Føroysk myndlist inn í framtíðina

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er ein savnan av bæði eyðkennum og nýggjum rákum innan føroyska myndlist í løtuni - eitt áhugavert boð uppá, hvussu okkara myndlist kann koma at gera seg galdandi í altjóða høpi framyvir

Fríggjakvøldið 3. juni letur árliga Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp. Við á framsýningini eru seks myndlistafólk, Edward Fuglø, Astri Luihn, Sigrun G. Niclasen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Ingálvur av Reyni, sum hava fingið hvør sín vegg at ráða yvir. Eitt fínt hugskot, sum undirstrikar eyðkennini bæði í húsinum og hjá teimum einstøku listafólkunum.

Samljóð
Samljóðið millum málningarnar og hølið kemur kanska best til sín rætt á ovaru hæddini í Norðurlandahúsinum. Tað fyrsta, tú fært eygað á, er sokallaði Plakatveggurin, sum Edward Fuglø er sloppin at seta sín dám á hesuferð. Eitt sera hóskandi val, har ikki minst málingarnir ?Kulturpávar? og ?Mappudýr? hanga sum sjálvspeiskar viðmerkingar til okkum og okkara tíð
Á glasveggunum í Klingruni hanga løttu, fínligu og ljósu myndirnar hjá Astri Luihn á ein hátt, so tær næstan sveima sum ein partur av útsýninum. Hinumegin, á stóra vegginum, hanga máttmiklu og stóru myndirnar hjá Eyðuni av Reyni sum eitt slag av koloristiskum aftursvari, sum undirstrikar eyðkenda og skiftandi ljósspælið í stóra rúminum.
Smáu myndirnar á framsýningini hesuferð eiga Tórbjørn Olsen og Ingálvur á Reyni. Myndirnar eru nógvar í tali og støddin krevur, at tú sleppur nær at teimum. Hesar spæla sær ikki á sama hátt við innrættingina, og sera hóaskandi hanga tær tí í Dansistovuni, har ikki so nógv annað kappast um uppmerksemið.
Á veg útaftur í garderobuna fáa myndirnar hjá Sigrun G. Niclasen okkum at steðga á - og undrast.
Ein av styrkjunum við eyðkendu symbolistisku málningunum hjá Sigrun er, eftir mínum tykki, teirra eginileiki at skapa eitt heilt nýtt listarligt forvitni í áskoðaranum. Ikki tað ringasta, tú kanst taka við tær útaftur av eini listaframsýning.

Nýggj listabók
Listarliga fevnir Summarframsýningin í høvuðsheitum um tað kenda ekspressionistiska hjá Ingálvi, Eyðuni og Torbjørn til tað nýggjara postmodernistiska hjá Edwardi, Astri og Sigrun. Samstundis hava júst hesi seks listafólkini síni heilt serligu eyðkenni, sum bæði vísa á nakað eyðkent og nakað heilt nýtt innan føroyska myndlist í dag. Samlað er Summarframsýningin sostatt eitt gott boð uppá, hvussu føroysk myndlist kann koma at gera seg galdandi í altjóða høpi í framtíðini.
Eins og á Summarframsýningum árini frammanundan, hevur Norðurlandahúsið eisini hesuferð nýtt høvið til at geva eina nýggja føroyska listabók út. Ì bókini Faroese Art lýsir Malan Marnerdóttir, professari og dr. phil, originala modernistiska dámin í føroyskari list, umframt stílin, sum serliga eyðkennir listina hjá teimum, sum eru við á framsýningini í ár.
Saman við umrøðuni av einstøku listafólkunum eru eisini prentaðar myndir av nøkrum av verkunum, sum eru at síggja í Norðurlandahúsinum beint nú.
Summarframsýningin er opin til 2. august og fer tá víðari til Danmarkar, Noreg og Íslands