Íbúðarbygging
Útsýnið er tað besta sum hugsast kann. Og dygdin skal verða fyrstafloks.
Tað er ætlanin aftanfyri eini stórari íbúðarbygging, sum ætlanin er at fara undir á Boðaneshamri.
Men á Boðaneshamri fáa íbúgvarnir eisini eitt so gott útsýni sum fáa aðrastaðni í Havn, fyri ikki at siga ongastaðni.
? Samstundis liggja íbúðirnar sera væl fyri, tí tað er stutt í býin og sostatt skuldi tað verið høgligt hjá tilkomnum og eldri fólki at búð har, sigur Jonsvein Mortensen frá meklaravirkinum Inni, sum selur íbúðirnar.
?Hóast nógvar íbúðir verða bygdar í høvuðsstaðnum, er alt hetta við til at gera hetta til eitt serligt byggjarí, heldur meklarin.
Hann sigur, at tað er vælkendi byggitakarin, MT Højgaard, sum skal byggja íbúðirnar.
Tað var MT højgaard, sum bygdi snotiliga bygningin hjá Føroya Tele og yvirhøvur eru teir kendir fyri at dygdarhandverk.
Nú hava teir so keypt eitt stórt stykki á Boðaneshamri, har teir ætla at byggja 32 íbúðir í tveimum blokkum. Nakrar íbúðir eru seldar og nakrar eru eftir.
Grundstykkjaprísurin, útsýnið og tilfarið í bygningunum, ger, at tað skerst ikki burtur, at íbúðirnar eru í dýrara endanum.
Men meklarin heldur, at keypararnir fáa nógv fyri pengarnar.
Upprunaliga varð ásett, at ein íbúð skuldi kosta knappar 1,4 millión. Men tey, sum seta segfyri eina íbúð, áðrenn byggingin fer ígongd, spara 50.000 krónur í mvg, so tey fáa íbúðina fyri knappar 1, 35 millión.
Men nú skal gerast skjótt av, tí evstamark er fríggjadagin, tá ið avgerðin um byggingina verður tikin.
Hvør íbúð verður 68 fermetrar, men tilfarið er gott. Glasveggur verður útímóti fjørðinum, har hvør íbúð hevur altan. Talan er eisini um íbúðir, har keyparin fær ávirkan á, hvussu gólvið og flísar skulu vera, eins og veljast kann ímillum tveir ymsar køkar.
Og sum nakað heilt nýtt, ber tað til at innrætta íbúðirnar í niðaru hæddini serliga til rørslubrekað. Í ávísum førum ber eisini til at fáa íbúðina eitt sindur størri, men afturfyri verður so grannaíbúðin eitt sindur minni.
Innan eru íbúðirnar sera framkomnar við stikki til teldu og antennustikki til sjónvarp og radio í hvørjum rúmi.
Sjálvir íbúðarblokkarnir verða klæddir við lerkaviði, sum er serliga haldgott tilfar og uttanfyri er alt gjørt liðugt við parkeringsplássum og vaskiplássum til bil.