Eg eri har eg eigi at vera

Tað er rætt, at eg harmaðist um, at Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum, og tað geri eg framvegis. Men eg eri hinvegin ikki so bláoygdur at vænta, at eg sum eykalimur á Tingi skal seta dagskránna hjá einum heilum flokki, sigur Rodmundur Nielsen.

Tað hevði sum vera man nakað av rubli og ófriði við sær, tá Poul Michelsen eitt sindur óvæntað tók seg aftur sum limur í Fólkaflokkinum og gjørdist leysgangari á Løgtingi.
Fleiri røddir vóru tá frami í flokkinum sum funnust at ymiskum viðurskiftum í flokkinum. Rodmundur Nielsen, Heðin Zachariasen og Annika Olsen vóru tey mest framtraðkandi, sum tóku til orðanna tá.
Í dag er sjógvurin eitt sindur slætnaður í so máta, men Rodmundur Nielsen sigur, at tað ikki eina og aleina var politiska støðan tá, ið fekk hann at orða seg, sum hann gjørdi.
- Tað vóru privat viðurskifti, sum ávirkaðu meg rættiliga nógv tá, og høvdu uttanum viðurskiftini verið øðrvísi, er tað ikki vist, at orðini høvdu fallið sum tey gjørdu, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann sigur, at hann ongantíð hevur ivast í støðu síni, men at tað sjálvandi ikki ber til at spáa um framtíðina.
- Tað lá ikki ligið fyri at taka sæti á Tingi tá Óli Breckmann fór í farloyvi, men nú eri eg tøkur aftur, og siti tí fyribils fyri Breckmann, sigur Rodmundur Nielsen.

Egið virki
Sum kunnugt er Rodmundur Nielsen stjóri fyri egnum virki, og tí liggur ikki altíð fyri hjá honum at møta á Tingi, sjálvt um hann er fyrsti eykalimur hjá Fólkaflokkinum.
Eftir at rumblið hevði verið í kjalarvørrinum at útmeldanini hjá Poul Michelsen var í fleiri miðlum róð upp undir, at Rodmundur Nielsen umhugsaði støðu sína í Fólkaflokkinum, og at tað ikki var vist, at hann fór at taka sæti á Tingi aftur sum eykalimur fyri flokkin.
- Eg førdi fram onkrar atfinningar tá, og tær standi eg framvegis við. At eg umhugsaðiu støðu mína í flokkinum hevur kanska verið eitt sindur yvirtulkað, tí eg kenni framvegis, at eg eri har, sum eg eigi at vera politiskt, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann sigur, at hann ikki er greiður yvir, hvussu leingi Óli Breckmann hevur hugsað sær at havt farloyvi frá løgtingsarbeiðinum, men at hann nú situr á Tingi fyri hann.
- Eg eri jú heldur ikki so bláoygdur at eg vænti, at eg sum varalimur á tingi kann seta dagsskránna hjá øllum flokkinum, sigur Rodmundur Nielsen.
Í løtuni sita bæði Rodmundur Nielsen og Kittymay Ellefsen á Tingi fyri Fólkaflokkin, fyrrnevndi fyri Óla Breckmann, sum er í farloyvi, og Kittymay fyri Bjarna Durholm, sum fyri tíðina er sjúkrameldaður.