Fleiri harðar spreingingar skakaðu libyska høvuðsstaðin Tripoli í nátt, tá NATO-flofør gjørdu enn eitt álop á mál í býnum.
Ein libyskur stjórnartalsmaður sigur, at minst trý fólk doyðu í álopinum, og at umleið 150 vórðu særd. Talsmaðurin sigur, at NATO-flogførini bumbaðu støðir hjá herinum, men at nógv sivilfólk eru millum tey deyðu og særdu.
Tíðindastovurnar skriva, at álopið í nátt er tað harðasta, síðani NATO fór undir átakið í Libya. Samstundis hava Frakland og Bretland sagt, at tey umhugsa at brúka stríðstyrlur til álop á mál í Libya.










