Stór broyting tá barnaheimið fer

? Tá eg var ung og búði í Danmark, kom eg heim til okkara og foreldrini at ferðast. Nú foreldrini og heimið ikki er longur, komi eg heim til landið og familjuna.
Tað sigur Annika Hoydal, sum hevur búð í Danmark síðani hon var blaðung. Hon hevur tó ongantíð gloymt sín uppruna og hevur gjøgnum árini ferðast regluliga hendavegin, bæði sum privatpersónur og listafólk

Dagny Joensen
??????????????
Herfyri var Annika Hoydal, sjónleikari og tónlistafólk á vitjan í Føroyum. Hesaferð var hon í arbeiðsørindum. Tað var at fyrireika framførslu í samband við luttøku á Listastevnu Føroya, har hon, saman við tónleikararunum Jógvan Dahl, Kaj Johannesen, og Eyðuni M. Hansen skal konsert í Sjónleikarhúsinum 12. - 13. august. Síðani verður farið til Vágs, Runavíkar og Sands.
- Serliga stuttligt er tað vit skulu framføra í Sjónleikarhúsinum. Tað var júst har alt byrjaði, sum fyri meg hevur havt við leiklist og tónleik at gera, sigur Annika Hoydal.
- Vit fara at framføra nýtt og gamalt tilfar. Tað er bæði álvarsligt og fjas og skemt, sigur Annika Hoydal.
Nútíðar føroyskur tónleikur
Annika Hoydal luttók eisini á G! festivalinum í fjør. Hon er sera hugtikin av, hvussu nógv evnarík tónlistafólk vit eiga í Føroyum.
- Øll fólk duga so væl at syngja og spæla, og tey duga hvørt orð í tekstinum. Slíkt upplivir tú ikki aðrastaðni, sigur Annika Hoydal.
Hon heldur at pláss skal vera fyri ymiskum slagi av tónleiki. Okkurt ber fram, meðan annað dettur burtur aftur. Tað vil so vera. Serliga hugtakandi heldur hon tað vera, at ungfólk duga so væl at skriva góðar tekstir, og at vit eiga so góðar sangarar.
- Tað er merkisvert, at í hesum lítla landi eru tríggjar, sera evnaríkar kvinnur sum Guðrun Sólja Jacobsen, Lena Anderssen og Eivør Pállsdóttir, sigur Annika Hoydal og leggur aftrat, hvussu stóran týdning musikkskúlarnir kring landið hava havt fyri børnini og unga ættarliðið.
Hon gekk til dramaundirvísing hjá Eyðuni Johannesen, spældi sjónleik frá ungum árum, og var seinni í teimum vælumtóktu kabarettunum miðskeiðis í sekstiárunum.
Síðani fór Annika Hoydal til Danmarkar at útbúgva seg til sjónleikara. Tá í tíðini vóru ikki møguleikar at lívbjarga sær í hesum yrki herheima, og tí varð hon verandi í Danmark.
Har hevur hon verið við í nógvum sjónleikum gjøgnum tíðirnar, men fæst í dag mest við at framføra sangir og lesa upp úr tilfari við føroyskum tekstum. Hon er kend víða um í Norðurlondum fyri sítt leiklistarliga og tónleikavirksemi og ferðast nógv í hesum starvi.
- Eg havi altíð lagt dent á at vera mín egin, og tí havi eg ongantíð havt fast starv á nøkrum leikhúsi. Tað hevur verið strævið lív, men samstundis eitt stórt frælsi, at sleppa at varðveita mín samleika. Tað hevur verið tað vert, sigur Annika Hoydal.
Nýggj fløga við barnasangum
Tónleikurin hevur havt ein týðandi leiklut í hennara arbeiði. Hon hevur givið fleiri fløgur út, sum hon hevur skrivað tónleik til, við orðum eftir føroyskum rithøvundum og yrkjarum. Í løtuni fyrireikar hon eina nýggja barnafløgu, sum verður givin út í samband við 60 ára føðingardag hennara í november mánaða í ár.
Barnafløgan verður tikin upp í Skotlandi í upptøkuhøli hjá Ian McCalman, fyrrverandi manninum hjá Anniku. Tey vóru sum hjún saman um fyrstu útgávuna av barnasangum hjá Anniku, sum kom út fyri 30 árum síðan. Hesaferð verða orð eftir Anniku og Gunnar Hoydal, Mikkjal á Ryggi og Christian Matras, sum Annika hevur gjørt løg til.
Legat úr gávugrunni
Fyri stuttum fekk Annika Hoydal eitt legat úr gávugrunninum hjá Prins Joacim og Alexandru Prinsessu. Hesin grunnurin verður verandi virkin hóast hjúnini eru skild. Tey bæði vilja vera fyrimynd fyri onnur hjún, sum fara hvør til sítt, við framhaldandi at vera saman um gávugrunnin.
Annika Hoydal helt tað vera skemt, tá ein kvinna, sum segði seg ringja av Amalienborg, spurdi, um hon ikki hevði fingið bræv frá gávugrunninum?
- Eg helt tað vera eina vinkonu sum skemtaði, tí eg hevði einki bræv fingið. Tað vísti seg at vera seinkað í útberingini, sigur Annika.
- Kvinnan segði at tey høvdu undrast á at tey einki høvdu frætt frá mær. Eg hevði fingið 20.000 krónur úr gávugrunninum hjá Joacim og Alexandru, og nú vildu tey frætta, um eg ætlaði mær at koma til lítið hátíðarhald í samband við handanina av legatinum og samstundis syngja nakrar sangir.
- Tá gekk tað upp fyri mær, at hetta als ikki var skemt. Vit avtalaðu tíð og stað. Vit vóru eini 20 fólk, sum fingu legat, og eg hevði væntað, at eisini onnur skuldu framføra, men so var ikki.
- Tá Prins Joacim og Alexandra Prinsessa komu inn, handaðu tey okkum gávubrævið. Eg sang tríggjar sangir, við ongum undirspæli. Tað riggaði bara væl, sigur Annika, sum ikki kundi halda sær, men segði við fráskildu hjúnini, at hon skuldu brúka peningin til upptøku av barnafløgu saman við fyrrverandi manni sínum, og legði aftrat: Tað ber væl til at samstarva, fyri tað um vit ikki liva saman.
Stór broyting tá barnaheimið fer
Hvussu er tað at búgva í Danmark, tá føroysk viðurskifti fylla so nógv í tínum arbeiði?
- Eg havi ein góðan gerandisdag í Danmark saman við manni mínum, vinum og kenningum, men Føroyar og familjuskapurin liggja altíð í bakgrundini. Tað fer ongantíð burtur, sigur Annika Hoydal.
- Hinvegin so broytast tíðirnar so hvørt sum frálíður. Áður segði eg við vinirnar í Danmark, at eg fór heim til okkara. Tað var barnaheimið og foreldrini hjá mær. Barnaheimið og foreldrini eru ikki longur, men nú sigi eg, at eg fari heim til Føroya. Eg meini tað eisini bókstaviliga. Í dag komi eg heim til føðilandið, og til beiggjarnar og familjuna.
Mamma Anniku doyði fyri nøkrum árum síðan 91 ára gomul, og hevði verið einkja í nógv ár.
- Tá mamma fór, helt eg tað vera náttúrligt, tó at tað altíð er svárt at missa, men hon var gomul og móð av døgum. Tað var øðrvísi, tá pápi doyði. Hann var bert 76 ára gamal, og tað tók mær nógv ár at koma yvir saknin, sigur Annika og situr tigandi lítla løtu: - Tá barnaheimið fer, er tað ein stór broyting.
- Hinvegin havi eg familjuna her, beiggjarnar og konur teirra, sum eiga so fitt børn. Tað ljóðar kanska løgið, sigur Annika og brosar.
Hon nevnir vinfólkini í Danmark, sum ikki skilja at hon tosar so nógv um børnini hjá beiggjunum, og siga, at tað ivaleyst bert er tí at tey eru næstringar hennara.
- Tað haldi eg ikki vera orsøkin. Eg meini tað veruliga. Tey geva mær so nógv, at eg haldi meg eiga ein part í teimum, men tað er kanska tí eg ikki sjálv eigi børn, sigur Annika Hoydal.
Ferðaleiðari í egnum landi
Tað, at hava framført í Norðurlondum, hevur eisini givið Anniku aðra arbeiðsuppgávu.
Hon hevur seinastu tvey árini verið ferðaleiðari fyri næmingar í donskum háskúla í Flensborg.
Tað kom av, at hon fleiri ferðir hevur framført á háskúlanum. Tá tey fyrireikaði ferð til Føroya, bóðu tey Anniku koma við.
- Tað hevur verið áhugavert. Eg kann vísa gestunum mítt land á øðrvísi hátt og siga frá ymsum lutum, sum tey kanska ikki høvdu fingið innlit í annars. Harnæst er tað stuttligt og øðrvísi at uppliva landið gjøgnum teirra eygu, sigur Annika Hoydal, sum helst fer at gera fleiri slíkar ferðir hendavegin.
Spurd um hon kundi hugsa sær at flutt heimaaftur, sigur Annika, at hon fleiri ferðir hevur umhugsað tað.
- Tíðirnar broytast og um tað kundi verið møguligt, so hevði tað ikki verið nakar fremmandur tanki, sigur Annika Hoydal.