Eins og føroyingar kæra íslendingar seg um, at makrelurin hevur eitt annað ferðarmynstur í ár enn undanfarin ár. Fyrr plagdu skipini at fáa mest eystan fyri Ísland, men í summar heldur makrelurin seg í heitari sjógvi sunnanfyri. Tað hevur eisini víst seg, at meiri er at fáa við Vestmannaoyggjarnar í ár, skrivar Vísir.
Harafturat er makrelurin heldur seinni á veg í ár enn undanfarin ár, skrivar Vísir. Blaðið leggur afturat, at nú er gongd við at koma á fiskiskapin, sum verður stýrdur úr landi, soleiðis at sum mest fer til matna.