Skerdir og kroystir

Skála ætlar sær at siga takk fyri seinast, men teir mugu helst verða fleiri spælarar fyriuttan, tá svangu vágbingarnir vitja

Eftir at hava spælt dystir móti hinum trimum liðum í oddinum, er Skála framvegis væl við í heiðursmerkjakappingini, tó at ósigurin fyri NSÍ viðførdi, at liðið misti nakað í mun til HB og B36.
Tað er tó einki at ivast í, at skálamenn enn hava vónina um at hanga væl og virðiliga í oddaliðunum, og tí eru trý stig eisini tað, sum farið verður eftir sunnudagin. Eisini hóast júst VB er einasta liðið, sum higartil hevur tikið trý stig við sær av Skála í ár.
Til dystin er Skála tó hampuliga nógv skert. Pauli G. Hansen var ikki við seinast vegna skaða, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur. Tað verður Bjarni Jørgensen kanska heldur ikki, eftir at hann noyddist skaddur úr dystinum í Gundadali móti B36, og eisni Bárður Danielsen og Bogi Gregersen hava verið argaðir av skaðum. Teir báðir vórðu tó pjøssaðir saman til dystin móti B36, og sum skilst, so helst at bera til at gera sama kynstrið eina ferð afturat sunnudagin.

Trýst frá áskoðarunum
Eru skálamenn svangir eftir stigum, so eru vágbingar tað ikki minni. Eitt stig í fimm dystum er ikki júst tað, sum teir eru vanir við, og leitast skal heilt aftur til 24. apríl, um seinasti sigurin skal finnast. Og hesum var altso júst á Skála.
Hjá VB fær Edvard Ble ikki verið við, eftir at hann gjørdist fyrsti spælarin á árinum, sum rakk fimm gulum kortum og harvið leikbanni.
Í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og hóast tungu gongdina, so staðfestir liðskiparin, Bjarni Johansen, at lagið í hópinum er gott.
- Tað hevur sjálvandi verið eitt sindur tungt hesa seinastu vikuna, men spælararnir eru til dystin fús sunnudagin. Vit fara á vøllin sum eitt lið, og vit ætla okkum eisini at fáa nakað burturúr. Hinvegin hevur lagið á áskoðarunum ikki verið av tí besta, og tað hevur kanska givið nakað av trýsti. Sjálvur kundi eg í øllum førum ynskt mær, at teir ikki vóru heilt so skjótir við atfinningunum, tá tað gongur ímóti, heldur veteranurin.