Í Serbia eru myndugleikarnir farnir undir fyrireikingarnar til at senda fyrrverandi herovastan Ratko Mladic til Haag. Mladic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia, varð í dag settur í eitt serligt varðhald, sum krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur í Beograd.
Eygleiðarar vænta, at Mladic fer at kæra avgerðina um, at hann skal útflýggjast, men tey flestu vænta, at hann verður sendur til Haag um einar átta dagar.
Tíðindastovurnar skriva, at ein lækni hevur kannað tann 69 ára gamla Ratko Mladic, síðani hann varð handtikin, og sagt verður, at hann er viknaður nógv.










