Nú verður tað av álvara talt niður til løgtingsvalið, sum verður týsdagin. Í kvøld og í morgin eru fleiri valfundir. Endaumfarið í sjónvarpinum verður mánakvøldið, men longu fyrrapartin í morgin verður møguleiki at fylgja orðaskifti millum teir sjey floksformenninar.
Tað er vorðin siðvenja, at floksformenninir dygst upp undir val hitta næmingarnar á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Fundurin verður í morgin klokkan 9.30, tá ið Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Johannesen, Aksel V. Johannesen, Jógvan Skorheim, Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Jenis av Rana fara at vitja á Kambsdali.
Tá ið útvarpið hjá kringvarpinum skipaði fyri fundi í høllini í skúlanum á Kambsdali seinnapartin hósdagin vísti tað seg at vera stórur almennur áhugi fyri fundinum. Tað verður roknað við, at áhugin fyri fundinum í morgin verður ikki minni. Tí er nú avgjørt á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, at fundurin í morgin verður í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Tað eru fleiri enn 700 næmingar og starvsfólk í Miðnámsskúlanum og Klaksvíkar HF skeiði, sum er partur av Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Umframt næmingar og starvsfólk verður roknað við nógvum øðrum áhoyrarum í morgin. Hósdagin vóru nógv valevni á fundinum, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini í morgin.
Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur boðað politisku flokkunum frá, at teir eru væl komnir frá klokkan 8 mánamorgunin at heingja plakatir upp og annars á annan hátt at vera við til at seta dám á inni í høllini.
Fundurin er skipaður á tann hátt, at eftir stuttan inngang frá formonnunum verða tað næmingarnir, sum fara at seta floksformonnunum spurningar.
Áðrenn floksformenninir fáa orðið, verða úrslitini av tveimum atkvøðugreiðslum kunngjørd.
Fyrra avdúkingin verður av úrslitinum av valinum til næmingarráð, sum var í síðstu viku.
Hósdagin og fríggjadagin atkvøddu næmingarnir um, hvønn flokk teir ætla at seta krossin við á valinum týsdagin. Úrslitið av tí atkvøðugreiðsluni verður kunngjørt, áðrenn farið verður undir orðaskiftið.
Áðrenn fundurin verður liðugur, verður nýggj atkvøðugreiðsla, og úrslitið verður kunngjørt stutt undan fundarloki. Harvið fæst eisini at vita, um næmingarnir hava broytt støðu síðani atkvøðugreiðsluna í síðstu viku og eftir at hava sæð og hoyrt formenninar í morgin.