Tveir stílmeistarar hvør við sínari bók

Jonhard Mikkelsen
-------

Arnstein Niclasen
Arnstein Niclasen, eins stað­bundin og miðalhampa klaks­vík­ing­ur, hevur rakt upp sína egnu ættargrein, sum ólst upp Úti á Bø. Hjá uppisitarunum úti á Kirkju­børeyni, sum ikki hava sett onnur spor eftir seg har úti á nesi­num enn nakrar mosagrónar stein­ar. Tað er ikki so frægt, at føroyingar flestir vita, at har úti í óbygdum einaferð var eitt lítið bygdar­lag. Søguna, sum fjalir seg í teimum ógáaðu toftunum, hev­ur Arnstein drigið okkum fram í ljós. Og burtur úr øllum tí, hann hespar upp, eru nógvir stakir til­burð­ir, søgur um húski og ein­stak­ling­ar, um embætisfólk og bønd­ur og mangt, mangt annað.
Her eru søgur um sýslumannin H. C. Müller og Jóannes Bónda. Ras­mus Effersøe, Leo-ættina í Vági og Grimsby, Gamla Sloan, brøð­ur­nar Mads og Niclas á Velba­stað, bømannabrøgd, Valle­kilde Háskúla, fleiri ættargreiningar, so sum úr Funningsstovu og Skriv­ara­stovu í Havn – heilt frá 1700­tali­num og fram til okkara tíð, mann­tøl, staðarnøvn, kort og mynd­ir yvir umhvørvið úti á Bø. Um fólk sum Rakul á Bø, skip­brot­nu s/s “Barjamu”, Dia á Bø, Gutt­orm Andersen, løgmann, ið var 20 markabónda úti á Bø í 1550, von Born og von Løbner o.o.
Arnstein hevur sín serliga stíl og sítt sermerkta frásøgulag, og bók­in hevur ein poetiskan dám, sum er heldur sjaldsamt, tá ið um slíkt tekstaslag ræður.

Fyrsta dømi:
Út­hurðin úti á Bø ríkir fyri sein­astu ferð. Eitt avgamalt bygdar­lag letur eyguni aftur eftir lok­ið dags­verk. Eitt harðvunnið tíð­ar­skeið er at enda komið.
Tey seinastu fólkini hava savn­að sinar fáu pjøkar og ognarlutir sam­a­n í byrðar til burturferðar. Nak­að av ognarlutum og okkurt av tilfari verður varisliga niður­tikið og hóskandi handfarið, tí kans­ka kann hetta koma aftur til nyttu í einum sethúsum, sum standa í gerð undir Glaðsheyggi í Havn.
Við Skálabakka hoyrist áartut­lið fra mataránni. Tað runar við sjóva­r­málan, og aldubrotini suffa seig­an í Skirgjógv. Fjar fuglaljóð og jarm hómast um hagaleitið. Ann­ars andar alt av tøgn og friði um hvarvið alt.

Tagnaður er teirra songur,
ein dag fóru tey avstað –

Tann seinasti veturin 1893/94 royndist, sum so mangan, bæði harð­ur og kaldur. Aðruhvørja løtu, sum eftir tørni, brendi hann á við hørðum høgættarvindi og sterk­um kulda, fyri í næsta við­brag­di at støkka yvir um kringin við ilsligum lágættarregni og vindi. Mikil húsaskaði hendi kring landið av ódnarveðri upp und­ir jól (16. des.).
Várið 1894 royndist har­aftur­ímóti bæði kalt og turt. Frostið spilti ein heilan hóp av torvinum. Stórt felli var í lembing við nógv­um vindi.

Vindsamt summar, skýbøklar fara
sum framsettur bátur í sólsetri
og fyri norðan fjøll
hin grøni eldur.

Seigliga fara tey so til gongu. Hvør undir síni tungu klyv eftir alda­gomlu gøtuni inn und­ir Ravna­røk­urnar. Aftur eftir slóð­ini haðani tey komu, sum ein ættar­grein av Reyni í Havn - eina­ferð í seytjan­hundrað­tali­num. Heim eftir gøtuni, sum leiðir upp um røðina handan leitið við Reyns­múla­lág.

Annað dømi:
Tíðaraldan
Endaliga niðurløguárið úti á Bø var, sum áður nevnt, 1894. Her kunnu vit steðga á eitt bil, með­an tann 19. øldin leggur seg aftur­á, soleiðis hendur í favn, tí at eitt nýtt tíðarskeið er í heinta og væntu.

Den mätta dagen, den är aldrig störst.
Den bäste dagen er en dag av törst.

Við aldaskifti alda ofta nýggj rák og hugbirtingar. Aðrar ræsir rísa undan sýnu, og nýggjar skipan­ir taka seg upp við vón um fram­burð og varandi frið millum heim­sins lond og mannabørn. Og fram­burð­ur kom við tí nýggju øld­ini, serstakliga á tí tekniska øki­num. Nógv nýggj og hent fram­stig komu fyri dagin so sum: maka­leys­ar maskinur, drekar á flogi og fúkandi bilar. Meðan vónir­nar um varandi frið millum lond og fólk ikki komu at lúka somu treyt. Tí hvør veit ikki frá søgu­ni at siga, um hvussu nógv nýggj og hægri teknisk frambrot – sum upprunaliga vórðu ætlað til frið og frama – ið ikki straks av mannaávum blivu brúkt til óhugnaliga hernaðarliga dubb­ing?
Tann íborna tráan skapn­ing­sins eftir ognum, valdi og vinn­ingi tykist ongan enda at taka, og mur­an til makt - manna millum - kennir onga broyting til bata. Men tað er so ein onnur søga

Triðja dømi:
Árið 1894 í stuttum tøkum
Henda veturin verður ein nýggj­ur viti tendraður úti á Borð­uni til miklan fagnað fyri havn­ar­fólk og havsins synir (1. okt.’93). Ein sangur varð yrktur til birt­ing­ar­høvið við hesum fag­n­að­ar­boð­um:
”At ljós er nú leið yvir bylgju”. (re?)
Og uttan úr heimi glottar í. Ein skonnart fer 1. nýggjársdag á land í Havn í ódnarveðri, vrakið bleiv keypt og afturgjørt av Restorffs-monnunum og fær navn­ið: “Frederiksvaag”.
Tað franska felagið ” La Societé minière des Iles Faroé” keyp­ir rættindi til at høgga kol í Trongis­vági.
Og høvuðsstaðurin dregur at sær. Ein nýggj skemtivísa sveim­ar millum unga fólkið og verð­ur havd uppi á gólvi, nevnd: Gentu­kæti (eftir jpg) um tær ungu gentur­nar, sum í einsemi dvølja á bygd við leikalindanna íbornu dreym­um og langtan eftir øðrum luti og lívi.
Hesi ungu fljóð droyma um at fara heiman - burtur av bygd og til Havnar: Ta deiligu Havnina - har ið rættir unglingar eru og klædd­ir sum menn - og saman við teimum í stási at spassera runt um tann heila bý og út á Skans­an.
Tórshavnar kommunuskúli varð tikin í brúk hetta árið. Hesin bygn­ing­ur, sum nú er bæriligu býráðs­hús býarins, bygdur úr til­høgd­um føroyskum gróti.
Havnin var fámentari tá og helst eisini bygdasligari enn í dag. Býurin var enn ikki blivin keyp­stað­ur, hóast høvuðsstaður land­sins. Eini 1500 fólk búðu í Havn um hetta leitið. Øll hava iva­leyst kent hvørt annað - upp á persón - um ikki annað.
Meginparturin av almúguni lá undir fátækramarkinum. Tó var har ein fámentur yvirklassi av maktfullum embætismonnum og øðrum múgvandi, sum fingust við at sæta sær og sínum sum frægast – hesi sum um hendur høvdu embæti, handil ella annað vinnuvirksemi.
Sjónligt var fyri mong, at síðani Kongaligi Einahandilin fór í søguna í 1856, vóru brennivínsbørnini alsamt fjølgað, og tann svári eftirburðurin lá berur: at familjur og heim blivu oydd av hungri og halli.
Hetta tí, at peningur, ognir og óðal so brádliga fingu annan ólíkligan eigara – soleiðis bara tvørtur um diskin - av armóð og ómegd ella lyndisbreki - á beisku vágskál lívsins og lagnunnar.

Heini Olsen
Vestmenningurin Heini Olsen, sum er ættaður frá Heina Hav­reka og hevur rikist um mestsum øll heimsins lond dastið av hálv­ari øld, hevur skrivað bók um ta tíðina, tá ið hann sum ung­ur verkfrøðingur starvaðist í Mið­eystri. Eitt óvanliga hend­inga­ríkt lív í fremmandum mentanum og fremmandum málum. Heini lærdi seg persiskt og legði seg eftir at skilja mentanina har.
Sum vegaverkfrøðingur varð kravt, at bæði eitt og annað varð skrá­sett hvønn dag. Umframt alt tað kravda, skrivaði hann dag­bók og tók myndir av øllum tí forvitnis­liga, ið hann sá. Eisini var hann ásttikin í danskari gentu, sum hann skrivaði til hvørja viku. Nú hevur hann savnað alt til­far­ið og lisið øll brøvini um­aft­ur (tey hevur hon varðveitt sum reyða­gull). Í hesari bókini er Heini upp á tað stuttligasta við sínum eyð­kenda frásøgulagi. Vit lata bókina sjálva tala.

Brot 1
Nigel og eg hildu okkum kúrrar, vit tordu ikki at víkja frá penga­skríni­num, tí har vóru 200.000 rial­ar í, sum skulu nýtast til flytingina til Shiraz. Nigel hevur keypt ein stav við korðu innan, og hann høvdu vit liggjandi á gólvi­num ímillum okkum, tá vit vóru farnir í koyggjuna.
Um tólvtíðina vórðu vit vaktir av einum persa, sum spurdi, um vit vildu síggja nakað áhugavert. Vit tørnaðu út, tóku pengaskrínið og korðuna við okkum og fóru nið­an í tað einasta stóra tjaldið, sum eftir stóð.
Har var eisini so sanniliga gongd í. Teir flestu vóru druknir, og teir høvdu fingið fatur á einari gamlari kelling, ið átti tvær avbera vakr­ar døtur – ella kanska vóru tær ommudøtur – sum hon hevði við sær.
Vit settu okkum niður væl til rætt­is, Nigel við pjøkanum við penga­skríninum á knøunum og eg við korðustavinum.
Tær fóru at dansa til henda ser­kenda orientalska songin, ið tær sjálvar sungu, og sum omman klapp­aði taktina til. Dansurin varð vill­ari og villari, luftin var tung av monn­u­m, ið eygleiddu dansandi kvinn­ur, av tubbaksroyki teirra og av, at nakrir eisini høvdu roykt opium fyri uttan vodka, sum drukk­ið varð.
Genturnar snúðu sær títtari og títtari runt, meðan afturpartur og frampartur fór hvør sín vegin eins og rennandi kúgv, og at enda lótu tær seg úr, so ikki trevilin var eftir. Tær dansaðu eina løtu aftur­at; men so kundu tveir ungir pers­ar ikki halda sær longur, teir lang­aðu út eftir hvør sínari og hvur­vu inn um mosquitonetini við teimum.
Vit takkaðu fyri okkum, søgdu góða nátt og krupu aftur til koys. Í dag hoyrdu vit so, at teir flestallir høvdu hugnað sær við gentunum, og gamla hevði innkasserað 100 rialar (um 10 kr.) frá hvørjum.

Brot 2
Býttur, sum eg var, fór eg fyri lýs­ing, 12. september, upp við hinum og í moskuna, tá mullahin úr minaretini hevði kallað til bøn; men eitt høvdu teir gloymt at sagt mær, og tað var, at vit skuldu vas­ka okkum um hendur og arm­ar upp undir albogan, andlitið og um føturnar.
Mær dámdi einki at fara úr skón­um og seta teir uttanfyri, tí eg helt teir fara at hvørva, og so hevði eg eisini stórt hol á teimum ulli­ntu, heimabundnu føroysku hosu­num; men myrkleitt var, so tað bilti ikki, og føturnir trongdu kans­ka eisini til at vaskast.
Annars sá eg nøkulunda líka sól­brendur og skitin út sum hin­ir báðir, tí ikki liggur væl fyri at snøgga sær í somu klæðum á ferð í sandrokinum aftan fyri stór­ar lastbilar, sum vónleyst er at sleppa framum.
Teir funnu okkum pláss, har tað var myrkast inni, og so at fylg­ja hinum í bønini – standa rætt­ur, so niður á knæ, uppaftur, aft­ur nið­ur á knæ og fram eftir romm­um og so framvegis, til bøn­in var at enda komin; men tá eg mið­skeið­is í tilgongdini sá, hvussu álvars­liga og inniliga allir tóku hesa morgun­bøn, fekk eg knappliga heilt sálarliga ringa samvitsku, tí eg var bara farin við av forvitni, og eg kendi tað við eitt sum stóra synd at halda bæði Mullah og alla hesa stóru mannamúgvu fyri gjøldur. Ørminnist, at eg sendi eina „Sorry, Sir !“ uppeftir, áðr­enn eg innantanna komdi mær at fara undir eina heldur enn ikki fløkta umberingarbøn, og einki fær meg til at halda, at Sankta Pætur vil forða teimum at koma innar bara av tí, at teir ikki eru kristnir, tí sum eg aðrastaðni havi greitt frá, eru tey í teimum seks-átta trúargreinum, eg havi ar­beitt ímillum, øll samd um hin eina skaparan, tey í bønini heita á um at hjálpa teimum at fáa sum fræg­ast burtur úr her á foldum og eftir fráferð hiðani.
Ageler og Sheikzadeh spurdu, hví í verðini eg næstan rann út­aft­ur, tað kundi forkomið mær, søg­du teir, tí alt nærindis moskuni skul­di ganga siðiliga og spakuliga fyri seg, sum gomul siðvenja var, og teir høvdu sæð fleiri havt eygu­ni eftir mær.
Mær rann í hug, tá eg sum smá­drong­ur var í kirkju í Vestmanna, tá tað rópti grindaboð, og øll fóru siðiliga út eftir gólvinum, sum vanligt við teimum innastu fyrst, líka til mannfólkið kom út á kirkju­gátt­ina, har tað hamskiftist og tók til beins.

Brot 3
Sum kunnugt hava ross ofta buldrut­an maga, og tá Antonio á gøtu­ni við Evu undir lið eftir einar tveir tílíkar harðar brestir, fjált­rut­ur bað hana orsaka, segði Eva, at tað gjørdi ikki petti – hon hevði annars hildið ljóðið koma frá rossunum!
Hundur mín, sum hvørja nátt gekk á varðhaldi, plagdi tað mesta av degnum at liggja og durva. Henda seinnapartin lá hann í fas­ta svøvni beint innan fyri dyr­n­ar, og tá hann ikki áður hevði sæð ljós­hærda kvinnu, vaknaði hann sum við kaldan dreym og skar í eitt andskræmiligt glefs; men mátti eins og allir aðrir av kall­kyni láta við halanum og lúta fyri Evusa blíðu, bláu eygum.
Borðreitt var ikki við so nógv­um øðrum enn sjálvum høvuðs­rætti­num, ið var kókað rís og eitt veðurlamb steikt í heilum líki; men bretarnir hildu tó, at eg sum føroyingur mundi kunna gera okkurt forkunnugt aftrat, og tá mær altíð sera væl hevur dám­að avroð, vórðu høvd og bein svið­in, vølirnir vaskaðir, og úr potti­num vórðu – inn í steikta krov­ið – bein, vomb, rukkulakki, fylt­ur suðuroyar-sperðil og hvíta­nýru vakurt løgd til rættis kring seyð­ar­høvdið, sum syrgið lá og stardi út undan, har bløðran annars átti at sita.
Í hvussu var og ikki – væl gekst, og undir borðhaldinum vísti Anto­nio seg frá síni allarbestu síðu, skemtaði og segði frá væl­sit­andi smásøgum, og kring vakt­ar­eldin aftaná sang hann gaml­ar sicilianskar ástarsangir, sum Eva við síni ljósu rødd eisini við hvørt tók undir við, og meira enn eina­ferð birtu tey í duett upp undir okk­um allar at murra við, so frægt vit dugdu.
Út á náttina svaraði onkur hyena aftur á villini heiði, kvøldar­gneggj asnanna var tagnað, og tá vit so við og við fóru at remba okk­um og geispa, reistist Antonio, beyð Evu armin og leiddi hana yvir at skínandi skúrinum.
…. Og morgunin eftir: Vit allir á skúrin, skoraðust gjøgnum dyrn­ar – og har lá Antonio – í liti á at líta eins og veikt tevatn við mjólk útií, útvatnaðum eygum, piprandi vørr­um og skelvandi hondum.
„Harragud – Antonio – hvat bagir?“ – róptu vit ræðsluslignir; men hann bara skakaði høvdinum og hevði aftur mist málið. Vit góvust kortini ikki so og hildu fram at pína og plága hann við forvitnu spurningum okkara, til hann at enda lyfti bleiku hond sína
sum tekin um, at vit skuldu tiga, og við veikari rødd segði hann okkum frá sorgarleikinum, sum hann var farin fram, og meðan vit hugtiknir lurtaðu, vóru listagávur Antoniusar bestar í frásøgukynstri, tá hann meistaraliga lýsti kenslur sínar í teirri løtu, Eva eymt tók høvur hansara inn at mjúka, bergtakandi barmi sínum (hann rakk ikki longur upp) og við ástartungari rødd teskaði honum í oyra: „Antonio! – di’amot! – snella vennen min;“ men tá sortnaði fyri eygum Antoniusar, tað setti at hjartanum – og slerdi leyst !