Eingin sáttmáli í Íslandi

Mortan Hansen var óheppin at keiggja sær fótin, og tí gjørdist tað ongan tíð aktuelt at tosa um nakran sáttmála

Hondbóltur

Sum vit skrivaðu fyri einari viku síðani, so hevur strikuspælarin hjá Tjaldrinum og landsliðnum, Mortan Hansen, seinastu vikuna verið í Íslandi, har hann hevur roynt at spælt seg til ein sáttmála við Þór í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Skaddur
Í hesum umfarinum verður tað tó av ongum við ætlaða sáttmálanum. Mortan skuldi sum partur av royndarvenjingini taka lut í eini kapping, har fleiri av bestu íslendsku feløgunum tóku lut, men longu í fyrsta dysti sínum var hann so óheppin at meiða sær fótin.
- Eg hevði sitið á beinkinum allan tann fyrsta dystin, sum liðið hevði spælt, men tá vit so fríggjadagin spældu móti Fram, slapp eg at byrja inni. Ta einu ferðina í dystinum skuldi eg royna meg við hoppiskoti, tá eg fekk eitt skump, og tíverri kom eg somikið skeivt niður, at eg keigdi fótin. Fótliðið gjørdist alt fyri eitt hovið, so nú er helst talan um ein steðg upp á einar tvær til tríggjar vikur, sigur Mortan sjálvur um óhappið, og tað er ikki sørt, at hann harmast um hetta.
- Eg skal ikki siga, at eg hevði roknað við nøkrum sáttmála. Tað kom so ongan tíð upp á tal, nú skaðin kom, men eg haldi tó, at tað gekk hampuliga væl hjá mær. Teir royndu eisini at spyrja, hvussu eg treivst, og um eg hevði trupulleikar av nøkrum slag, so teir tóktust í øllum førum áhugaðir.

Fer til Tjaldur
Mánadagin skuldi Mortan so vera í føroya-flogfarinum, og tó at ein slík avbjóðing sum tann, sum hann júst nú hevur havt, er sera stór, so tykist tað ikki soleiðis, at strikuspælarin nú bert situr og bíðar eftir, at íslendingarnir aftur fara at ringja.
- Nei. Slettis ikki. Skuldi onkur áheitan komið, so var tað sjálvandi nakað, sum eg hugsaði um, men tað er tó ikki bara sum at siga tað. Fyri fyrst farið eg so at spæla við Tjaldur, og so mugu vit bara síggja, hvat fer at henda.
- Tað er í øllum førum soleiðis, at tað skal helst nakað til, áðrenn eg farið av landinum at spæla hondbólt. Sjálvandi kann talan verða um eina stóra avbjóðing, men tað eigur so altíð at haldast upp ímóti tí uttan fyri vøllin. Har havi eg jú alt, sum eg vil hava, í Runavík.
- Ikki tí at mær ikki dámdi væl í Íslandi. Tað gjørdi eg, og eg kundi væl hugsað mær at roynt hetta aftur, men tað vil so altíð verða ein spurningur um, hvørjar treytir tú fært bodnar, sigur Mortan Hansen at enda.