Týska løgreglan hevur í morgun havt eitt stórt átak móti einum islamskum bólki, sum er undir illgruna fyri at spjaða hatur.
Bólkurin nevnir seg Sanna Trúgvin, men hevur fingið forboð móti at virka av týska innlendismálaráðnum. Bólkurin hevur tilknýti til Islamska Statin. Bólkurin er undir illgruna fyri at eggja fólkið at gerast stríðsmenn fyri Islamska Statin.
Húsarannsóknin er framd móti 200 ymiskum adressum, tað eru moskum, íbúðum og skrivstovum við tilknýti til bólkin.
Týskir myndugleikar vísa kortini á, at ongin illgruni er um, at bólkurin sjálvur hevur ætlanir um at fremja nøkur álop nakrastaðni.










