Kroppur og sinn søgdu eg var komin heim

Eija Mäkivuot er finsk, men hon brennur fyri føroyskum tungmálmi og kennir seg heima, tá hon kemur til Havnar. Tað hevur hon gjørt líka síðan fyrstu ferð, hon gekk í Havnargøtum. Hon hevur avmyndað fremstu føroysku tungmálmsbólkarnar, og í sambandi við Wacken Metal Battle í mars, vitjar hon aftur í Føroyum.

Finska myndakvinnan Eija Mäkivuoti hevur eitt hjarta, ið bukar fyri føroyskum tungmálmi. Seinastu tvey árini hevur hon verið ein av teimum fýra høvuðsfyriskiparunum av Wacken Metal Battle Føroyar, og tá tungmálmskappingin 8. mars fer at buldra og braka í Sjónleikarhúsinum í Havn, verður Eija aftur á staðnum sum fyriskipari, men eisini sum myndakvinna og blaðfólk, tí Eija avmyndar allar konsertirnar og skrivar greinar um tiltakið til útlendskar miðlar.
Vit hittu Eiju til eitt prát, um kærleikan til føroyskan tungmálm, hvussu hon fyrstu ferð endaði í Føroyum og mangt annað.

Nær og hví vitjaði tú fyrstu ferð Føroyar?
- Mín fyrsta vitjan í Føroyum var í arbeiðsørindum. Eg arbeiddi nøkur ár fyri Nordisk Kultur Punkt, og vit skuldu á fund í Tórshavn. Eg og Anna, starvsfelagi mín, valdu at vera eitt vikuskifti í Havn, og sluppu at gista í Norðurlandahúsinum, orsakað blíðskapin hjá Urd Johannesen. Hetta var í apríl 2008. Men eg hevði havt samband við Føroyar áðrenn. Eg hevði hitt Urd, og hon setti meg í samband við tónleikabólkin SIC. Eg hevði so mailað saman við Eddie Jacobsen, ið er gittarleikari í SIC. Tá eg so kom til Føroyar fyrstu ferð, so hitti eg allar limirnar í SIC fyrstu ferð: Mikkjal, Magnus og Frans. Seinni sama ár, skipaði eg fyri einari konsert, við SIC í Finlandi. Vit gjørdust væl, og vildu tí fegin arbeiða meira saman. Tí skapti eg dokumentar verkætlanina um SIC.

Hvussu bar til, at tú kom aftur til Føroya?
- Har vóru tvær orsøkir, at eg kom aftur. Eg kendi bara Urd, fyrstu ferð eg vitjaði, so eg fór ein gongutúr einsamøll í Havnini. Tá fekk eg eina kenslu av, at her hoyrdi eg heima, bæði kroppur og sinn søgdu, at eg var komin heim. Tað gav onga meining og er torført at greiða frá. Men eg føldi, at eg hoyrdi til í Føroyum. Hin orsøkin vara tann, at SIC høvdu bjóðað mær á konsertferð við sær í Bretlandi. Hetta var seinna helvt av Pandemonium konsertferðini í 2009. Eg helt best mundi vera at kenna teir betur, áðrenn er skuldi á ferð við teimum. So í februar 2009 kom eg til Føroyar. Aftan á konsertferðina í Bretlandi var eg blivin ordiliga væl við SIC fólki. Onkran av teimum eri eg betri við enn við beiggja mín.
Eg kom aftur fleiri ferðir í sambandi við dokumentarfilmin um SIC, ið eg varð liðug við í 2010. Eg endaði tað verkætlanina við at vísa úrslitið ein eksperimenterandi film/multimedia, ið eg kallaði Fighters They Bleed. Hetta kulmineraði við, at SIC góvu fløguna Fighters They Bleed og spældu eina útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var í august 2010.
- Tá var tað ein, ið eg eftir tað eri farin at meta sum ein av mínum tættastu vinum, ið segði. At her vóru altso onnur fólk enn limirnir í SIC, ið fegin vildu hitta meg. Soleiðis hevði eg slett ikki hugsa áðrenn, tí eg var still og smæðin. Eg byrjaði at fáa aðrar vinir, og eg byrjaði eisini at gera meira um meg, væl hjálpt av Gudmari Hansen, Teiti Fossaberg og Martin Róa Vilhelmsen.
- Í desember 2010 hevði eg eina framsýning í einum listasavni í Helsinki av mínum 3 ára langa arbeiði við SIC. Tað var strævið, og eg føldi meg móða. Tí tók eg ein steðg, og helt frí í Føroyum í seks vikur. Eg búði hjá vinum, og hitti uppaftur fleiri vøkur og fitt fólk. Hetta varð eitt serligt samband, ið eg fekk við Føroyar.
- Eg eri ikki longur fremmand. Sum ein kærur vinur segði mær í fjør: Tað eru bara nakrir fáir útlendingar, ið eru akkurát sum føroyingar, tað er tí, at vit hava ættleitt Eiju.
Eg haldi, at tað er tann vakrasta komplimentin, ið eg havi fingið. So kenslan av at hoyra til, allir mínir vinir, frískliga havluftin og nógv annað, fáa meg at leingjast eftir Føroyum, og gera, at eg má vitja aftur minst einaferð um árið.

Tú tykist at hava serligar kenslur fyri føroyska tungmálmspallinum. Tey trý, ið skipa fyri Wacken Metal Battle Føroyar tosa um teg, sum tann fjórða í fyriskipanarbólkinum, Hvaðani kemur hesin áhugin?
- Eg haldi, at tað stendst av arbeiðinum, ið eg gjørdi saman við SIC. Men eisini eftir á tað, so kom eg at kenna so nógvar aðrar gávuríkar føroyskar tónleikarar. Eg haldi, mítt arbeiði helt onkursvegna bara fram saman við Hamferð. Eg kom at kenna teir, tá eg búði í húsi saman við gittarleikaranum Theodor Kapnas í seks vikur. Teir spurdu, um eg kom á konsertferð við teimum, og tað gjørdi eg so í 2011, tað var tann fyrsta “Ferðin til Heljar” konsertferðin.
- Eg haldi, at har eru nógvar orsøkir til, at mær dámar væl føroyskan tungmálm. Eg eri bergtikin av nøgdini av talentfullum og eldhugaðum tónleikarum í Føroyum. Men mær dámar eisini væl tungmálmspallin sjálvan. Hetta er eitt lítið afturlatið umhvørvi, ið eg onkursvegna eri enda mitt inni í. Tað var ikki við vilja, men eitt førdi til annað, og mær dámar veruliga væl at arbeiða saman við hesum fólkunum, tey hava virðing fyri arbeiðinum hjá øðrum.
- Sum myndafólk, upplivir tú ofta, at títt arbeiði ikki verður virt, tú stríðist og strevast ókeypis. Nógv fólk og bólkar síggja ikki nakað virði í myndum. Á føroyska tungmálmspallinum er virðingin báðar vegir. Eitt dømi er, tá Hamferð vunnu føroyska umfarið av Wacken Metal Battle, tá lyfti Theodor meg upp, og klemmaði meg, og segði: “Vit gjørdu tað, Eija”. Eg bleiv íroknað toymið hjá Hamferð. Øll hesi fólkini fáa meg at kenna, at eg hoyri heima, og tað haldi eg, at eri geri. Tað skapar eisini virðing at síggja hvussu blíðir fyriskipararnir av Wacken Metal Battle og hjálparfólkini eru við útlendskar gestir. So eg haldi, at orsøkin til, at mær dámar so væl føroyska tungmálmspallin, er lutvíst, at mær dámar tónleikin og lutvíst orsakað av fólkunum, og hvussu tey fara við hvør øðrum.


Hvussu ber tað til, at tú luttektur í fyriskipanini av Wacken Metal Battle Føroyar?
- Fyrst og fremst tí fyriskipararnir bjóða mær aftur hvørt ár. Fróði, Marjun og Teitur úr Upp Við Hornunum eru høvuðsdrívmegin, og vit eru vorðin væl. Vit brenna øll fyri føroyskum tungmálmi og vilja arbeiða fyri at menna hann. Eg elski at taka myndir og at gera dokumentarfilmer, og mítt arbeiði er í ikki bara journalistiskt, eg meti nógv av tí sum list.
Í løtuni eri eg atknýtt nøkrum tónleikamiðlum, so hví ikki skriva um hetta.
- Tá eg nú eri í Føroyum alíkavæl, vil eg fegin vera eitt sindur longri enn bara eitt vikuskifti, og tá havi eg eisini tíð til at hjálpa til við ymiskum praktiskum í sambandi við Wacken Metal Battle. Eg haldi, at tiltakið er sera týdningarmikið, so tí hjálpi eg til. Tað er ikki verri, at eg havi øll hesi fantastisku fólkini rundan um meg, sum dáma mítt arbeiði.

Hvussu sært tú føroyska tungmálmspallin nú samanborið við, tá tú kom til Føroyar?
- Eg haldi, at tungmálmspallurin er í støðugari menning móti einum meira altjóða palli, og alsamt fleiri bólkar fara út í heim, og fara avstað á ein meira professionellan hátt. Hetta krevur nógv arbeiði og at skapa netverk, marknaðarføring og PR, og at fáa samband við røttu fólkini, fyri at fáa tín boðskap út. Eg haldi, at í stóran mun snýr tað seg um at byggja karmar, ið geva tónleikarum møguleika at sleppa út í heim.
- Tað er ikki nógmikið at gera eina frálíka fløgu, um fólk ikki vita av henni. Sjálvandi er hetta ein lítil tónleikapallur, so tað er lættari at gerast kendur í egnum landi. Men skalt tú úteftir krevst ein ætlan og fólk, ið arbeiða við hesum so sum Tutl ger og Fróði Stenberg, ið situr í Hamburg, ger.
- Viðvíkjandi bólkum, so koma allatíðina nýggir bólkar. Vit eru er tikin av bóli jaliga av bólkum sum Asyllex, Earth Divide and Reduced to Ash fyri at nevna nakrar av nýggjaru bólkunum. Men eg haldi eisini, at fólk bíða eftir nýggjum tilfari frá eldri bólkum sum SIC and Synarchy. Hetta eru bólkar, ið eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta, og altíð fara at eiga tað. Tá Gudmar og Frans fóru úr SIC, gjørdist eg eitt sindur kedd. Ikki tí, einki er galið við tí nýggja SIC, men eg sakni hinar báðar á pallinum. Men lívið hevur sína gongd, og tað er bara gott. Hamferð eri eg kanska eitt sindur litað um, men eg má siga, at eg eri errin av teimum. Fyrsti føroyski bólkur mær dámdi var Týr, og teir dámar mær enn stak væl.


Eru nýggir føroyskir bólkar, ið tú vilt viðmæla okkum?
- Sum eg segði, so haldi eg, at Asyllex er ein sera spennandi bólkur, vónandi halda teir fast við at gera sítt egna. Eg haldi eisini at Also Reduced to Ash og Earth Divide eru sera lovandi. Tað er av týdningi, at tú hevur títt egna handalag, tá tú gert tónleik. Tað nyttar einki at avrita stíl ella tónleikagrein. Men lat okkum vita hvat poppar upp í ár. Eg gleði meg at hoyr Incurse, við Jenus úr Hamferð sum sangara. Eg má fara at seta meg inn í, hvat er er hent í Føroyum, síðan seinast eg var her.


Eru nakrar serliga minniligar løtur, ið tú minnist aftur á í Føroyum?
- Har eru so nógvar. Men um eg skal velja eina, ið liggur mínum hjarta nær, so eg tað farvæl veitslan, ið eg og kæri “beiggi” mín Jákup Pauli Gaard Oslen skipaðu fyri, tá eg hevði verið í Føroyum í seks vikur. Vit høvdu eitt finskt/føroyskt tema við finskum og føroyskum mati, drykkivørðum og tónleiki, næstan allir mínir bestu vinir komu í veitsluna.
Men eg má eisini nevna G! 2011,tá vit lurtaðu eftir Meshuggah í oysandi regni, tað er serliga regnið eg minnist, tí Meshuggah leggi eg ikki so nógv í..