Martin Joensen við orkestri á MjúS

Kanska størsti føroyski sangskrivarin, Martin Joensen, verður at hoyra á MjúS festivalinum á Sandi. Martin Joensen eigur sín stóra part av Grønu Sangbók, og hann taldist millum bestu konsertupplivingarnar á G! í fjør.
Martin Joensen arbeiðir við eini nýggjari útgávu, og á Sandi verður høvið at hoyra løg av nýggju fløguni, umframt øll tey ógloymandi løgini sum: Morgun, Svarti Ravnur, Tað kundi verið so gott og Í tínum eygum.