Mike Huckabee sigur við sjónvarpið Fox News, at hann fer ikki at royna at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið næsta ár. Huckabee, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas, royndi seg, tá republikanararnir skuldu finna eitt valevni til forsetavalið í 2008, men hann mátti lúta fyri John McCain.
Nú tað er greitt, at Huckabee ikki fer at royna seg í kappingini, vænta eygleiðarar fyri vist, at Mitt Romney, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, og Tim Pawlenty, fyrrverandi guvernørur í Minnesota, fara at royna seg ímóti Newt Gingrich.