Champions League
Í nógv ár hava Liverpool viðhaldsfólk bíðað eftir einum stórum sigri. Felagið hevur ikki vunnið enska meistaraheitið síðan 1990, og seinast tað vann størstu evropeisku kappingina var í 1984. Tað var tí í tøkum tíma, tá Liverpool mikukvøldið aftur kundi hevja Evropa Cup steypið upp um høvd.
Hóast Liverpool ikki hevur verið millum stórmaktirnar ítróttarliga í Evropa seinastu mongu árini, hevur felagið allatíðina havt ein breiðan skara av viðhaldsfólki kring allan heim.
Liverpool hevur eisini verið limur í tí sokallaða G8, sum telur átta tey ríkastu feløgini í Evropa. Hesa støðu innan fótbóltsheimin vann felagið sær upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini, tá tætt var ímillum meistaraheitini bæði í Onglandi og úti í Evropa.
Hóast eina relativa sterka støðu á marknaðinum og rímiliga høgar inntøkur, hevur felagið ongantíð megnað at endurvinna trónuna hvørki í Onglandi ella í evropeiskum fótbólti.
Manchester United og Arsenal hava seinastu tíggju árini havt eitt kvørkratak um ta ensku Premier League (undantikið í ár, tá Chelsea vann), og Liverpool hevur øll árini staðið í skugganum av hesum báðum feløgum. Okkurt hissini steyp er tó komið í skápið hesi seinastu árini við sigrum í FA-Cup, Liga Cup og UEFA Cup.
Gyltu árini
Stórheitstíðin hjá Liverpool var í sjeyti- og áttatiárunum. Frá miðskeiðis í sjeytiárunum og næstu tíggju árini vann Liverpool seg fram í elituna í evropeiskum fótbólti.
Fýra ferðir innanfyri átta ár vann Liverpool Evropa Cup, sum tað tá kallaðist, og frá 1975-90 vann felagið tíggju ensk meistaraheiti. Við leikarum sum Kevin Keegan, Kenny Dalglish og Graeme Souness gjørdist Liverpool mest vinnandi felag í Onglandi og er tað framvegis hóast soltnu nítiárini.
Tað var annars tann legendariski venjarin Bill Shankly, ið legði grundarsteinin, tá hann fyrst í sekstiárunum syrgdi fyri, at Liverpool aftur gjørdist fast inventar í fremstu deildini, og hann førdi einini nøkur meistaraheiti aftur til Anfield.
Stígur kom í
Men so kom stígur í hjá Liverpool, og hetta er fyrstu ferð síðan 1990, at Liverpool kann lyfta eitt av teimum stóru steypunum ? um vit ikki taka FA Cup við.
Fleiri orsøkir kunnu vera til tess, og ein av teimum er, at ensk feløg ikki sluppu at luttaka í evropeiskum kappingum í fimm ár. Hetta bannið varð sett í verk av UEFA eftir vanlukkuna á Heysel í 1985, tá 39 viðhaldsfólk hjá Juventus doyðu í sambandi við ófrið undan Evropa Cup finaluna millum Juventus og Liverpool.
Tað var øllum greitt, at altjóða fótbóltur hevði ment seg nógv hesi árini, tá ensku feløgini høvdu leikbann í Evropa. Tí vóru tey ensku feløgini nøkur fet aftanfyri, tá tey einaferð sluppu við aftur. Hetta var serliga eyðsýnt í nítiárunum, tá enskur fótbóltur ikki kundi metast við tann evropeiska.
Hjá Liverpool fór av álvara at ganga aftur á hond, tá Graeme Souness tók við sum venjari. Tá Kenny Dalglish brádliga segði seg úr starvi í Liverpool, vóru boð eftir gomlu miðvallarkempuni, sum tá var venjari í Glasgow Rangers.
Souness megnaði ongantíð at føra skútuna á rætta kós, og hann varð eisini uppsagdur eftir trý ár í tí heita sessinum. Fyrst royndi Roy Evans at venda gongdini, men tað eydnaðist ikki. Síðani var tað Gerard Houllier, ið hevði hampulig úrslit at vísa á, men eftir seks ár var hansara tímaglas eisini runnið út.
Spaniólin Rafael Benitez tók síðani við starvinum, og á sínum fyrsta túri við stýrisvølin hevur Benitez vunnið Champions League ? ímóti øllum oddsum.
Langt eftir á mál
Hóast Liverpool nú stendur ovast á sigurspallinum í Evropa, er langur vegur á mál, um felagið aftur skal gerast ein av stórmaktunum í evropeiskum fótbólti, eins og tað var fyri 20-30 árum síðani.
Eingin ivi er um, at hesin sigurin hjá Liverpool tók øll á bóli. Eingin hevði frammanundan roknað við, at Liverpool fór at gera seg galdandi júst í ár.
Besta úrslit felagsins í Champions League var eitt pláss í fjórðingsfinaluni fyri trimum árum síðani, og tað var í veruleikanum einki, sum gav eina ábending um, at hesin hópurin hevði leikaratilfarið, sum skal til fyri at vinna á nøkrum av heimsins bestu liðum.
Spurningurin er síðani, um hesin sigurin er byrjanin til eina nýggja tíð hjá felagnum. Serfrøðingar meta, at við tí stóra skaranum av viðhaldsfólki kring allan heim kann felagið aftur gerast eitt av teimum stóru í Evropa.
Um hetta skal gerast veruleiki, hevur tað alstóran týdning, at felagið megnar at lokka nýggjar leikarar til og ikki minst varðveita lyklaleikarar sum Gerrard og Carragher.
Við einum Champions League sigri í skjáttuni fer at vera lættari at lokka góðar leikarar til felagið, og spennandi verður at síggja, hvussu Benitez fer at keypa inn í summarsteðginum.
Steven Gerrard hevur verið ovast á breddanum í ensku fjølmiðlunum í fleiri mánaðir, og teir hava róð framundir, at hann fór at skifta til Chelsea ella til okkurt annað evropeiskt stórfelag í summar. Gerrard hevur tó eftir sigurin givið greiðar ábendingar um, at hann fer at halda fram í Liverpool í nøkur ár framyvir. Hetta er tó ikki komið uppá pláss enn og skal tí takast við fyrivarni.
Ein annar aktuellur spurningur viðvíkjandi framtíðini hjá Liverpool er, um felagið yvirhøvur sleppur at luttaka í Champions League komandi ár. Sum støðan er í løtuni, fáa meistararnir ikki høvið at verja meistaraheitið, og tað ger støðuna hjá felagnum trupla.
Eitt er peningurin, sum nú ikki kemur í kassan, og hitt er, at felagið ikki hevur serliga góð kort í hondini í sambandi við keyp av nýggjum leikarum. Champions League luttøka er nevniliga eitt, ið nógvir leikarar leggja seg eftir, tá teir skulu velja eitt nýtt felag.
Um vit hyggja eftir fortíðini hjá Benitez, hevur hann víst seg sum ein, ið kann bjóða teimum stóru av. Hann førdi nevniliga Valencia fram til tvey sponsk meistaraheiti frammanfyri teimum dýru stjørnunum í Real Madrid og Barcelona.
Fakta er, at Liverpool viðhaldsfólk aftur hava fingið okkurt at gleðast um. Spurningurin er síðani, um hetta gerst ein stokkut gleði, ella um meira er í væntu.