skrivstovum við tilknýti til bólkin. Týskir myndugleikar vísa kortini á, at ongin illgruni er um, at bólkurin sjálvur hevur ætlanir um at fremja nøkur álop nakrastaðni. [...] átak móti einum islamskum bólki, sum er undir illgruna fyri at spjaða hatur. Bólkurin nevnir seg Sanna Trúgvin, men hevur fingið forboð móti at virka av týska innlendismálaráðnum. Bólkurin hevur tilknýti [...] tilknýti til Islamska Statin. Bólkurin er undir illgruna fyri at eggja fólkið at gerast stríðsmenn fyri Islamska Statin. Húsarannsóknin er framd móti 200 ymiskum adressum, tað eru moskum, íbúðum og skrivstovum
til, at Hestur verður knýttur uppí Sandoyartunnilin. Tey vísa á, at fólkatalið í oynni er fallandi vegna vánaligt ferðasamband og at landsins skylda, at útvega hestfólki eitt nøktandi samband. “At tænastustøðið [...] tænastustøðið lækkar, ár fyri ár, er við til at skapa eina negativa gongd. Trivnaðurin minkar, møguleikarnir fækka, og fráflytingin veksur. Ístaðin eiga myndugleikarnir at økja munandi um samferðslumøguleikarnar
pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna við Rannvá B. Andreasen Sermerkt fyri ársins spælara er, at hon væntaði ikki at spæla í ár vegna skaðar. Við tí í huga, so er tað flott, at hon í dag kann kalla [...] kalla seg ársins spælara 2016. Hon leggur afturat, at hugurin er góður at halda áfram at spæla, men tað er bara um kroppurin loyvir tí.
tingfundin endaði klokkan hálvgum trý leygarnáttina, at ætlanin var at hetta skuldi verða seinasti fundur í hesi tingsetuni. Formaðurin plagar tá at siga, at um ikki okkurt serligt tekur seg upp, so kemur tingið [...] tingið saman aftur á ólavsøku. – Í ár er tað tó soleiðis, at vit vita, at nøkur mál eru eftir at avgreiða, og tá hesi eru klár væntandi um eina góða viku, verður Løgtingið kallað til fundar, sigur
seg, at meiri er at fáa við Vestmannaoyggjarnar í ár, skrivar Vísir. Harafturat er makrelurin heldur seinni á veg í ár enn undanfarin ár, skrivar Vísir. Blaðið leggur afturat, at nú er gongd við at koma [...] Eins og føroyingar kæra íslendingar seg um, at makrelurin hevur eitt annað ferðarmynstur í ár enn undanfarin ár. Fyrr plagdu skipini at fáa mest eystan fyri Ísland, men í summar heldur makrelurin seg í [...] koma á fiskiskapin, sum verður stýrdur úr landi, soleiðis at sum mest fer til matna.
ríkisborgarum í Sýrialandi til at umhugsa at fara haðani fyribils. Samstundis ræður uttanríkisráðið øðrum donskum ríkisborgarum frá at fara til Sýrialands. Tíðindastovurnar skriva, at støðan í Sýrialandi er versnað [...] r í Bretlandi mæla nú øllum bretskum ríkisborgarum til at fara úr Sýrialandi alt fyri eitt. Tey, sum ikki fylgja tilmælinum, skulu ikki vænta at fáa hjálp frá sendistovuni í Damaskus, um støðan í landinum [...] versnað teir seinastu dagarnar, eftir at trygdardeildirnar hjá Bashar al-Assad, forseta hava hert framferðina ímóti mótmælisfólkinum.
Eygleiðarar vænta, at Mladic fer at kæra avgerðina um, at hann skal útflýggjast, men tey flestu vænta, at hann verður sendur til Haag um einar átta dagar. Tíðindastovurnar skriva, at ein lækni hevur kannað [...] Í Serbia eru myndugleikarnir farnir undir fyrireikingarnar til at senda fyrrverandi herovastan Ratko Mladic til Haag. Mladic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia, varð í dag settur í [...] kannað tann 69 ára gamla Ratko Mladic, síðani hann varð handtikin, og sagt verður, at hann er viknaður nógv.
greitt, at Huckabee ikki fer at royna seg í kappingini, vænta eygleiðarar fyri vist, at Mitt Romney, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, og Tim Pawlenty, fyrrverandi guvernørur í Minnesota, fara at royna [...] Mike Huckabee sigur við sjónvarpið Fox News, at hann fer ikki at royna at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið næsta ár. Huckabee, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas, royndi
libyskur stjórnartalsmaður sigur, at minst trý fólk doyðu í álopinum, og at umleið 150 vórðu særd. Talsmaðurin sigur, at NATO-flogførini bumbaðu støðir hjá herinum, men at nógv sivilfólk eru millum tey deyðu [...] og særdu. Tíðindastovurnar skriva, at álopið í nátt er tað harðasta, síðani NATO fór undir átakið í Libya. Samstundis hava Frakland og Bretland sagt, at tey umhugsa at brúka stríðstyrlur til álop á mál
sambært blaðnum almannakunngjørt eina fráboðan, har sagt verður, at atsóknin er ein avleiðing av, at Noreg hevur hermenn í Afghanistan, og at landið hevur vanærað Muhammed profet. Sambært New York Times skrivar [...] skrivar felagsskapurin: -Hetta er bara byrjanin, og meiri fer at koma. Amerikanska blaðið leggur afturat, at tað hevur ikki fingið váttan fyri, at fráboðanin er álítandi. [...] Amerikanska blaðið New York Times vil vera við, at ein islamistiskur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuatsóknini í Oslo seinnapartin. Felagsskapurin, sum ber heitið Ansar al-Jihad al-Alami