Marna er ættað av Tvøroyri, dóttir Sannulenu og Óla hjá Pola. Einasta systir í einum flokki upp á fýra.
Vaksin upp í krígstíð upplivdi hon eisini ófrið á Tvøroyri og fór so eina tíð til ommuna og abban í Sumba at vera. Ein tíð, hon tosar nógv um. Metir líkasum Sumba at vera sín annan heimstað. Og vit, sum hava upplivað og minnast gamla umhvørvið í Myllugarðinum, skilja tað væl.
Eina tíð arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og var eisini í húsplássi í Reykjavík, áðrenn hon giftist við Jákupi av Eiði. Tey búsettust á Eiði í 1957.
Marna hevur øll árini verið húsmóðir burturav. Fiskimannakona nevnir onkur tað. Og mong eru tey, sum hava sitið væl inni hjá henni.
Nú tey eru vorðin pensionistar, Marna og Jákup bæði, eru tey framvegis rættiliga virkin. Eru við í pensionistasamkomum. Eru virkin í Norrøna Felagnum á Eiði. Ferðast víða bæði innan- og uttanlands. Taka í móti gestum aftur. Eru til veitslur og samkomur víða um. Okkurt bingokvøld verður tað til av og á. Og so ikki at gloyma hondbóltin.
Tó her er tað mest Marna, ið hevur tann heilt stóra áhugan. Jákupi dámar betri fótbólt og føroyskan dans.
Hondbóltsáhugin er vaksin saman við døtrunum, sum hava spælt hondbólt á høgum støði. Tann elsta á landsliði onkuntíð.
Fyrr varð koyrt út á Skála og til Havnar at hyggja at dystum. Men nú er tað so høgligt. Nú hava tey fingið ítróttarhøll til granna, so tað liggur væl fyri.
Kappróðurin er ikki heilt dottin burtur í millum hjá Marnu enn, hóast tað man vera ein hálv øld ella gott tað, síðan hon róði kapp sjálv. Og framvegis eitur hjartabarnið Firvaldur, hóast »hennara« Firvaldur langt síðan hevur mist flogið.
Nógv fólk kennir Marna, og nógv kenna hana. Hon er løtt og góð at kenna. Sum ommudóttirin Danmark einaferð tók til: »Omma er ikki júst kend fyri at koyra fólk frá sær.«
Fýra eru børnini. Tíggju ommubørn og ein er langommusonurin, sum komin er seinasta árið. Umframt eina rúgvu, sum bara kallar hana »Ommu«.
Frá okkum øllum verður tær ynskt hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum.
x.