Tað var langt millum húsini frammi í Dal í Kollafirði, tá Jens Marni Hansen vaks upp.
Tað førdi til, at eg ofta ongan hevði at spæla við, og tí máttu aðrar leiðir troytast, sigur Jens Marni Hansen.
Men okkurt var altíð at takast við, og hetta okkurt skyldaðist eina heldur keðiliga hending í lívinum.
- Omma doyði ung, og tað førdi við sær, at ein mammubeiggi mín koma at búgva hjá mammu. Hann var níggju ár yngri enn mamma, men hann hevði stóran áhuga í tónleiki, og átti alt frá Doodle Bugs til Sweet, sigur Jens Marni Hansen.
So uppvøksturin fór í stóran mun við at lurta eftir øllum frá country til rock.
- Tá var heldur einki sjónvarp ella teldur, so tað ráddi í stóran mun um at finna upp á sjálvur, sigur Jens Marni Hansen.
Og eitt av hesum páfundum, var at koyra lastbil við teimum bilførarum, sum koyrdu niðan í Hundsarabotn eftir astfalti og síðani oman á bátarnar við Kollfjarðarkai.
- Teir høvdu altíð fult av country tónleiki í bilinum, sum sjálvandi var spældur í kasettubandavspælarum, og tað stendur enn frískt í minninum, serliga teir Buck Owens sangirnir, sum tá vóru populerir, sigur Jens Marni Hansen.
Fór at spæla gittara
Men so byrjaði skúlatíðin, og stundirnar til lastbilarnar gjørdist ikki so nógv.
- Eg minnist, at eg framførdi á fyrsta sinni alment við eina skúlaveitslu, tá eg var 8 ára gamal. Eingin pallur var, so eg stóð á einum kassa mitt á gólvinum, fyri at øll skuldu síggja meg, sigur Jens Marni Hansen.
Hann sang sangin hjá Black Birds, Jónas, ið hevur 12 ørindi.
- Tað man hava gingið hampiliga væl, tí eg minnist, at eg fekk ein pakka av gummibommum frá konu Poul Mohr, minnist Jens Marni Hansen.
Tað var eisini í skúlanum, at hann á fyrsta sinni fekk ein gittara upp í hendurnar.
- Eg var 10 ára gamal, tá eg fór at læra meg at spæla gittara. Tað var Gullak Zachariassen, ið var mín fyrsti gittarlærari, sigur Jens Marni Hansen.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hann byrjaði í sínum fyrsta orkestri.
- Vit høvdu tá Petur Mohr Reinert sum lærara, og tað var líkasum hann, ið fekk orkestrið upp at standa. Vit kallaðust The Players, minnist Jens Marni Hansen.
Fyrstu tíðina vandu teir uppi á loftinum í skúlanum, og har var trongt, sjálvt um hølið var langt.
- Vit fluttu seinni í bygdarhúsið at venja, men tað var avmarkað, hvussu nógv vit sluppu at venja har. Eg minnist, hvussu vit plagdu at sleipa forsterkararnar á sletu millum húsini og bygdarhúsið, tá vit skuldu venja, sigur Jens Marni Hansen.
Spælt saman við fleiri
Jens Marni var 13 ára gamal, tá hann fyrstu ferð leikti alment til dans í 1987.
- Vit vóru so ungir, at onkur okkara slapp ikki at vera úti so leingi. Men tað bar so til kortini, og fyrsta frasmførslan var í bygdarhúsinum í Kollafirði, sigur Jens Marni Hansen.
Árið eftir byrjaði hann so at sæla við orkestrinum, Florens, sum gittarleikari, men tað var so skjótt, at hann varð settur handan trummurnar.
- Vit góvust við Florens í 1989, og tá byrjaðu vit orkestrið Kjølar. Har helt eg fram við at spæla trummur og so sang eg eisini, sigur Jens Marni Hansen.
Hetta orkestrið helt so fram í eina tíð, áðrenn Signar í Hormum kom upp í Kjølar. Hann sældi gittar og sang.
- Aðrar broytingar vórðu eisinigjørdar í Kjølum. Ein, sum áður hevði spælt upp á harmoniku, fór nú at sæla trummur og eg fór at spæla gittar, sigur Jens Marni Hansen.
Kjølar menti seg fram til tað, teir vóru í 1996-97.
- Gjøgnum tíðirnar munnu einir 12-15 mans hava spælt við Kjølum, sjálvandi ikki allir í senn. Og All that Rain er eitt framhald av Kjølum, tó uttan Signar í Homrum, sum flutti til Svøríki. Eg var við har í hálvtannað ár, sigur Jens Marni Hansen.
Fyri kollfirðingin var tíðin komin til at ryna okkurt annað.
- Hesi árini spældi eg nógv saman við Ólavi Øster og Paula Magnussen. Seinni byrjaði eg so Showmenn saman við Kim Hansen, James Olsen og Jóhanus av Rógvi, sigur Jens Marni Hansen.
Eftir hetta bleiv tað til Factor 4, har hann spældi saman við Paula Magnussen, Hening Nicodemussen og Bjarna Lisberg.
- Annars havi eg spælt nógv undir hjá øðrum listarfólkum, eitt nú Pipar og Salt, Petsy Tvørfoss og Eivør Pálsdóttir. Og so havi eg eisini luttikið í danska Grand Prix, sigur Jens Marni Hansen.
Í kreppu
Í januar 2011 kom Jens Marni í eina sálarliga og kropsliga kreppu.
- Tað var um hetta mundi, at eg skuldi skerast fyri røddina á Ríkissjúkrahúsinum. Har funnu teir út av, at røddin í veruleikanum hevði tað fínt, og læknarnir fráráddu mær at fara undir skurð, tí eg fór at oyðileggja mítt image, sigur Jens Marni Hansen.
Hann stríddi seg tó burtur úr teirri kreppuni við harðari fysiskari venjing og tað, saman við sálarligari venjing, fekk hann burtur úr kreppuni aftur.
- Hetta var ein tíð, tá bara tað minsta gekk ímóti, tóktist tað sum ein risa trupulleiki, og eg hugsi mangan um tað. Hevði tað verið í dag, hevði verri enn so komið eins nógv burtur úr, sigur Jens Marni Hansen.
Hansara sermerkta rødd kemst av, at hann sum 10 ára gamal misti røddina heilt í skúlanum.
- Tað var nokk onkur lærari, sum trýsti í so nógv á at fáa meg at syngja, og so endaði tað við, at røddin fór heilt. Hon var burtur í einar tveir mánaðar, og tá røddin so kom aftur vísti tað seg, at eg hevði ein lítlan kuril á øðrum stemmibandinum, sigur Jens Marni Hansen.
Hann hugsaði ikki so nógv um tað tá, men tað kann við røttum sigast, at tað var hetta, sum skapti hansara identitet.
Jens Marni Hansen hevur júst givið út sína aðru fløgu, sum kalast »Anywhere You Wanna Go«, og í mun til fyrru fløguna, ferðast Jens Marni í hesum døgum runt í landinum á einari útgávukonsert.
Og ongum at siga, er Jens Marni Hansen komin heilt fyri seg, eftir kreppuna í 2011.