Andersen eitt tíðindaskriv út, har hann greiðir frá umstøðunum, tá ið hann misti starvið sum venjari hjá VB/Sumba fyrr í ár. Ole sigur, at hann fór miðvíst til verka, og hann hevði fingið lovað góðar umstøður [...] venjing ikki altíð tann besta, og hann takkar spælararunum fyri samstarvið. Danski venjarin hevði ætlað sær at hildið fram sum venjari í Føroyum í nøkur ár, og tað er hann framvegis hugaður fyri. - Eg vóni [...] einum seriøsum samstarvi við ein venjara við altjóða royndum og eini nútímans fótbóltsfilosofi, sigur hann.
í Havn í gjár. - Tað veit eg ikki, tað tori eg ikki at siga. Hann legði at í Havn, men hatta hendi, tá hann legði frá landi, vísir Óli Hans Hammer Olsen á, og leggur afturat, at Havnin er betri pláss at [...] sigur Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum Umvegis Norsk Veritas, ið umboðar klassan, góðkendi Skipaeftirlitið, at skipið kundi fara avstað í morgun og halda leiðina til Íslands. Óli Hans Hammer [...] stjórin á Skipaeftirlitinum. Spurdur, um talan kann vera um kleyvarskap, sigur Óli Hans Hammer Olsen, at tað vil hann helst ikki gera viðmerkingar til. Stjórin metir ikki, at talan er um treiskni hjá Smyril
ísakaldur, soleiðis at hann ikki letur seg ávirka av støðuni, hann er í. Í so máta má hetta vera landsins besti løgreglumaður. Tá Sosialurin steðgaði framman fyri honum í morgun, læt hann ikki við seg koma [...] sum var hann frystur. Neyvan hevur hesin løgreglumaðurin, sum myndamaðurin hjá Sosialinum kom fram við í morgun, nakrantíð hevur rópt »freeze« eftir nøkrum. Eingin ivi fær tó verið um, at hann »kaldasti« [...] »skeyt« nakrar myndir av eftir honum, tóktist tað at rína við. Framvegis var hann ísakaldur. Fullkomiliga óávirkaður av støðuni stóð hann í politigarðinum og eygleiddi, hvørjir bilar og fólk fóru framvið í Jónas
ivaðist ikki eina løtu, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um dagsins dyst. - Hatt var ikki nóg gott, og tapa fyri einum nógv betri liðið, so einfalt er tað, staðfestir hann. Undan dystinum sá tað rættiliga [...] onkrum, hóast tað ikki átti at verið so, sigur Birgir Jørgensen. Hann ásannar, at longu tá fyrsta málið kom fara menn niður við høvdinum, men hann heldur lítið um grundarlagið aftan fyri fyrsta málið. - Hatta [...] ógvuliga bíligt brotsspark, og eg veit yvirhøvur ikki hvat hann dømir fyri. Maðurin er ikki nær námind bóltinum, og eg sum áleypari haldi als ikki, at hann kann døma í eini slíkari støðu, staðfestir Birgir Jørgensen
1995, og í 1997 skifti hann til B36, sum hann gjørdi til føroyameistarar fyrsta árið. Í 2000 og 2001 var Sivic venjari í KÍ, áðrenn hann fór av landinum aftur. Síðani hevur hann starvast heima í Serbia [...] Tomislav Sivic, og hann ivast ikki í, at úrslitini fara at batna. Sivic hevði sína fyrstu venjing í Spartak mikudagin. Tomislav Sivic var í átta ár eitt kent andlit í føroyskum fótbólti. Hann byrjaði sum spælari [...] Tomislav Sivic, sum í átta ár var venjari og spælari í Føroyum, hevur nú fingið nýtt starv, eftir at hann var sekkjaður í felagnum FC Vozdovac herfyri. Nú vóru boð eftir Sivic úr heimbýnum Subotica, har felagið
hoyrt til kristilig tiltøk, - serliga í Suðuroynni. Hann er formaður í missiónshúsinum í Sumba og er tí virkin í hesum húsinum. Umframt hetta eru hann og konan, Ebba ofta og syngja á møtum við guittara [...] Nimrod avgjørdur. Fyri Nimrod hevur tað verið ein góð uppliving at koma á Fjarðafestivalin. Hann vónar tí, at hann verður aftur komandi ár. - Hetta er serliga gott fyri ungdómin. Og eg haldi eisini, at hetta [...] Vitan og Heina Lützen. - Og Eyðun Jacobsen dámdi mær eisini sera væl. Hann hevði ein góðan boðskap, sigur Nimrod. Eftir konsertina fekk hann eisini høvið at skifta orð við Eyðun. Jú, stílar teirra eru ymiskir
Sólrun Jacobsen og Ditlev Winther, Nesi, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4260 gr. 20. januar fingu Regitsa og Hans Olaf Johannesen, Froðba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3710 gr. 25. januar [...] januar fingu Malan og Øssur Steinhólm, Leirvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4250 gr. 25. jan. fingu Kristina undir Leitinum og Hans Kári Vang, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var 50 cm long og [...] og Thorbjørn Hermansen, Trongisvági, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. 28. januar fingu Tove Kruse og Karl Eli Samuelsen, Eiði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3400 gr. 29. januar
Fótbóltur Hóast hann einans er 17 ára gamal, hevur Gunnar Nielsen, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, longu roynt eitt sindur av hvørjum. Til dagligt er hann málverji á unglingaliðnum hjá danska [...] danska superligafelagnum Frem, og har hevur hann eisini sitið á bonkinum í onkrum superligadysti. Í farnu viku fekk Gunnar so enn eina uppliving í skjáttuna, tá ið hann var og royndarvandi í enska stórfelagnum [...] centimetrar til hæddar. Gert Jensen sigur eisini, at hann væntar enska felagið fer at senda boð eftir Gunnar aftur skjótt, so at teir kunnu síggja hann enn einaferð. Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja við
253. Hendrik hevði framgongd, men hann fryktaði tó fyri úrslitinum, tí ymsar ábendingar hava verið seinnu dagarnar, so hetta kom ikki óvart á, sigur hann. Tó nevnir hann, at um Javnaðarflokkurin fer í samgongu [...] báðir gjørdust ov stuttir og fall sessurin tí til Tvøroyrar. Hendrik sigur, at hann var bangin fyri, at hetta fór at henda. Hann hevði úrslitð frá seinasta vali í huganum. Tá vóru bert eini 2 atkvøður á munni [...] munni á Hendrik og Sverra. Men Hendrik fegnast um stóru framgongdina, sum hann hevði hesaferð og nevnir, at tær 50 atkvøðurnar, hann fekk í Sumba vísa, at har atkvøddu tey eftir at fáa umboð í syðru helvt
Brynhjálf er ættaður úr Klaksvík. Hann er sonur Hansiu og Ingolf Sigurðsson. Mamma hansara var úr Fuglafirði. Tey áttu fimm børn. Hann fór í læru á Skipasmiðjuni hjá Kjølbro. Hann arbeiddi har í nógv ár og aftaná [...] aftaná at hava verið í Grønlandi í eitt tíðarskeið, fór hann umborð á ein trolara hjá J.F. Kjølbro at arbeiða sum maskinmaður, til hann fyri trimum árum síðni gjørdist sjúkur og mátti fara í land. Amalia [...] giftust í 1964 og eiga tey tveir synir. Ingi og Hans Kári. Tey eiga fýra ommu og abbasynir. Í 1964 vóru tey bæði og arbeiddu í Føringahavnini í Grønlandi. Hann arbeiddi í smiðjuni og hon á Sjómansheiminum