bert 17 ára gomul, tá hon fór undir fyrireikingarskeiðið á Læraraskúlanum Har hitti [...] heimbygdini, sum G! festivalurin seinastu árini hevur sett síni tónlistarligu fingramerki á. Oddvá er miðlingur av fimm systkjum. Mamman hevði handil og pápin var skrivstovumaður. Hon gekk í barnaskúlan í Gøtugjógv
móti øðrum á ein hátt, sum geva myndunum eina serliga atdráttarmegi. Astri Luihn Astri Luihn hevur ment eina serstaka tøkni, har stílreinur linoleumskurður við máling á linoleum og blandað tøkni á lørift saman [...] monnum - og undranarverdu gerðum teirra. Hetta var á Várframsýningini 2005 til skjals í tveimum myndum. "Krákuting" sum ímyndar ernar krákur í jakka og slipsi á pisshúsi og "Aðalting" av eini røð av svanahálsum [...] myndahøggara. Torbjørn Olsen er harumframt portrettmálari. Torbjørn Olsen hevur á framúrskarandi hátt lýst eitt nú sjónleikaran Rosu á Rógvu og fyrrverandi borgarstjóran Poul Michelsen. Umframt portrett-, landslags-
um seinasti sigurin skal finnast. Og hesum var altso júst á Skála. Hjá VB fær Edvard Ble ikki verið við, eftir at hann gjørdist fyrsti spælarin á árinum, sum rakk fimm gulum kortum og harvið leikbanni. Í [...] men spælararnir eru til dystin fús sunnudagin. Vit fara á vøllin sum eitt lið, og vit ætla okkum eisini at fáa nakað burturúr. Hinvegin hevur lagið á áskoðarunum ikki verið av tí besta, og tað hevur kanska [...] higartil hevur tikið trý stig við sær av Skála í ár. Til dystin er Skála tó hampuliga nógv skert. Pauli G. Hansen var ikki við seinast vegna skaða, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur. Tað verður
vunnið Champions League ? ímóti øllum oddsum. Langt eftir á mál Hóast Liverpool nú stendur ovast á sigurspallinum í Evropa, er langur vegur á mál, um felagið aftur skal gerast ein av stórmaktunum í evropeiskum [...] Houllier, ið hevði hampulig úrslit at vísa á, men eftir seks ár var hansara tímaglas eisini runnið út. Spaniólin Rafael Benitez tók síðani við starvinum, og á sínum fyrsta túri við stýrisvølin hevur Benitez [...] breiðan skara av viðhaldsfólki kring allan heim. Liverpool hevur eisini verið limur í tí sokallaða G8, sum telur átta tey ríkastu feløgini í Evropa. Hesa støðu innan fótbóltsheimin vann felagið sær upp
Henda tíðin á 1. kvinnuliðnum hjá HB var sera góð og spennandi fyri Randi og hinar ungu kvinnurnar á liðnum. Hon minnist eina hending serliga væl, og tað var tá tær vunnu steypafinaluna móti KÍ á ólavsøku [...] dystir okkara, sigur Randi, sum eisini fegnast um góða samanhaldið á liðnum, - á vøllinum, eins væl og uttanfyri vøllin. Hon gongur í 2. g í Hoydølum og koyrir tvær ferðir um vikuna til Klaksvíkar fyri at [...] fyri okkum. - Tað var eisini sera deiligt at standa í málinum inni á vøllinum og síggja tær ungu genturnar í Klaksvík í bláum draktum heppa á okkum uttanfyri vøllin. Jú, hetta var ein sera góður stuðul at
kemur kanska best til sín rætt á ovaru hæddini í Norðurlandahúsinum. Tað fyrsta, tú fært eygað á, er sokallaði Plakatveggurin, sum Edward Fuglø er sloppin at seta sín dám á hesuferð. Eitt sera hóskandi val [...] til okkum og okkara tíð Á glasveggunum í Klingruni hanga løttu, fínligu og ljósu myndirnar hjá Astri Luihn á ein hátt, so tær næstan sveima sum ein partur av útsýninum. Hinumegin, á stóra vegginum, hanga [...] rúminum. Smáu myndirnar á framsýningini hesuferð eiga Tórbjørn Olsen og Ingálvur á Reyni. Myndirnar eru nógvar í tali og støddin krevur, at tú sleppur nær at teimum. Hesar spæla sær ikki á sama hátt við inn
var Annika Hoydal, sjónleikari og tónlistafólk á vitjan í Føroyum. Hesaferð var hon í arbeiðsørindum. Tað var at fyrireika framførslu í samband við luttøku á Listastevnu Føroya, har hon, saman við tónle [...] álvarsligt og fjas og skemt, sigur Annika Hoydal. Nútíðar føroyskur tónleikur Annika Hoydal luttók eisini á G! festivalinum í fjør. Hon er sera hugtikin av, hvussu nógv evnarík tónlistafólk vit eiga í Føroyum [...] tónleikavirksemi og ferðast nógv í hesum starvi. - Eg havi altíð lagt dent á at vera mín egin, og tí havi eg ongantíð havt fast starv á nøkrum leikhúsi. Tað hevur verið strævið lív, men samstundis eitt stórt
Martin Joensen, verður at hoyra á MjúS festivalinum á Sandi. Martin Joensen eigur sín stóra part av Grønu Sangbók, og hann taldist millum bestu konsertupplivingarnar á G! í fjør. Martin Joensen arbeiðir [...] arbeiðir við eini nýggjari útgávu, og á Sandi verður høvið at hoyra løg av nýggju fløguni, umframt øll tey ógloymandi løgini sum: Morgun, Svarti Ravnur, Tað kundi verið so gott og Í tínum eygum.
felicies y muy contentos con estas notas!", ljóðar setningurin á sponskum, og á góðum føroyskum: "Vit eru sera nøgdir við hesar karakterirnar". Fylgst á leið Júst henda mannagongdin við at loysa eina uppgávu við [...] onkutíð rættaðu okkurt, um lærarin skrivaði skeivt á talvuna, sigur Johan og Ásbjørn Skúlaúrslit Hoydalar: Hósdagin í farnu viku fingu næmingarnir í 2.g bøkurnar við árskarakterunum. Og fyri Johan og Ásbjørn [...] ára gomlu brøðurnir, Johan og Ásbjørn, hava frá blaðmanninum fingu eina uppgávu. Teir skulu skriva á sponskum, at teir eru sera fegnir um tann góða karakterin teir júst hava fingið í hesi lærugreinini