Útoyggjafelagið mælir í lesarabrævið í dag til, at Hestur verður knýttur uppí Sandoyartunnilin.
Tey vísa á, at fólkatalið í oynni er fallandi vegna vánaligt ferðasamband og at landsins skylda, at útvega hestfólki eitt nøktandi samband.
“At tænastustøðið lækkar, ár fyri ár, er við til at skapa eina negativa gongd. Trivnaðurin minkar, møguleikarnir fækka, og fráflytingin veksur. Ístaðin eiga myndugleikarnir at økja munandi um samferðslumøguleikarnar, eins og tá t.d. undirsjóvartunlar verða gjørdir, grundað á væntaða framgongd. Góðir samferslumøguleikar út í Hest eru fortreytin fyri øktum vinnuvirksemi, trivnaði og fólkavøkstri.”
Sí lesarabræv her