ein mammubeiggi mín koma at búgva hjá mammu. Hann var níggju ár yngri enn mamma, men hann hevði stóran áhuga í tónleiki, og átti alt frá Doodle Bugs til Sweet, sigur Jens Marni Hansen. So uppvøksturin [...] var, so eg stóð á einum kassa mitt á gólvinum, fyri at øll skuldu síggja meg, sigur Jens Marni Hansen. Hann sang sangin hjá Black Birds, Jónas, ið hevur 12 ørindi. - Tað man hava gingið hampiliga væl, tí [...] gamal, tá eg fór at læra meg at spæla gittara. Tað var Gullak Zachariassen, ið var mín fyrsti gittarlærari, sigur Jens Marni Hansen. Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hann byrjaði í sínum fyrsta orkestri
var her var í 1969. Eg var her við pápa mínum. Hann var í mong ár flogskipari hjá Icelandair, og var fyrsti flogskipari hjá rutuflogførunum, sum byrjaðu at flúgva upp á Føroyar. Hetta var í 1963, og pápi [...] Albert Jónsson byrjaði sína embætisleið sum politiskur ráðgevi hjá íslendska forsætismálaráðharranum, og arbeiddi á skrivstovuni hjá forsætismálaráðharranum frá 1991. - Tá var David Oddson forsætismálaráðharri [...] tá gjørdist eg ambassadørur og limur av íslendsku uttanríkistænastuni, sigur Albert Jónsson. Hann virkaði sum serligur ráðgevi hjá David Oddson, meðan hesin var uttanríkismálaráðharri, og hann helt fram
eingin forðing fyri gjaldskipanina. Um tú kallar meg til fundar um hettar, so verður tú tann fyrsti, ið ger tað, sigur Gerhard Lognberg. [...] borgarstjórin í Skopun, sum forðar fyri, at ein bíleggingarskipan kann setast í verk fyri túrarnar hjá Teistanum úr Skopun. Les eisini Nú verður bara bíðað eftir sandoyingum Gerhard Lognberg vil ikki hava [...] Skopunar Havn, sum hevur noktað fyri at seta eina bíleggingarskipan í verk, tí at tað verður ov torført hjá teimum gomlu í bygdini at skilja. Gerhard Lognberg skrivar í brævið til tíðindamiðlarnar í dag, at
Tað er bert ein vika síðani, at fyrsti venjarin hetta hondbóltsárið varð sekkjaður. Tað hendi, tá leiðslan í VÍF gjørdi av, at Jan Ottesen ikki longur skuli venja besta manslið felagsins. Hóast ein vika [...] hugskot, at vit fingu Henrik sum part av einum venjaratoymi, og eg haldi, at hetta kom sum ein bumba hjá okkum báðum. Men soleiðis er veruleikin nú einaferð. Og tað harmar meg almikið. Tá vit tóku Henrik [...] og svartaskóm løgdu fólk til merkis, at nýggjur maður var í høllini, og brádliga var spælistílurin hjá KÍF ein heilt annar. Ikki minst tí verjuskipanin ikki líktist tí, sum vanligt var í Føroyum. - Ein
stilli upp, sigur hon flennandi, tí so kundi verið, at tær kendu seg noyddar at svara øðrvísi. ?Anna stillar upp til løgtingsval fyri fyrstu ferð, hon er ein av tveimum kvinnum á listanum hjá Tjóðveldinum [...] Samrøða?? Eg royni at njóta henda síðsta túrin suður um Hovstúgvu, eitt sindur torført, tá tær hóvar so illa at koyra. Næstu ferð verður gjøgnum bergholið! Sjálv koyri eg ikki aftur hendavegin, men fari [...] fagrasta! Eg skal til Vágs at hitta Onnu Brattaberg Samuelsen til eitt prát, m.a. um hugburð og leiklutin hjá kvinnum her suðuri í politiskum høpi. Sjálv stillar Anna upp til løgtingsvalið, og tað minnir meg á
mátti ringja til mammu fyrst, sigur Alex og flennur. Norðri í Itajuipe verða tíðindini ikki væl móttikin. Maria sigur aftur korta nei. Hon vil ikki lata 21 ára gamla sonin hjá sær fara til Evropa einsamallan [...] framleiðsluvirki hjá ítróttarmerkinum, Penalty. Men pengar hevur Santos familjan ikki altíð havt nokk av. – Tað vóru dagar, tá vit ikki høvdu nokk til mat á borðið. Tí lærir tú nógv av, sigur Alex. Sum 17 [...] 41 tímar, og hann steðgaði í heilum. Tá vit eina ferð komu fram, vóru føturnar hjá mær hovnar, og eg visti ikki hví, sigur Alex og vísur á fótinum, hvar hann var hovin. Teir vóru ikki meir enn komnir fram
hvat tað vil siga at fáast við film í Føroyum, sigur Sakaris Stórá, filmsleikstjóri. Í farnu viku kundi lítillætni leikstjórin úr Skopun sum tann fyrsti nakrantíð kalla seg vinnara av føroysku filmsvi [...] sum eg brenni fyri, sigur Sakaris Stórá. - Tað er ikki neyðturviliga endaliga úrslitið, altso filmurin sjálvur, sum drívur verkið, men meira tilgongdin frá byrjan til enda, sigur Sakaris Stórá. Og unga [...] mann ger. At talan er um fyrstu virðislønina í føroyskari filmssøgu er sjálvandi eisini stuttligt, sigur Sakaris Stórá. Star Wars var avgerandi Áhugan fyri filmi hevði Sakaris Stórá longu sum barn. Tá hann
hendi hesa vikuna hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá fiskakeyparum runt um í Evropa, sigur Jóannes Martin Hansen, sum er útflutningsstjóri hjá Frederiksværk Åleeksport. Martin Hansen keypir nógvan [...] týsmorgunin. Jóannes M. Hansen sigur, at Stilla Vika er tann tíðin í árininum, har í týskarar eta mest fisk yvirhøvur. Og tíðaravmarkingarnar eru sera trongar. Hann sigur, at er talan um feskan fisk, skulu [...] nógvan fisk úr Føroyum, og selur hann víðari suðuri í Evropa. Hann sigur, at tað, sum hann hevur fingið at vita frá sínum kundum longri suðuri í Evropa er, at teir hereftir fara heldur at leggja seg eftir at
Eg plaga at siga, at hóast føðibrævið sigur, at eg eri 43 ár, er veruleikin tann, at eg havi bara livað í 13 ár. - Øll hini 30 árini havi eg bara yvirlivað, sigur Martin Kúrberg. Nú hevur hann halgað sítt [...] stinga sær klæðini í ein svartan sekk og seta seg í sín Opel Kadett og stevna suður á Sand, har hann varð ungdómsvenjari hjá B-71. - Tíðin á Sandi er ein tann besta í mínum lívi og eg havi nógv at takka [...] er ómetaliga svárt hjá foreldrum at varnast, at teirra børn hava fingið ein trupulleika við misnýtslu. - Men júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit gera tað liviligari hjá familjunum, tí foreldur
gerast 100 ára gomul. Tað kemur bara av sær sjálvum hjá tí, sum livir so leingi, heldur hon. Anna Sofía letur væl at, at hon fær nógva vitjan. Hon býr hjá eini dóttir, sum arbeiðir úti, so har verður hugt [...] at tað kemur nógv fólk í føðingardag, nú eg fylli 100,« sigur Anna Sofía. Tað munnu tað fara at koma, heldur Thurid, dóttirin, sum hon býr hjá. Avgjørt er at halda dagin í samkomuhúsinum Hebron á Argjum [...] Joensen Hon er blíð og væl nøgd, tá hon í rullustólinum tekur í móti okkum heima í Bakkagøtu á Argjum. Fyrsti spurningurin er, um dóttirin ikki skal geva monnunum ein drekkamunn, nú teir eru komnir inn á gólvið