- Nú gevur tað meining at fara úr seingini um morgunin. Eg havi konu og fimm børn. Eg havi fast arbeiði at fara til hvønn einasta dag og eg rindi mín skatt.
Jú, Martin Kúrberg er væl nøgdur við lívið í dag.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Longu tá ið hann var blaðungur, fór hann at drekka og tað vant meiri og meiri upp á seg.
Sum tíðin gekk var rúsdrekka ikki nóg mikið og hann fór eisini at taka rúsevni.
Men nú hevur hann verið edrúur í 13 ár.
- Eg plaga at siga, at hóast føðibrævið sigur, at eg eri 43 ár, er veruleikin tann, at eg havi bara livað í 13 ár.
- Øll hini 30 árini havi eg bara yvirlivað, sigur Martin Kúrberg.
Nú hevur hann halgað sítt lív til at hjálpa øðrum, sum eru í somu støðu, sum hann sjálvur hevur verið í tað mesta av lívinum.
Síðani, hann varð turrlagdur, hevur hann verið í Danmark, har hann hevur nomið sær útbúgving sum rúsevnaráðgevari og nú hevur hann í fleiri ár arbeitt hjá Bláa Krossi, har hann er rúsdrekka- og rúsevnaráðgevari.
Forsømdur smádrongur
Sjálvur fekk Martin Kúrberg ein ringan start í lívinum.
Hann vaks upp í einum misnýtaraheimi, har hann varð illa forsømdur og tað kom hann sanniliga at svía fyri.
Bæði foreldrini doyði í bestu árum og hjá Martin gekk bara ein veg og tað var niðureftir og tað var skjótt.
Longu tá ið hann var 15 ára gamal var hann bundin av rúsdrekka og síðani eisini av rúsevnum.
- Eg veit, hvussu tað er at vakna á einum platti aftanfyri okkurt vertshús í Havnini.
Hann veit eisini, hvussu tað er at vakna í brummuni.
- Sjálvt um pappírini søgdu, at eg var vaksin maður, var eg ikki annað enn ein brotin smádrongur innaní, sum sløkti sigarettir niður í armin í skúlagarðinum fyri at fáa onkran at leggja merki til mín.
Martin royndi fleiri ferðir at fara til avvenjingar, uttan at tað eydnaðist.
Hann átti tvey børn, men serliga var hann knýttur at lítlu dóttrini, sum var ein ordilig ”babbasa didda”.
Og nettupp tað var avgerðandi fyri at tað til síðst eydnaðist honum at verða turrlagdur.
- Tað skerst ikki burtur, at børnini, og serliga dótturin, vóru ein stór motivatión. Eg hataði meg sjálvan tí eg gjørdi akkurát tað sama ímóti mínum egnu børnum, sum varð gjørt ímóti mær og eg orkaði ikki tankan um, at eg skuldi doyggja frá børnunum bara tí at eg ikki fekk tikið meg saman at halda uppat at drekka.
- Tann arvin vildi eg ikki geva børnunum. Tí gjørdi eg av at fara til avvenjingar eina seinastu ferð.
Og tá eydnaðist.
Nú hevur hann verið turrlagdur í 13 ár og er væl nøgdur við lívið. Hann hevur fingið trý børn afturat við kvinnuni, hann var saman við á ungum árum, men sum hann misti í fýra ár - og fekk aftur, tá ið hann varð turrlagdur.
Hann nevnir til stuttleika, at stutt síðani kom hann í prát við ein politist.
- Politisturin tók í hondina á mær og helt fyri, at tað var óluksáliga gott, at eg var hildin upp at drekka, sigur Martin.
- Tað kundi eg bara vera samdur í. Men tá ið eg spurdi hann, hví hann helt tað vera so gott, svaraði hann: Tí tú vart so óluksáliga tungur at bera!
Men Martin Kúrberg viðgongur, at tað var hart arbeiði at verða turrlagdur.
- Tað kravdi øgiliga nógv av mær at leggja øll kortini á borðið og viðurkenna teir manglar, eg hevði fyri at kunna virka, sum eitt heilt menniskja.
Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, tá ið hann varð turrlagdur, var at stinga sær klæðini í ein svartan sekk og seta seg í sín Opel Kadett og stevna suður á Sand, har hann varð ungdómsvenjari hjá B-71.
- Tíðin á Sandi er ein tann besta í mínum lívi og eg havi nógv at takka sandoyingum fyri.
- Eg var venjari á Sandi í fýra ár og har byrjaði eg eitt nýtt lív. Tað vendi gongdini, tí har lærdi eg at ansa eftir mær sjálvum og at geva mær sjálvum umsorgan ístaðin fyri at revsa meg sjálvan, sum eg var vanur við.
Brotnar sálir
Sjálvur heldur Martin Kúrberg, at hansara egna dømi er eitt heilt vanligt dømi um ein, ið fellur til rúsdrekka og rúsevni.
- Misnýtsla er ein avleiðing av, at okkurt heilt annað er galið.
- Tað er symtom!
- Tað er ein avleiðing av, at misnýtarin ikki hevur tað gott við seg sjálvan frammanundan.
Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Talan kann verða um børn, sum veksa upp í misnýtaraheimum, sum hann sjálvur gjørdi og sum tí verða forsømd.
- Men tað eru eisini nógv dømi um børn, sum verða forsømd, tí at foreldrini eru so sperd fyri at fáa ein gerandisdag við húsum og arbeiði at hanga saman.
- Og so eru tað tey børnini, sum verða forsømd tí at foreldrini eru so upptikin av teirra egna arbeiði, fínu húsum, dýra bili og nýslignu grasplenu, at tey mestsum gloyma børnini.
So eru tað eisini tey, har heimið dettur sundur av hjúnaskilnaði.
- Men avleiðingin er øgiliga ofta, at børnini verða gloymd. Og gloymd børn missa sjálvsvirðið. Gloymd børn fáa eisini eina forbronglaða sjálvsmynd av, at tey eru onki verd.
- Tað er ikki nóg mikið at hava stór og flott hús og nýsligna grasplenu, tá ið húsini og heimini eru skralltóm, bæði so og so.
- Hesi børnini føla seg mangan hálvgum kasserað, tí tey kenna ikki varman og tryggleikan, sum eitt trygt heim gevur.
- Hetta merkir, at útgangsstøðið hjá einum parti av okkara ungdómi er, at tey føla seg mislukkað.
- Vit eru øll í læru sum menniskju frá tí at vit eru fødd, til vit eru 18-20 ára gomul. Hvussu vit klára okkum víðari á lívsleiðini, veldst alt um, hvat vit fáa við okkum í amboðskassan.
Og tíverru eru tað eru mong, sum ikki hava fingið tey neyðugu amboðini við sær, sum krevjast til at klára seg sum heilstoypt menniskju.
- Men øll hava brúk fyri at hoyra til ongustaðni og tískil leita tey sær mangan saman við øðrum, sum eisini eru til avlops í sínari familju. Og so er skjótt at tey koma eftir, at brennivín og rúsevni fær tey at føla seg betri eina løtu og so er leiðin út í eitt misbrúk sett út í kortið.
- Rúsevni eru fyri fólk, sum ikki klára veruleikan. Hinvegin er lítil ivi um, at er sjálvt grundstøðið, altso foreldrini og heimið, trygt og gott, hava børnini eisini fingið betri í beinið og fella ikki so lætt í misnýtslu.
Sjálvur heldur Martin Kúrberg, at tað er ræðandi, at tað eru so nógv ungfólk, sum detta niður ímillum í einum landi, har øll skulu hava tað gott.
- Tey eru okkara gull, tí tað eru tey, sum skulu føra hetta samfelagið víðari fram á leið.
- At ganga við dómum fyri rúsevnum í viðførinum, er ein serstakliga keðilig byrjan upp á vaksnamannalívið, tí tað kann leggja so nógvar forðingar í vegin.
- Tað er grátuligt at hugsa sær, at hetta skal vera byrjanin upp á lívið hjá fleiri av okkara ungu.
Mugu broyta hugburð
Martin Kúrberg heldur, at tað, sum grundleggjandi skal til, er ein hugburðsbroyting.
- Krøvini til nútíðar familjuna eru blivin øgiliga stór og tí er tað neyðugt at endurskoða allan samfelagsbygnaðin.
Hann heldur, at tí er tað neyðugt við eini kanning, har umstøðurnar hjá familjunum í nútíðar samfelagnum verða væl og virðiliga lýstar og so eiga tiltøk at verða sett í verk fyri at bøta um korini.
- Soleiðis kundu vit fyribyrgt nógvari misnýtslu ístaðin fyri sum nú, har vit bara royna at hjálpa til og reparera, tá ið skaðin er hendir.
Hann staðfestir, at tað er ómetaliga svárt hjá foreldrum at varnast, at teirra børn hava fingið ein trupulleika við misnýtslu.
- Men júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit gera tað liviligari hjá familjunum, tí foreldur fáa bara tann eina møguleikan at uppala síni børn.
- Tað er bara tað eina skotið í byrsuni og verður tað gjørt skeivt, ber ikki til at bakka og gera tað umaftur, tí tað er ongin iðranarrættur.
Eisini tí heldur hann, at somuleiðis eiga foreldur at hugsa seg um og gera upp við seg sjálvi, hvat tað er, sum hevur týdning í lívinum.
Men serliga heldur hann, at tað er ein politiskur spurningur, hvussu trivnaðurin hjá húskjum við børnum verður raðfestur.
- Eg havi verið rúsevnaráðgevari í yvir 10 ár og alla hesa tíðina hava húski við børnum ikki fingið tað betri, heldur Martin Kúrberg.
- Heldur eru umstøðurnar versnaðar, tí trýstið á tær harðnar alsamt. Teir trupulleikar, vit síggja hjá teimum ungu í dag, sóu vit ikki fyri 10 árum síðani, leggur hann afturat.
Dýrir dreingir
Men samstundis staðfestir, at hetta er ikki ein spurningur, sum politikarar raðfesta serliga frammaliga.
- Sjálvur ivast hann kortini ikki í, at hetta hevði verið ein góð samfelagslig íløga.
- Ungir misbrúkar verða øgiliga dýrir fyri samfelagið, tí teir koma at krevja so nógva orku av heilsuverki og almannaverki alt lívið.
- Men verður trupulleikin tikin við rótini, er møguleikin betri fyri, at tann ungi sleppur burtur úr misbrúkinum og verður eitt íkast til samfelagið ístaðin fyri ein byrða.
- Tað er bara at hyggja at mær sjálvum. Eg slapp úr misbrúkinum fyri 13 árum síðani og havi arbeitt síðani og goldið mín skatt, sigur Martin Kúrberg.
Martin Kúrberg heldur, at eftir hansara tykki hava umstøðurnar hjá húskjum við børnum størri týdning at brúka alt ov nógvar kreftir upp á at viðgera um Rúsan skal hava opið ein tíma longri ella styttri.
Hann viðgongur kortini, at honum dámdi ikki, at hon nú eisini sleppur at hava opið leygardag.
Hann heldur eisini, at tað er gott, at løgregla og tollarar fáa góðar umstøður at fyribyrgja smugling.
- Men tað er eitt mistak at halda, at smugling við Norrønu og Atlantsflogi eru høvuðsleverandørar til føroyska marknaðin.
- Tað er ikki rætt, tí tað eru bara tey, sum eru heilt í neyð, sum smugla við Norrønu og við flúgvaranum hjá Atlantsflogi.
- Tað mesta verður smuglað við fiskiskipum, stuttleikabátum og øðrum skipum og bátum, sum koma higar úr útlondum.
- Vit eiga eisini at hava í huga, at eitt gramm av hassji kostar 250 krónur í Føroyum. Tí er tað serstakliga peningakrevjandi at verða misbrúkari og tá er skjótt at kriminalitetur er einasti útvegur fyri at fáa pening til rúsevni.
- Men tað er nú heldur ikki rætt at leggja alla ábyrgdina yvir á løgregluna og tollvaldið, tí hetta er okkara felags ábyrgd.
Eitt nú heldur Martin Kúrberg, at vanlig fólk, sum varnast misnýtslu, eiga at hava ein virknari leiklut og siga frá, tá ið tey varnast okkurt.
Tað ber eisini til at melda dulnevnt.
- Vit búgva ikki í einum stórbýi og úti á smábygd í Føroyum ber ikki til at halda eitt misbrúkaraumhvørvið í tí dulda.
- Eg haldi, at tað skal tað bera til at reka tað út, ístaðin fyri at fólk standa sum áskoðarar ímeðan nøkur av teirra meðmenniskjum fara í hundarnar, sigur Martin Kúrberg.
Pláss fyri 5-7 ungum
Martin Kúrberg heldur,at tað, sum er mest átrokandi, er at vit fáa stovn, sum burtur av kann viðgera ungar misbrúkarar.
- Tað hevur ein heilt serligan týdning, at vit fáa eitt serstakt viðgerðartilboð til ung ímillum 16 og 25 ár, leggur hann afturat-
Hann sigur, at sum er, hava vit onki at bjóða teimum ungu í hesum aldursbólki, sum koma illa fyri av rúsdrekka og rúsevnum.
- Er misbrúkið nóg stórt, verður ungdómurin bara útfluttur til Danmarkar til viðgerðar.
Hann heldur, at hetta er ein óvirðilig loysn fyri okkara samfelag. Men tað er heldur ongin loysn fyri tey ungu, tí tá skulu tey ungu venja seg við eitt nýtt mál og eina øðrvísi mentan - afturat teimum rúsevnatrupulleikum, tey hava at dragast við.
Sum støðan er nú, hava vit onki at bjóða teimum, uttan at viðgera tey saman við teimum eldru misbrúkarunum.
- Tað er ikki besta loysnin at viðgera tey ungu saman við eldri misbrúkarum.
Rúsevnaráðgevarin sigur, at eitt er, at ungir misbrúkarar hava ikki eina langa søgu sum misbrúkarar og tað skal viðgerðin lagast til.
- Men veruleikin er eisini tann, at tey eru vaksin upp í heilt hvør sínari tíð og tey tosa heilt hvør sítt mál.
Hann vísir eisini á, at tað er heilt øðrvísi at viðgera ungfólk tí ein týðandi partur av viðgerðini er rætt og slætt, at tey hava ábyrgdarfull vaksið fólk rundan um seg, sum eru góð við tey og sum tíma at vera saman við teimum – sum tey eru.
- Sostatt kunnu túrar í haganum og í bátinum eisini vera týðandi partur í viðgerðini.
- Martin Kúrberg sigur, tí eiga vit at útvega okkum ein viðgerðarstovnur til ung við plássi fyri fimm ella sjey fólkum og tveimum ella trimum plássum til ung í bráðneyðugari viðgerð.
- Tað kundi verið ein byrjan, sum kundu givið okkum eina ábending um tørvin.
Hann vísur á, at talan skal vera um ein stovn, sum liggur væl fyri, so at tað ber til at taka upp samstarv við skúlar, sosialar myndugleikar og fyritøkur.
Hann heldur, at serliga tá ið hann hugsar um, at tey turru tølini vísa, at misnýtsla er ein alsamt veksandi trupulleiki hjá ungum.
- Við tí sambandi eg havi við ungfólk í dag, dugi eg at síggja, at tað eru heilt nógv, sum ikki hava tað gott og tí er vandi fyri, at hetta er ein trupulleiki, sum fer at veksa rættiliga nógv næstu tíðina.
Hann staðfestir eisini, at rúsevna er ikki ein trupulleiki, sum rakar misnýtaran einsamallan. Tað er ein trupulleiki, sum rakar alla familja.
Tí heldur Martin Kúrberg, at familjuráðgevingin eigur eisini at styrkjast.