num í Danmark, men tað hevur so stóran týdning at fáa íblástur, hugskot og hugsanir aðra staðni frá, sum lesandi kunnu føra inn í føroyska samfelagið. Í dag eru 1500 føroyingar í lestrarørindum í Danmark [...] næmingar í útjaðaranum, sum ganga í skúla aðra staðni, kunnu fáa ískoyti til ferðing og aðrar útreiðslur, men her skal reglugerð gerast. Málið verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni og kemur í gildi næsta [...] fekk hálva milliard í studningi bestu árini í áttatiárunum. Meiri fiskað varð, størri varð studningurin. Í dag er nærum eingin studningur og nú gongur vinnan. Tí rurar studningur okkum í blund og avlagar
Hvalbiar, á varðhaldi. Hann ansar eftir at fiskurin verður førdur í hóskandi nøgdum inn á ein skiljara, sum sáldar sildina fyri seg og makrelin fyri seg. Sildin í eina stødd. Makrelurin í eina stóra stødd [...] egnu makrelkvotu, fyrstu ferð í 2010. Ein avleiðing av hesi avgerð er, at føroysk skip sleppa ikki at fiska makrel aðrastaðni enn í føroyskum sjógvi. Í fjør slitnaði í samráðingunum um norðhavssildina [...] millum partarnar, og hevur í tí sambandi verið á fundi, bæði við fiskivinnukommisserin í ES, Mariu Damanaki, og landsstýrið. Í felags brævi til Mariu Damanaki í síðstu viku boðaði landsstýrið
føroyingar flestir vita, at har úti í óbygdum einaferð var eitt lítið bygdarlag. Søguna, sum fjalir seg í teimum ógáaðu toftunum, hevur Arnstein drigið okkum fram í ljós. Og burtur úr øllum tí, hann hespar [...] saman í byrðar til burturferðar. Nakað av ognarlutum og okkurt av tilfari verður varisliga niðurtikið og hóskandi handfarið, tí kanska kann hetta koma aftur til nyttu í einum sethúsum, sum standa í gerð [...] boðum: ”At ljós er nú leið yvir bylgju”. (re?) Og uttan úr heimi glottar í. Ein skonnart fer 1. nýggjársdag á land í Havn í ódnarveðri, vrakið bleiv keypt og afturgjørt av Restorffs-monnunum og fær navnið:
varð sett á stovn í 1892. Fiskimannafelagið í 1911. Fylking í 1915. Føroya Arbeiðarafelag í 1925. Bara fyri at nevna nøkur. Fakfeløgini hava havt týðandi og avgerandi leiklut í framtøkuni í føroyska samfelagnum [...] Bókhandlinum, í royndini at frætta hvatið nakrir yvirgøddir breyðpolitikarar hava at siga teimum, sum knossa fyri síni úrkomu, tíma fyri tíma, á flakavirkjum, í egningarskúrum, í bilsmiðjum, á kajuni, í krambúðum [...] at Ferguson er í holt við at selja van Nistelroy og um nakað man vera í tíðindunum um allar bordelvitjaninar hjá Wayne Rooney. Er vælferðarsamfelagið ávegis at sigra seg sjálvt í hel. Í fer við at gerast
tískil á keiini, tá ið bretar komu í land í Havn í samband við hersetingina av Føroyum í 1940. Danmark var jú hersett 9. apríl. Hetta var ein rættiligur hvøkkur, eisini í Føroyum, tí eingin hevði roknað [...] bumbuálop hesar dagarnar. Eg stóð í kappanum. Alt var myrkt. Mann slapp ikki í land. Meðan eg stóð í kappanum var eitt øgiligt brøl. Eg minnist, at eg hekk í leysari luft í kappanum, tá tað brast. Eg mátti [...] Sørensen, sum gjørdust kendir føroyingar. Due Sørensen fór í 1943 sjálvboðin í bretska herskipaflotan, har hann sigldi við einum minusópara, sum fyrst í juni 1944 reinsaði leiðina fram við fronsku strondina
táið hálvørir tjóðveldisgarpar í 1959 brutalt skræddu vinmann hansara, javnaðarmannin Poul Petersen, lærarafelagsformann niður av røðarapalli í kommunuskúlagarðinum í Havn bara tí, at hann vildi brúka [...] fólkið vera á varðhaldi móti fanatismu! Hann helt eisini, at tað var týðuligt, at vit ikki skuldu lata okkum forføra av úlvum í seyðaklæðum., tí sjálvt um loysingarfólk nú bóru seg hampuliga at í gerandisdegnum [...] i hjá teimum í Skálavík. Sjálvandi hoyrir hetta avgjørt privatsfæruni til, og tí skal eg ikki citera; men tað var soleiðis, at leingi eftir var í familjuni javnliga tikið til orðalagið í hesi røðu, - hvussu
Paoli fór í part við eingilsmonnunum ímóti Napoleon og doyði í útlegd í Onglandi í 1807. Men enn stendur hann á torgunum í næstan hvørjum býi á Korsika. U babbu di a patria stendur høgt í steinarnar í fjallabýunum [...] pening til teldur í øllum korsikanska skúlaverkinum frá fyrsta flokki í barnaskúlanum, hon fer at menna kunningartøknina í samfelagnum, og hon fer í samstarvi við hægri háskúlarnar í Genova og Pisa at [...] ið hevur fremstafingur upp í loft. Eystanfyri er beint allan vegin oman í suðurendan, vestanfyri eru víkirnar og innvikini inn í allar knúgvarnar. Oyggin tykist at peika upp í italsku víkina við Genova
fara at vitja í Tjernobyl. Fleiri enn 30 ár eru liðin, síðan reaktor 4 á sovjettiska kjarnorkuverkinum uttan fyri Pripyat fór í luftina 26. apríl í 1986, og framvegis er økið avbyrgt. Í hugaheiminum hjá [...] langt burturi, har maskuklæddir hermenn í gummidraktum í tíð og ótíð patruljera við geiger-teljara og gera mátingar. Ungi havnamaðurin Andres Jacobsen megnaði í oktober í fjør saman við norska vinmanninum [...] halda í góð 30 ár, og at arbeiðið var illa frágingið. Í 2010 var farið undir at leggja stórt hválv omanyvir aftur, og tað arbeiðið stóð liðugt í 2016. Tó er sarkofagurin undir hválvinum farin í upploysn
dømi um leiklutin, USA heldur seg hava í heiminum, bæði tá og nú. Eg var sjálvur hjá á einum fundi á amerikansku sendistovuni í London seinast í 1980 árunum. Senatið í USA skuldi gera av, um meira peningur [...] peningur skuldi játtast til Contras herin í herferðini móti stjórnini í Nicaragua. Eg var limir í einari sendinevnd, sum tosaði vegna Nicaragua, men týdningarmesti limurin í nevndini var presturin, faðir John [...] USA stuðlaði tí harðrenda einaræðinum hjá Somaza í Nicaragua í meira enn 40 ár. Fólkið í Nicaragua við sandinistunum á odda setti hetta stýrið frá í 1979, ein ógloymandi fólkslig kollvelting. Sandinistarnir
andstøðu í flokkinum, Stalin hevði fingið ein nýggjan kappingarneyta. Sergei Kirov, føddur í 1886, fyrrverandi russiskur sendimaður í Georgia, limur í Politbýronum frá 1930 og floksskrivari í Leningrad [...] Litava) og Bessarabia í Rumenia. Stalin hevði, í eini løtu, tá USSR hernaðarliga var í eini veikari støðu, tikið aftur alt tað land, sum Russland hevði mist eftir fundin í Brest-Litovsk í 1918. Frá Adam Ulamfær [...] TROTSKIJ hevði, síðan hann í 1929 var rikin úr USSR, livað sum eitt farumkring, búð í Turkalandi, Fraklandi og Noreg. Í 1938 eydnaðist honum at fáa innivist í Mexico. Hann búsettist í Coyoacán uttan fyri h