hugsaði um, men tað er tó ikki bara sum at siga tað. Fyri fyrst farið eg so at spæla við Tjaldur, og so mugu vit bara síggja, hvat fer at henda. - Tað er í øllum førum soleiðis, at tað skal helst nakað [...] óhappið, og tað er ikki sørt, at hann harmast um hetta. - Eg skal ikki siga, at eg hevði roknað við nøkrum sáttmála. Tað kom so ongan tíð upp á tal, nú skaðin kom, men eg haldi tó, at tað gekk hampuliga [...] sera stór, so tykist tað ikki soleiðis, at strikuspælarin nú bert situr og bíðar eftir, at íslendingarnir aftur fara at ringja. - Nei. Slettis ikki. Skuldi onkur áheitan komið, so var tað sjálvandi nakað,
men í ár var nýggjárskonsert hildin í Atlantis. Tað var ein frálík konsert, har fleiri kend nøvn framførdu festligar, stillar og nýggjárs sangir. Alt gekk upp í eina hægri eind, og tað var veruliga n [...] við einum væl uppløgdum húsaorkestri. Vertur var Gunnar Nolsøe. Teknikkurin argaði tó nakrar ferðir í gjøgnum konsertina. Av eini ella aðrari orsøk var tað í heilum, at mikrofonir ikki virkaðu, sum tær [...] hvør skal siga: Hatta er bara typiskt teknikkur. Men teknikkurin var eisini tað einasta, sum argaði hetta kvøldið. Og tá alt riggaði, sum tað skuldi, fingu áhoyrararnir eina framúr góða og hugnaliga konsert
tá kavi var og varð longu góður skídrongur í stórkavanum, sum kom á kyndilsmessu í 1947. Samstundis gjørdist hann skóti í Skótaliði Nólsoyar Pálls, skótaliðnum hjá Roberti Joensen o.ø. Og tað var skjótt [...] Fimleikarhøllini og frá 1950 í nýggju Uppistovu. Seinni var hann við í Santa Jørundsgildi, felag av eldri skótum sum m.a. við risabingospølum í KÍ-høllini var við at leggja fíggjarligar karmar um nýggju skótahúsini [...] teldunnar ABC og víðari loyndarmálum. Sámal Júst var á DLH árini 1974-76 í eftirútbúgving og seinna árið undirvísti hann eisini við skúlan í Bagsværd. 1986/87 var hann kst. varaskúlastjóri við skúlan við Ósánna
saknaður, altso tað havi eg gott nokk ikki fingið , men hvis hann er so sikkur upp á tað, so... H: ja, ja, hann var so... tí,... var tað so ikki tað, so var tað eitt ógvuliga.... var tað ikki eitt, sum [...] gott nýggjár, eg veit ikki, um tað er sami maðurin eg tosaði við P: Nei tað er tað ikki. H: nei,... tað er (navn upplýst), Havnarskrivstovan. P: oh, ja... H: tú, tað var viðvíkjandi hasum har, sum teir [...] framvið skipinum eisini, um ... tí tað er inni í krókinum altso. P: men er man altso sikkur uppá, at tað var ein kroppur ella... H: ja, ja altso hann... hann.. segði tað var í ljósum cowboybyksum og einum
millum teir sjey floksformenninar. Tað er vorðin siðvenja, at floksformenninir dygst upp undir val hitta næmingarnar á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Fundurin verður [...] fyri fundi í høllini í skúlanum á Kambsdali seinnapartin hósdagin vísti tað seg at vera stórur almennur áhugi fyri fundinum. Tað verður roknað við, at áhugin fyri fundinum í morgin verður ikki minni. Tí [...] annars á annan hátt at vera við til at seta dám á inni í høllini. Fundurin er skipaður á tann hátt, at eftir stuttan inngang frá formonnunum verða tað næmingarnir, sum fara at seta floksformonnunum spurningar
ella einar fýra miljónir krónur. Tað er stórt spell, at hetta hendi, nú tað annars hevur gingist so væl við alingini á Sandsvág í hesum umfari. Stjórin í Mowi vísir á, at tað hevur verið nakað av ókyrru í [...] í gjár og síðstu nátt, og hann væntar, at tað er hetta, sum er orsøkin til, at hol er komið á nótina í tøkubúrinum. Hans Jákup Mikkelsen leggur dent á, at tað er einki galið við aliringunum, tí teir hava [...] Í morgun staðfestu fólk hjá Mowi, sum hevur aling á Sandsvág og júst er í holt við tøku, at hol var á tøkubúrinum, sum liggur fram við grótkastinum. Stjórin í Mowi Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sigur
møguleiki kannaður, men við tað at hetta arbeiði júst er byrjað, ber illa til at siga, hvørji úrslit hetta gevur. Hava traditiónir Tað eru annars ikki nógv ár síðani, at tað vóru kvinnurnar á Skála og Strondum [...] plássið í landskappingini. Harumframt vann felagið eisini kappingina í 2. deild, so tað kundi bent á, at breiddin í hópinum var sera góð, og at felagið gekk einari ljósari framtíð í møti, við sterkum liðum á [...] illa ber til at ímynda sær, at tær fáa manna lið har inni, men tey vónaðu tó kortini, at hetta fer at lata seg gera. Trupulleikin tykist verða, at við tað at fráfallið av leikarum, sum taldust í frægara endanum
íbúðirnar sera væl fyri, tí tað er stutt í býin og sostatt skuldi tað verið høgligt hjá tilkomnum og eldri fólki at búð har, sigur Jonsvein Mortensen frá meklaravirkinum Inni, sum selur íbúðirnar. ?Hóast [...] hetta til eitt serligt byggjarí, heldur meklarin. Hann sigur, at tað er vælkendi byggitakarin, MT Højgaard, sum skal byggja íbúðirnar. Tað var MT højgaard, sum bygdi snotiliga bygningin hjá Føroya Tele og [...] Íbúðarbygging Útsýnið er tað besta sum hugsast kann. Og dygdin skal verða fyrstafloks. Tað er ætlanin aftanfyri eini stórari íbúðarbygging, sum ætlanin er at fara undir á Boðaneshamri. Men á Boðaneshamri
er tað so høgligt. Nú hava tey fingið ítróttarhøll til granna, so tað liggur væl fyri. Kappróðurin er ikki heilt dottin burtur í millum hjá Marnu enn, hóast tað man vera ein hálv øld ella gott tað, síðan [...] sum hava upplivað og minnast gamla umhvørvið í Myllugarðinum, skilja tað væl. Eina tíð arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og var eisini í húsplássi í Reykjavík, áðrenn hon giftist við Jákupi av Eiði [...] 1957. Marna hevur øll árini verið húsmóðir burturav. Fiskimannakona nevnir onkur tað. Og mong eru tey, sum hava sitið væl inni hjá henni. Nú tey eru vorðin pensionistar, Marna og Jákup bæði, eru tey framvegis
Fighters They Bleed og spældu eina útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var í august 2010. - Tá var tað ein, ið eg eftir tað eri farin at meta sum ein av mínum tættastu vinum, ið segði. At her vóru altso [...] Sum ein kærur vinur segði mær í fjør: Tað eru bara nakrir fáir útlendingar, ið eru akkurát sum føroyingar, tað er tí, at vit hava ættleitt Eiju. Eg haldi, at tað er tann vakrasta komplimentin, ið eg havi [...] um Theodor Kapnas í seks vikur. Teir spurdu, um eg kom á konsertferð við teimum, og tað gjørdi eg so í 2011, tað var tann fyrsta “Ferðin til Heljar” konsertferðin. - Eg haldi, at har eru nógvar orsøkir