Í rættarmálum við ungum fólkum sum ákærdum kemur ofta í rættinum fram, at ákæruvaldið og dómsvaldið fegin vilja hjálpa hesum fólkum á føtur aftur. Eitt slíkt mál var fyri í rættinum í dag.
Ein ungur maður var í rættinum skuldsettur bæði fyri harðskap, rúsdrekkakoyring og stuldur.
Maðurin hevur fleiri ferðir áður framt lógarbrot. Í 2005 fekk hann ein dóm, har honum var álagt at fara í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Tað gekk væl, men síðan hevur hann aftur framt fleiri lógabrot.
Royndirnar og frágreiðingin hjá manninum vístu, at tað er bara sum ávirkaður, at hann finnur upp á slíkt.
Fyri hálvum øðrum ári síðan bleiv hann arbeiðsleysur, men ALS bjóðaði honum trý ymisk førleikagevandi skeið, og tað gav úrslit. Maðurin fekk eitt arbeiði, har nógv er at gera. Haraftrat smíðar hann eftir arbeiðstíð.
Í tríggjar mánaðir hevur hann ikki rørt rúsdrekka.
Ákærin kravdi tríggjar mánaða treytaða fonsulsrevsing, at maðurin skal vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgingini og fara í viðgerð. Haraftrat kostar rúsdrekkakoyringin honum at missa koyrikortið í fimm ár.
Verjin helt ein mánað treytaða fongsulsrevsing vera nóg mikið og royndartíð í eitt ár.
Maðurin góðtók treytirnar, men at missa koyrikortið í fimm ár helt hann vera ogvuliga long tíð.