Eg eri komin til rætta landið

- Sjálvandi er munur á Washington og Tórshavn, men Ísland og Føroyar hava eitt serligt samband, sum gongur langt aftur í søguna. Eg gleði meg at búgva og arbeiða her í Føroyum, sum hava eina einastandandi náttúru og eitt serstakt fólk. Mínir frítíðar áhugar eru millum annað gongutúrar í náttúruni og at fiska, og ríkir møguleikar eru fyri báðum her, sigur nýggi íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Albert Jónsson

Albert Jónsson byrjaði sína embætisleið sum politiskur ráðgevi hjá íslendska forsætismálaráðharranum, og arbeiddi á skrivstovuni hjá forsætismálaráðharranum frá 1991.

- Tá var David Oddson forsætismálaráðharri, og eg arbeiddi saman við honum í 13 ár sum ein av hansara ráðgevum, sigur Albert Jónsson.

Tá gjørdist David Oddson uttanríkismálaráðharri, og Albert Jónsson fylgdi við Oddson yvir í uttanríkismálaráðið.

- Hetta var í 2005, og tá gjørdist eg ambassadørur og limur av íslendsku uttanríkistænastuni, sigur Albert Jónsson.

Hann virkaði sum serligur ráðgevi hjá David Oddson, meðan hesin var uttanríkismálaráðharri, og hann helt fram í hesum starvi eisini eftir at Geir H. Haarde tók við sum uttanríkismálaráðharri. Haarde gjørdist eisini formaður í Sjálfstæðisflokkinum, tá David Oddson legði frá sær.

Albert Jónsson fylgdi so aftur við Geir H. Haarde yvir í forsætismálaráðið, tá hesin gjørdist forsætismálaráðharri á sumri i 2006. Har var hann so í nakrar fáar mánaðir.

Men áðrenn Albert Jónsson kom inn í politiska umhvørvið, starvaðist hann sum tíðindamaður í íslendska útvarpinum og sjónvarpinum. Hann var eisini leiðari fyri einum lítlum serfrøðingabólki (think-tank) innan uttanríkispolitikk og altjóða viðurskifti. Somuleiðis var hann í mong ár adjunktur á íslendska universitetinum í Reykjavík, har hann undirvísti í altjóða politikki.

 

Gjørdist ambassadørur

Starvið í uttanríkismálaráðnum og síðani í forsætismálaráðnum førdi til, at Albert Jónsson fekk møguleikan at gerast ambassadørur Íslands í USA.

- Hetta var ógvuliga spennandi, og eg var har yviri í einum sera áhugaverdum tíðarskeiði. Eg fylgdi valstríðnum í fjør og upplivdi, at Obama varð valdur til forseta, og tað var bæði spennandi og áhugavert, sigur Albert Jónsson.

Hann sigur víðari, at USA er eitt ógvuliga dynamiskt samfelag, og politikkurin har yviri er ógvuliga áhugaverdur. Og uttanríkis- og trygdarpolitikkurin hevur sjálvandi stóran týdning í heiminum.

- Washington er eisini ein sera spennandi býur, við hópinum av stórum serfrøðingabólkum, fylkingum og stjórnarorganisatiónum. So tað var ein ógvuliga góð og spennandi tíð eg hevði har, sigur Albert Jónsson.

Hann upplivdi sum ambassadørur tvær hendingar, sum hava havt og framhaldandi fara at hava eina sera stóra ávirkan, ikki bert á amerikanarar, men eisini á allan heimin. Talan var um forsetavalið, sum omanfyri nevnt, men eisini um upprunan til alheims fíggjarkreppuna, ið jú sum kunnugt byrjaði við sonevndu subprim kreppuni á amerikanska bústaðarmarknaðinum.

- Fíggjarkreppan er sjálvandi eitt serligt fyribrigdi í USA. Tað var áhugavert at síggja, hvussu skjótt stjórnin reageraði, og hvønn veg farið var. Man valdi jú at spræna risastórar upphæddir inn í búskapin frá almennari síðu, og tað er ógvuliga áhugavert í amerikanskum samanhangi, sigur Albert Jónsson.

- Og hvat viðvíkur valkampinum var hann bæði áhugaverdur og spennandi. Obama gjørdist jú forseti undir sera stórum vónum, samstundis sum landið stendur framman fyri risastórum avbjóðingum. Eg vænti, at tað fer at verða trupult hjá honum at loysa teir sera stóru trupullikar, sum standa honum fyri framman. Men hann er væl umtóktur, hevur momentum og eg rokni við, at hann hevur ein góðan møguleika at basa trupulleikunum. Hann er ógvuliga imponerandi, sigur Albert Jónsson.

 

Føroyar okkum næst

Tað verður ofta víst til, at amerikanska fólkið fyltist við vón, tá Kennedy varð valdur og tók við forsetaembætinum í 1961, og sama vón tykist á mangar mátar at hava fylt amerikanska fólkið aftur nú, tá Obama hevur tikið við.

- Ja, nú kann eg sjálvandi bara tosa generelt um hetta, men tað er rætt, at tað eru mong, sum hava sammett tíðina nú við Obama, við tíðina, tá Kennedy tók við forsetaembætinum. Talan er eisini hesaferð um ein ungan, vælumtóktan forseta og tað kennist, at broytingar eru í luftini, og so mugu vit bara síggja, hvat veruleikin er, og hvat framtíðin ber, sigur Albert Jónsson.

Og framtíðin hjá Alberti Jónssyni er so her í Føroyum, í hvussu er nøkur fá ár fram. Men hvussu er so at flyta úr milliónabýnum Washington, høvuðsstaðnum í heimsins maktmiklasta landi, til Tórshavn, ein av heimsins minstu høvuðsstaðum?

- Ja, eg gleði meg jú til tíðina her í Føroyum. Sjálvandi er tað púra hvør sítt at vera í Føroyum og at vera í USA, men sjálvt um tað hevur sínar fyrimunir at vera í USA, so hevur tað nakrar øðrvísi fyrimunir at vera her í Føroyum. Fyri tað fyrsta eru viðurskiftini millum Ísland og Føroyar heilt serlig, tætt og góð, í veruleikanum einastandandi eftir okkara meting, sigur Albert Jónsson.

Hann vísir til bæði mál, mentan og søgu.

- Einki land stendur okkum so nær sum Føroyar. Viðurskiftini landanna millum eru elligomul og sterk, men eisini dynamisk og eg vóni, at eg í mínari tíð sum konsul her kann verða við til at gera bondini enn sterkari og tættari enn tey nú eru, sigur Albert Jónsson.

At bondini eru sera tøtt landanna millum vísir seg eisini aftur í, at londini hjálpa hvørjum øðrum, tá á stendur, og hetta vísti seg í verki aftur í fjør heyst, tá Føroyar bjóðaðu íslendingum eitt lán á 300 milliónir í sambandi við sváru fíggjarkreppuna, sum Ísland kom í í oktober í fjør.

- Og tað er nakað, sum vit íslendingar ikki gloyma, sigur Albert Jónsson.

 

Styrkja sambandið

Ikki minst hetta serliga sambandið millum londini bæði ger, at nýggi konsulin kennir seg væl í Føroyum.

- Bæði eg sjálvur og konan, men eisini hundurin, sum tú jú hevur møtt, gleða okkum at búgva her í Føroyum, og njóta tíðina. Føroyar eru jú eitt vakurt land við ófatiligari náttúru. Og mær dámar jú serliga væl at vera úti í náttúruni, og ein av mínum frítíðar áhugamálum er at ganga túrar úti í náttúruni, og ein annar er at fiska, og tað er ríkiligt av møguleikum fyri tí her í Føroyum, sigur Albert Jónsson.

So hann gleðir seg at búgva í hesum vakra landinum við tí fyrikomandi fólkinum, sum búgva her í Føroyum, sum hann málber seg.

Tað, sum Albert Jónsson nú skal seta seg inn í, eru viðurskiftini í Føroyum, og hóast stutt tíð er liðin, síðani hann kom itl landið – einar tvær vikur ella so – er hann longu farin at seta seg inn í tingini og gera metingar av, hvussu hann skal útføra starv sítt sum íslendskur konsul í Føroyum.

- Men tað er greitt, at nøkur av aðalmálunum verða at arbeiða fyri at økja handilin landanna millum eins og stimbra ferðavinnuna, bæði úr Íslandi til Føroyar og hinvegin. Føroyar eru longu eitt vælumtókt ferðamál hjá íslendingum, men eg eri vísur í, at vit kunnu økja hetta enn meiri,sigur Albert Jónsson.

Somuleiðis metir hann, at hóast nógvir føroyingar longu sum er ferðast til Íslands, ber saktans til at økja enn meiri um áhugan at vitja brøðratjóðina fyri vestan. Eisini heldur hann, at tað saktans ber til at styrkja um sambandið á mentanarliga økinum.

- So eg gleði meg at arbeiða við slíkum sakum og menna samstarvið millum londini bæði, sigur Albert Jónsson.

 

Ikki púra ókent

Nú nýggjur íslendskur aðalkonsul tekur við, er hann ikki púra ókendur í Føroyum.

- Nei, fyrstu ferð eg var her var í 1969. Eg var her við pápa mínum. Hann var í mong ár flogskipari hjá Icelandair, og var fyrsti flogskipari hjá rutuflogførunum, sum byrjaðu at flúgva upp á Føroyar. Hetta var í 1963, og pápi mín var flogskipari á fyrsta flogfarinum úr Íslandi til Føroya, greiðir Albert Jónsson frá.

Rutan tá var Reykjavík-Føroyar-Bergen-Keypmannahavn og sama veg heim aftur.

- Vit fingu ein tímans tíð á flogvøllinum í Vágum, áðrenn leiðin gekk víðari til Bergen og Keypmannahavn, har vit vóru ein dag, áðrenn leiðin gekk sama veg aftur til Íslands,sigur Albet Jónsson.

Umframt tað, hevur hann verið tvær ferðir í Føroyum í 90-unum í sambandi við fiskiveiðisamráðingar sum partur av íslendsku sendinevndini. Talan var um umfatandi samráðingar millum Ísland, Føroyar Noregi, ES, Grønland og Rusland.

- Tað vóru spennandi og áhugaverdar tíðir og samráðingar, tí fiskiskapur er týðandi vinnuvegir fyri eins væl Ísland sum Føroyar. Eg umboðaði forsætisráðharran í nógvum sendinevndum, eisini í fiskiveiðisendinevndini, sigur Albert Jónsson.

Seinastu ferð, hann var í Føroyum, var í 2002, tá hann var partur av ferðalagnum hjá David Oddson, sum var í Føroyum á almennari vitjan.

Nú hann skal virka sum íslendskur aðalkonsul í Føroyum, hevur hann nýtt høvið, síðani hann kom fyri tveimum vikum síðani, at heilsa upp á føroysku stjórnarleiðsluna.

Hann hevur verið og heilsa upp á løgmann og uttanríkismálaráðharran, og somuleiðis fíggjarmálaráðharran. Somuleiðis hevur hann hitt Poul Mohr, sum í mong ár virkaði sum íslendskur konsul í Føroyum.

- Nú ætli eg mær komandi dagarnar og vikurnar at heilsa upp á limir í landsstýrinum og upp á politikarar í heila tikið. Eg havi eisini hitt fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til Íslands, og tað ætli eg mær at halda fram við, eins og eg ætli mær at fáa samband við fólk í vinnuni í Føroyum. Eisini ætli eg mær at heilsa upp á fólk innan mentanarlívið í Føroyum, sigur Albert Jónsson, sum longu hevur verið til eitt íslendskt/føroyskt mentanartiltak, nevniliga konsertina hjá Bubba Mortens.

 

Víða umboðan

Nýggi aðalkonsulin kom frá einum starvi í Washington, meðan undanmaður hansara kom úr einum líknandi starvi í Peking, men hvussu víða er Ísland umboðað kring heimin?

- Umframt Kanada og USA hava vit sendistovur í øllum norðurlondum. Hartil kemur Týskaland, Frakland, Belgia, Ongland, Japan og Kina. Tilsamans í eini 15 londum, sigur Albert Jónsson, sum altso gleðir seg at starvast í Føroyum komandi árini.

Persónliga gleðir hann seg til náttúruna, til fuglalívið og at sleppa at fiska. Sjálvt veðrið gleðir hann seg til at uppliva.

Ja, í nógvar mátar passa Føroyar perfekt til mín, sigur nýggi íslendski aðalkonsulin, Albert Jónsson við Sosialin.