Nú pantseta teir frælsið ? í donskum varmapútum !

tórbjørn jacobsen
????
Kammerátar. Kenda tiltalusniðið hjá øllum heimsins kommunistum rungaði millum húsaveggirnar á Vaglinum fyri tríati árum síðani. Ungur framamaður royndi í svart/hvíta heiminum at tosa fyri heimsfatanini hjá polit-býronum í Kreml. Nú situr hann á ovastu rók í sosialdemokratiskum flokki, ið letur sær lynda, at Pinochet-fjepparin Óli Breckmann er sjefdomptørur í hini mest konservativu og asosialu heimastýrisstjórn nakrantíð. Kanska hevði ein marxistiskur ástøðingur rætt, táið hann tvíhelt um, at sosialdemokratisku flokkarnir ikki kundu brúkast í kollveltingarliga stríðnum hjá teimum fæleysu, men heldur eru valmaskinur, skaptar til parlamentsval og hitt parlamentariska stríðið. Og haðani er stutt út á rekamið, íður og vaggandi gjálv. Tað ræður bara um at fløkja seg upp í onkra valdskabalu. Politiski substansurin er óviðkomandi. Bæði táið ræður um loysing ella samband ? vinstra ella høgra. Galliónsfigurar, sum svíkja arbeiðarafjøldina og pantseta føroyska frælsið í donskum varmapútum. Politiskt korrumperaðir korridor- covboyarar, ið dyrka sítt egna vald meira enn nationalu áhugamálini og lívs-lunnindini hjá fólkinum, sum valdi teir.
Føroyskir høvundar kunna hava sínar makabru løtur. Ein skrivaði einaferð eina stuttsøgu um føroyskan ríkmann, ið lá álvarsliga sjúkur á Ríkishospitalinum. Tað einu náttina vaknar hann táið hurðin spakuliga fer upp, og í hurðagapinum stendur deyðin. ? Eg eigi 10% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum, sigur ræðslusligni ríkmaðurin. Men upplýsingurin sá ikki út til at imponera deyðan. ? Eg eigi tveir trolarar, royndi ríkmaðurin meira spakførur, men sama skilið. Deyðin nærkast seingini. Síðani græt hin sjúki, at hann var limur í kirkjuráðnum, átti ein stóran handil, konu og fýra børn. Men sama skilið. Deyðin var nú komin heilt yvir til seingina og eggin á líggjanum blunkaði. Tá spældi hin ríki út sín seinasta trumf. ? Eg eri limur í Havnar Klubba. Og tað virkaði. Tá bakkaði deyðin. Fekk hesa fittu heilsanina í brævi, frá føroyskum skaldi, sum sat og trónaði suðuri á Balkan, í Makedoniu, og hevði frætt um dramaðið, táið kapitalistiska elitan, í djúpu Chesterfield lenustólunum, sat á sínum Parnassos, og savnaði allar tær svørtu kúlurnar saman ? fráboðanin um frávalið av einum ov kontroversiellum útgerðarmanni av Glyvrum. Av óvart var eg komin í uppskot og upp at hanga á bróstinum í hesi bráðpannu av snobbi og fíggjarligum glarfiti. Ikki løgið, at maðurin í slógvnum úti á Bacalao helt meg vera potentiellan kandidat - til at bera fram míni sjónarmið á sjálvum arbeiðaradegnum. Soleiðis flytast mørkini. Tíðirnar skifta. Pelar verða royttir upp úr svørðinum og stikini flutt. Hetta er lívið.
?Vi har sejret ad helvede til?, hesa bombastisku fráboðan varpaði danski LO-bossurin, Thomas Nielsen, sáli, út um allar geilar, við høgari sigarføring, hábæri og einum íbornum jovialiteti, sum segði spar tvey til alt annað. Hann var sannførdur um, at sosialdemokratiski fakfelagspolitikkurin hevði vunnið ein nærum totalan sigur. Lítið og onki var at berjast fyri longur á arbeiðsmarknaðinum. Onkur snøkil kanska, men høvuðsmálini vóru skorað ígjøgnum og arbeiðarin hevði vunnið sær so sjálvsøgd og sømilig rættindi, at sjálvt høgraheykarnir inni á Christiansborg ikki tordu at nema tey við einum klova ? eini eldtong.
1. mai er dagurin hjá teimum, sum selja sína arbeiðsmegi, sínar vøddar og sín heilamátt, fyri hægstbjóðandi, á arbeiðsmarkn-aðinum. Dagurin hjá abbanum í snøgga sanginum hjá Finnboga Ísaksen ?Far lítli útum.........?, harið eina ørindi ljóðar: ?Hví abbasa bein munnu vera so veik, hví skeggið á høku man sita, hví vangin er gráur, hví ryggurin sveik ? á, livir tú, fært tú at vita !? Dagurin hjá Kalla Katt, sum gekk sær tann obligatoriska kajtúrin, ímillum trý og fimm, og ímeðan konteynarar, øl, brennivín og timbur varð innskipað, legði hann slitnu beinagrindina fram á stavin og í friðsemi og hvíld skoðaði hann farna verk sítt, í ævigari endurføðing, - hvønn hin einasta dag. Hesin dagurin er ongin tilvild. Í honum rúmast ein søga, ið er so magnfull sum ongin onnur. Eitt samankók av blóði, sveitta og tárum. Feigd og aga. Tapum og sigrum. Menning og søga hjá óteljandi ættarliðum.
Hundrað ár eftir fronsku kollveltingina og fyri nærum stórt-hundrað árum síðani, bleiv avrátt, at 1. mai skuldi hátíðarhaldast sum dagur verkamanna, og hendan dagin skuldi arbeiðararørslan, um allan heim, seta fram síni sjónarmið og krøv - við kravgongum og røðum.
Á aðru millumtjóða arbeiðararáðstevnuni ? vanliga rópt onnur Internationala ? sum varð sett og hildin í franska metropolinum París í 1889, vórðu avgerðandi krøv sett fram, um munabetri sosiala trygd og tá kom eisini upp kravið um lógáseting av 8-tíma longum arbeiðsdegi. Krøvini, semjurnar og nýggja rákið í hesum gamla heimsparti var beinleiðis orsøkin til, at stríðsdagurin hjá arbeiðarunum varð ásettur og síðani hevur verið hátíðarhildin.
Onki kemur av ongum. Nógv var viðurfarist undan hesum. Byltingarfúsir fraklendingar skipaðu fyri uppreistri í 1789 undir herrópinum: ?Liberté, égalité et fraternité? ? ?Frælsi, javnaður og brøðralag?
Ídnaðarkollveltingin tók seg fram seinast í 18. og fyrst í 19. øld og úr hennara kjalarvørri og nýggju framleiðsluhættunum, ið so við og við dagaðu undan, hevjaði seg ein nýggj stætt av fólki ? hin nú so klassiska arbeiðarastættin.
Ótálmaða jakstranin eftir profitti fekk sjálvandi avleiðingar fyri tann veikara partin í hesum høpi. Tey, ið hildu hjólunum gangandi, vóru frá fyrsta degi mergsogin, vanvird og trælkað. Sjálvsagda avleiðingin gjørdist, at henda nýggja stætt skipaði sær eitt fakfelagsligt undirstøðukervið, ið kundi standa upp ímóti áhugamálunum hjá entreprenørunum, ið savnaðu sær alt meira av valdi, sohvørt sum vavið á kapitalinum blomstraði og vaks. Har byrjaði stríðið, sum ongantíð endar. Áhaldandi stríðið fyri batnandi korum. Fakfelagsstríðið. Í byrjanini nationalt, men skjótt fekk arbeiðararørslan altjóða snið og á millumtjóða stigi rann á fyrsta sinni saman í 1864. Tað hendi táið teir stóru heimspekingarnir Karl Marx og Friedrich Engels settu fyrstu millumtjóða arbeiðararáðstevnuna í London hetta sama árið. 16 ár eftir, at teir báðir høvdu skrivað hitt kommunistiska manifestið.
Tað slepst valla undan, at nevna árið 1871 á einum arbeiðaradegi. Tá hendi nakað, sum fekk avgerðandi ávirkan á søguligu gongdina nógv ár frameftir. Av tjóðskaparligum og samfelagsligum orsøkum tóku íbúgvarnir í høvuðsstaði Fraklands, sakina í egnar hendur, tóku ræði á hesum kenda býi og stovnsettu nakað so sjaldsamt, sum eina arbeiðarakommunu í hinum kringsetta París. Eitt frambrot. Eitt nýbrot. Treyðugt so, henni varð ikki lív lagað, virkaði bara í skamma stund, fram til lagnuløtuna, táið hon varð týnd í eini blóðugari massakru, ið var fyriskipað av stjórnarherliðunum úr Versailles, væl stuðlaðið og hjálpt av týsku hermegini, ið tá stóð væl innan fyri landamørk Fraklands.
Í tíðarhvarvi eitt intermezzo, kanska, men ongin ivingur er um, at hendan byltingin setti hvøkk í valdsharrarnar í Europu. Arbeiðarastættin hevði sýnt sína styrki og sína íkomnu tilvitsku, og sagt verður, at hetta nýggja rákið gjørdist týðandi íkast til byrjanina av fyrra veraldarbardaga. Eftir at Parísarkommunan var fallin, yrkti ein av limum hennara hin vælkenda stríðssangin: ?Kom kúgaðu kring allan heimin, øll niðurboygd av sorg og neyð. Nú kyknar eldurin úr eimi, nú verður stríð um lív og deyð.? ? ella Internationali, sum hann vanliga verður róptur. Árið eftir liðaðist altjóða arbeiðararáðstevnan sundur, og varð ikki uppafturtikin fyrrenn í 1889. Virkað var fram til fyrra heimsstríð, sum av góðum grundum steðgaði øllum, og hinvegin var tá so nógvur politikkur gingin í Internationalu ráðstevnuna, at hon ikki framhaldandi kundi virka sum savnandi depil fyri allar fæloysingar í øllum londum.
Síðani tá hevur arbeiðararørslan verið fyri tapum og kanska í størri mun fyri sigrum. Verið nýtt og misnýtt í persónligari tráan eftir stjórnarvaldi. Verið skálkaskjól hjá diktatorum og ormetin av pamparum, sum reyða skaldið yviri við Strond so beinrakið sigur tað í yrkingini:

Men lágir menn
trívast ikki í skugganum av føgrum eikitrøum
Ikki fyrr enn lyngur og kjarr
grør um feldu bularnar
trína teir fram
drekka skál við maktini.

So hvørt sum føroyska samfelagið mentist úr feudalinum til eitt fiskivinnu- & eitt ídnaðarsamfelag íkom eisini um okkara leiðir tørvurin á fakfelagsligum virksemi. Navigatørfelagið varð sett á stovn í 1892. Fiskimannafelagið í 1911. Fylking í 1915. Føroya Arbeiðarafelag í 1925. Bara fyri at nevna nøkur.
Fakfeløgini hava havt týðandi og avgerandi leiklut í framtøkuni í føroyska samfelagnum. Tað svitast ikki. Men samstundis er tað púra rætt, sum formaður Havnar Arbeiðsmannafelags segði fyri ári síðani, at tað kennist órógvandi so lítil áhugi, sum nú tykist vera fyri arbeiðaradegnum. Hesi seinastu árini nøkur fá tandur, ið hava hokið framvið gamla Kommunuskúlanum og ditto Bókhandlinum, í royndini at frætta hvatið nakrir yvirgøddir breyðpolitikarar hava at siga teimum, sum knossa fyri síni úrkomu, tíma fyri tíma, á flakavirkjum, í egningarskúrum, í bilsmiðjum, á kajuni, í krambúðum og so fordont. Her er ongin glóð, onki engasjemang, ongin uppreistur, ongin skoðan inn í framtíðina. Byrjandi moydnaroykur og turrur deymur av status quo smellir í næsagluggarnar.
Hetta stendur í skærari andsøgn til myndirnar á skíggjanum hjá teimum, sum eru á mínum aldri. Sterku haldini og orðini á Vaglinum hendan dagin og úti á Skansanum, á Doktaragrund og úti í Læraraskúlahøllini, harið alt slag av sosialistum hittust, reyða kórið sang og stríðsfúsir ungdómar slerdu eitt slag fyri eini solidariskari framtíð. Nú er alt individualiserað. Amerikaniserað. Globaliserað. Øll hava nógmikið í sær sjálvum. Væl-ferðarsamfelagið doyvir. Vaksnir menn sleingjast í sofum, eta poppkorn og zappa seg ígjøgnum tíggjutals sjónvarpskanalir. Drekka skálir fyri Morinho og Abramovich. Illneitast um okkurt slatriblað, sum rør framundir, at Ferguson er í holt við at selja van Nistelroy og um nakað man vera í tíðindunum um allar bordelvitjaninar hjá Wayne Rooney. Er vælferðarsamfelagið ávegis at sigra seg sjálvt í hel. Í fer við at gerast eitt tómt fíggjarligt hylki ? við ongum substansi? Ongari kós? Ongum hugsjónum ella visiónum, sum kunna flyta menniskja inn í eina spennandi og innihaldsríka framtíð?
Aftur til tíðina áðrenn Berlinmúruin brast í svørðin. Hetta var eisini tíðin táið diktatorarnir í Moskvu, Peking og Pyongyang sendu kremið av sínum hernaðarliga ísinkrammið út í gøtur-nar. Hesar øgiligu paradurnar. Potensforleingjarar hjá despotiskum regimum, bæði inneftir og úteftir. Hetta er næstan søga. Tað, sum teir kallaðu kommunismu eystanfyri, fall við einum braki. Teir tóku valdið frá fólkinum og búraðu tað inni handan múrarnar í Kreml. Hildu seg kunna steðga dialektikkini, natúrligum spenningum og frumbornu elastikkini, í einum gøllhaldi av hermegi, fregnartænastu, løgreglu, spionasju og slatrarum. Fundamentið krakeleraði og heimurin er kanska meira samanrunnin nú enn nakrantíð í nýggjari tíð. Og sjálvandi hevur hetta broytt hugburðin og menniskja. Eisini í Føroyum.
Men harfyri eiga vit ikki at vera minni á varðhaldi í tíðini sum kemur. Fakfeløgini hava eina standandi uppgávu, sum umframt at selja arbeiðsmegina so dýrt sum møguligt, eisini er at kjálka seg so tætt uppat politiska valdinum, soleiðis at javnvágin ikki skeivglast í samfelagnum, berjast fyri at samfelagsins búskaparliga tilfeingið verður býtt so javnt sum møguligt.
Og í mun til onnur lond, sjálvstøðug lond, væl at merkja, so hevur hetta danska hjálandið fleiri politiskar rásir, ið skula eygleiðast, ávirkast og røkjast.
Tað var ikki av tilvild, at Karl Marx skipaði sína hugmyndafrøði og byltingarástøðina á arbeiðarastættina. Hon var hin einasta, ið kundi broyta nakað sum helst. Hon hevði onki at missa. Hann, ið onki annað eigur at selja, uttan sína arbeiðsmegi, eigur ikki at ræðast leiklutin, sum byltingaramboð fram ímóti eini broyttari framtíð. Og júst í hesum spurninginum hevur føroyska arbeiðararørslan havt eina merkiliga defensiva rollu í tí tjóðskaparligu framsøkn, sum hevur verið roynd hesi seinastu árini. Tað er júst haðani megin skuldi verið komin og tað er ein fatal misskiljing, at løntakararnir í Føroyum liva av donskum ríkisveitingum. Teir liva snøgt sagt bara av tí sum teir til eina og hvørja tíð megna at selja seg sjálvar fyri á frælsa arbeiðsmarknaðinum. So einfaldur er veruleikin. Og tað vera ikki matematisk og akademisk prosjektir sum loysa gordiska knútin millum Føroyar og Danmark. Tann megin má koma úr hjartanum á fjøldini ? og serliga tykkum sum eiga dagin í dag. 1. mai.
Í morgin fer arbeiðarin aftur til samráðingarborðið. Tilvitað hevur politiska skipanin lagt sínar samráðingar aftur um privata arbeiðsmarknaðin. Vitandi um, at breyðpolitikkurin ikki tolir trýstið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Líkamikið hvørið situr við radiatorarnar í Tinganesi, so boygna ryggja-geislarnir táið útlitini fyri atkvøðumissi gerast sjónsk. Tí skal arbeiðarin vera rambukkur í einum ódámligum leiki. Harið leisturin verður lagdur fyri einum lønarvøkstri, sum í prosentstigi pr. definitión verður fluttur yvir á almennu lønirnar, ið frammanundan eru spolaðar undan arbeiðaralønunum. Gjógvin veksur ikki bara við hesum órætti. Javnaðarsamgongan, ið nú situr, hevur eftir trýsti frá Óla Breckmann, sambært Charles Adams manifestinum, lógarásett teimum vælbjargaðu skattalættar soleingi hendan konservativa og asosiala koalitiónin situr. Føroyar skeivglast. Sosialt. Javnaðarmenninir lóggeva solidaritetin út úr samfelagnum. Og ímeðan munurin ímillum vanliga løntakaran og tey vælbjargaðu, politiskt verður vaksin, sita løgmaður og hansara akademisku sveinar og fabulera um hvussu føroyska samfelagið fer at síggja út um 10 ár. Tit sum verða takserað tíma fyri tíma, fyri neyðsynjarløn, dragna í stórum, í mun til ein vaksandi skara av almennum pottaplantum, sum eru tryggjaðar í høvd og í reyv, likamikið um tær fáa nakað á skaftið ella ikki. Eitt slaraffenland, sum politiska skipanin ikki torir at røra við eini eldtong. Ongin inn- & útstempling. Onki eftirlit. Ongin agi. Tíðarleysar kaffipausir. 4-5 tíma effektivur arbeiðsdagur. Ókeypis skeið, ókeypis telda, ókeypis alnót, ókeypis ferðir uttanlands. Ein tryggjaður aldurdómur á luksusklassa, í mun til tykkara, sum bera hetta samfelagið á tykkara treystu herðum. Almenni sektorurin er farin at líkjast yvirísaðu gálgunum á Tórkeli Mána, áðrenn teir vórðu skorðnir niður í eini orkan yviri á Flamingjagrunni.
Og meðan frakkavelini dusa sær í loftrúminum millum Føroyar og umheimin, fæst samgongan við at bjarga teimum, ið riðu samfelagnum sum marran ígjøgnum kommanditfeløg, partsreiðaríir og aðrar spekulatiónir. Avskrivar sambært lóg hundraðtals milliónum av spekulativari skuld. Leggur avgjøld á vanligar brúksvørur. Skerjir mentanina. Tosar um ov høgar oljuprísir hjá flotanum og ikki um pensionistarnar sum hava skrúva sjuntin niður á oljufýringunum, tí ráðini eru ikki til varma longur. Letur russiskar klondeikarar, føroyskar strámenn og primitivt trælahald kappast við føroyska arbeiðsmegi og vinnu. Letur rasistiskar undirtónar stjórna innflytarapolitikkinum. Knúsar lokalsamfelagið í Vági av berari hugmóð. Letur spekulatiónina í ogn Føroya fólks halda fram, soleiðis at uppkeypið av summarresidensum við sólsveipta Miðjarðarhavið kann halda fram. Soleiðis kundi verið hildið á í tað óendiliga.
Ímeðan 2015 er vorðið eitt magiskt ár hjá sólkonginum av Tvøroyri, galloperar undirskotið á landsins fíggjarlóg. Sigst, at framrokningarnar siga einar 400-500 milliónir í ár. Kanska 700 næsta ár. Ímeðan er føroyskt vinnulív við at detta sundur av vantandi vinnupolitikki. Ongin trýr uppá nakað soleingi ein evnaleysur ministari situr og sólar sær í sær sjálvum, og fæst við alt annað enn tað, sum ein vinnumálaráðharri átti at tikið sær fyri. Ei undur í, at góðar 11 milliardir liggja uppspardar og steindeyðar í peningastovnunum og at einasti váðafúsi kapitalurin endaði í týsku spekulatiónsfyri-tøkuni Phoenix. Av berari vinnupolitiskari armóð. Og tað skal ikki undra nakran, um vanligi føroyingurin skal vera rambukkur táið hendan samgongan hevur karvað botnin undan búskapinum aftur. Tað má enda galið tá ið ongin skal stjórna nøkrum, skútan er løgd fyri íla og brotini bara herðast, sum bólta inn yvir skanndekkið. Upptakið verður ikki tespiligt.
Og nú gjørdi feigdin um seg í tjóðskaparspurninginm eisini. Sjálvstýrismálið er loyst sigur løgmaður. Hann má hava mist orienteringssansin í øllum pípuroykinum, táið hann hevur lagt seg í støvið fyri ríkiskallinum Anders Fogh Rasmussen. Saman við Fólkaflokkinum sementerar hann nú eitt afturstig í mun til heimastýrislógina í ríkislógartilmælinum um yvirtøkulóg og í lógini um uttanríkispolitiskar heimildir. Pantsetur frælsið í donskum varma-pútum. Ein nationalpolitisk skandala, sum fer at fáa víð-fevndar fylgjur fyri tjóðina og hennara status í heimssamfe-lagnum. Ikki undarligt, at fyrrverandi rektarin á universitetinum kendi seg kallaða, at geva danska ríkinum, eindarstatinum, symbolikkin til hesa neyðarsligu og avmaktaðu sátt. Og at teir báðir megineksponentarnir fyri føroyskt mentanarlív, ríðandi so sjelaglaðir á Rosinante uppi í Gundadali, business-advokaturin og Fossbankastjórin, valdu at hýsa hesum fantastiska listaverkinum á tjóðlistasavni okkara. Hetta er vorðin ein tjóð av avmaktaðum zombiarum. Hevði oddvitin á Háskóla Íslands alment lanserað ein slíkan býttleika og so lítið av meðviti og snúsfornuft, áðrenn republikkin var grundsett, høvdu íslendingar sett falløksini upp í Reykjavík, og kappað høvdið av honum fyri landasvik. Við ella uttan ketsjup - í einum hjørni. Hava tær ikki spælt fallit frammanundan, so spældu tær akademisku Føroyar so himinrópandi fallit hin 25. apríl í ár. Dagurin, táið savningarmerkið hjá okkum øllum skuldi hátíðarhaldast.
The times they are a´changing. Frá framamonnum - til sosialdemokratiskar pamparar, sum stórtrívast í spekulativa renslinum hjá Fólkaflokkinum, og frá teimum akademisku Føroyum, sum designaðu og seymaðu okkum Merkið - til discount-akademiina, sum ætlaði at forkoma okkum flagginum fyri lítlari viku síðani.
Komið er til endans. Harmist um at tað ikki eydnaðist mær at taka av danska grundlógardagin í Føroyum og gera arbeiðaradagin til frídag hjá føroyskum skúlaungdómi ístaðin. Men dagurin er fyrst og fremst tykkara. Góða eydnu teir komandi dagarnar, táið prísur skal setast á tykkara vøddamegi, skil og heilamegi. Tit eru tærið og skorðan undir vælferðarsamfelagnum, sum tær politisku Føroyar eru farnar í holt við at liða sundur og avskepla. Góðan byr. Og takk eiga tit ið lýddu á hesa løtuna.